Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. apríl 2006 Nr. 27
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, stk. 1, nr. 1 verður strikað. 2) Í § 4 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Kravið í stk.1, nr. 2 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans. Kravið í stk. 2 um, at felag ella stovnur skal hava heimstað í Føroyum, er ikki galdandi fyri feløg ella stovnar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum. Hoyvíkssáttmálin er Sáttmáli frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin. “
§ 2 Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands…
Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin. Tórshavn, 20. apríl 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 99/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.