Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. oktober 1984 Nr. 93
Løgtingslóg um biografar, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009
§ 1 Loyvi krevst til almennar framsýningar av biograffilmum, herundir videofilmum. Loyvi verður givið…
Loyvi krevst til almennar framsýningar av biograffilmum, herundir videofilmum. Loyvi verður givið av landsstýrinum og er galdandi, antin til rakstur av biografhøll ella til einstakar framsýningar. 2. stk. Loyvið til rakstur av biografhøll er galdandi í 5 ár og gevur rætt til rakstur av biografi í eini ávísari kommunu. 3. stk. Landsstýrið kann avgera, at ávísar filmsframsýningar ikki krevja loyvi og kann áseta treytirnar. 4. stk. Loyvið er treytað av, at reglurnar í løgtingslóg um filmseftirlit verða hildnar.
§ 2 Loyvi til stovnan av nýggjari biografhøll verða givin aftaná at loyvið hevur verið lýst leyst og…
Loyvi til stovnan av nýggjari biografhøll verða givin aftaná at loyvið hevur verið lýst leyst og umsóknirnar hava verið til ummælis hjá kommununi og løgregluni.
§ 3 Loyvi kann gevast einstaklingum, feløgum, partafeløgum og sjálveigandi stovnum
Loyvi kann gevast einstaklingum, feløgum, partafeløgum og sjálveigandi stovnum. 2. stk. Verður loyvi givið einum felag og partafelag ella stovni, skal leiðarin av biografhøllini góðkennast av landsstýrinum. 3. stk. Eingin kann fáa meira enn eitt biografloyvi. Landsstýrið kann tó geva undantaksloyvi.
§ 4 1) 2) Loyvi ella góðkenning sum leiðari kann bert gevast persónum, sum
1) 2) Loyvi ella góðkenning sum leiðari kann bert gevast persónum, sum 1) (Strikað) 2) hava bústað í Føroyum, 3) eru myndugir og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7, 4) ikki eru undir trotabúðarviðgerð. 2. stk. Snýr tað seg um eitt felag ella stovn, skal felagið ella stovnurin hava heimstað í Føroyum og stjórarnir og meirilutin av nevndarlimunum lúka treytirnar í stk. 1. Stk. 3. 1) Kravið í stk.1, nr. 2 um bústað í Føroyum er ikki galdandi fyri persónar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum og hava bústað innan umveldisvídd sáttmálans. Kravið í stk. 2 um, at felag ella stovnur skal hava heimstað í Føroyum, er ikki galdandi fyri feløg ella stovnar, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum. Hoyvíkssáttmálin er Sáttmáli frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin.
§ 5 Loyvishavarin (leiðarin) skal persónliga reka biografin og hevur listarligu ábyrgdina. Hann hevur…
Loyvishavarin (leiðarin) skal persónliga reka biografin og hevur listarligu ábyrgdina. Hann hevur skyldu til at ansa eftir, at vístir verða filmar, sum hava mest listarligt og mentunarligt virði. Hann má ikki av nakrari avtalu vera forðaður í frítt og óheft at ráða fyri filmsúrvali og annars at taka avgerð viðvíkjandi leiðsluni. 2. stk. Kann loyvishavarin (leiðarin) vegna sjúku ella av aðrari orsøk ikki reka biografin, kann landsstýrið góðkenna ein fyribilsleiðara.
§ 6 Skúlar í kommununi og feløg, sum starvast við fólkaupplýsing, kunnu fáa biografhøllina til…
Skúlar í kommununi og feløg, sum starvast við fólkaupplýsing, kunnu fáa biografhøllina til framvísingar av ljósmyndum til frama fyri upplýsing og undirvísing í teimum tíðum, tá loyvishavarin ikki ger nýtslu av henni. Fyri nýtsluni fær loyvishavarin sínar veruligu útreiðslur endurgoldnar, tó soleiðis, at endurgjaldið í ivamálum verður ásett av landsstýrinum.
§ 7 Loyvishavarin skal árliga senda landsstýrinum roknskap og frágreiðing um raksturin av biografhøllini
Loyvishavarin skal árliga senda landsstýrinum roknskap og frágreiðing um raksturin av biografhøllini.
§ 8 Loyvi, ið er útgingið, kann endurnýggjast fyri 5 ár í senn aftaná at ummæli er fingið frá…
Loyvi, ið er útgingið, kann endurnýggjast fyri 5 ár í senn aftaná at ummæli er fingið frá kommununi og løgregluni. Hevur loyvið verið nýtt á fullgóðan hátt, serstakliga hvat vali av filmum viðvíkur, eigur endurnýgging av loyvinum ikki at verða noktað, uttan so at tað eftir landsstýrisins meting fyriliggja heilt serstakar umstøður.
§ 9 Loyvi (góðkenning av leiðara) dettur burtur, tá ið loyvishavarin (leiðarin) ikki longur lýkur…
Loyvi (góðkenning av leiðara) dettur burtur, tá ið loyvishavarin (leiðarin) ikki longur lýkur treytirnar í § 4. Tað kann til eina og hvørja tíð takast aftur av landsstýrinum, um tað ikki verður nýtt, ella reglurnar í hesi lóg ella treytirnar fyri loyvinum eftir landsstýrisins meting ikki verða hildnar.
§ 10 Brot á § 1, stk. 1 í lógini, ella treytirnar í loyvinum, koma undir bót. Er brotið framt av einum…
Brot á § 1, stk. 1 í lógini, ella treytirnar í loyvinum, koma undir bót. Er brotið framt av einum felag ella tílíkum, kann felagið sjálvt koma undir bót.
§ 11 Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 117 frá 13. apríl 1938 “om…
Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 117 frá 13. apríl 1938 “om biografteatervæsenets ordning” sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 26. mai 1982. 2. stk. Hann, sum áðrenn henda lóg kemur í gildi, hevur loyvi til rakstur av biografi, kann halda fram eftir higartil galdandi reglum, til loyvið gongur út. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 20. apríl 2006, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands øðrumegin og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 er soljóðandi: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.