Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2004 Nr. 20

Løgtingslóg um landsjørð 1)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Jørð hjá tí almenna

§ 1 Eftir niðanfyri nevndu reglum fyrisitur Búnaðarstovan, sum er stovnur undir landsstýrismanninum,…

Eftir niðanfyri nevndu reglum fyrisitur Búnaðarstovan, sum er stovnur undir landsstýrismanninum, alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni, herundir kommununum. Jørð í festi

§ 2 Búnaðarstovan hevur rætt til at lata almenna jørð í festi

Búnaðarstovan hevur rætt til at lata almenna jørð í festi. Stk. 2. Festið stendur við, so leingi festarin er á lívi, tó bert til hann hevur fylt 70 ár. Stk. 3. Jørð kann latast í festi í eitt avmarkað styttri áramál. Stk. 4. Festitreytirnar verða ásettar í einum festibrævi. Festibrøvini skulu gjølla skila til, hvat hoyrir til festið. Búnaðarstovan ger reglur um standard festitreytir, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna. Stk. 4. Raksturin av festum kann verða lagdur í partafelag ella smápartafelag, sum festarin eigur. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.

§ 3 Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar festileigu. Landsstýrismaðurin ásetur…

Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar festileigu. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu leigan verður ásett.

§ 4 Tá ið festi er leyst, kann tað verða lagt saman við øðrum festi, um umstøðurnar tala fyri, at…

Tá ið festi er leyst, kann tað verða lagt saman við øðrum festi, um umstøðurnar tala fyri, at festi, sum ikki hava verið rikin sum høvuðsvinna, við tíðini kunnu verða rikin sum høvuðsvinna hjá viðkomandi festara. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi. Stk. 2. Skal festið halda fram sum sjálvstøðugt brúk, hava hjúnafelagi og lívsarvingar hjá seinasta festara, um teir hava eitt minstamark av jarðarbrúkskunnleika, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, framíhjárætt til at taka við festinum í hesi raðfylgju: 1) eftirsitandi hjúnafelagi, 2) elsta barn ella eftirkomari tess, 3) yngri barn ella eftirkomari tess. Stk. 3. Hava fleiri sama framíhjárætt til festið, tekur Búnaðarstovan avgerð um, hvør skal hava fyrsta framíhjárætt. Stk. 4. Um eingin hevur framíhjárætt at taka við festinum, kann hesin rætturin tillutast persóni, sum hevur havt serligt tilknýti til raksturin av festinum, um hesin lýkur minstukrøvini til jarðarbrúkskunnleika. Atlit eiga í hesum sambandi at verða tikin til tilmæli frá fráfarandi festara. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi. Stk. 5. Situr tann, sum hevur framíhjárætt sambært hesi grein, longu við landsjørð, ið er hóskandi brúkseind, missir hann framíhjárættin soleiðis at skilja, at nýtslan av framíhjárættinum er treytað av, at hann sigur frá sær brúkið, hann hevur frammanundan. Stk. 6. Síggjast kann burtur frá framíhjárættinum, um talan er um hóskandi brúkseindir, tá persónur, sum hevur framíhjárætt, ikki fyri Búnaðarstovuni førir prógv fyri, at hann sum høvuðsvinnu ætlar at fáast við jarðarbrúk. Stk. 7. Umsøkjari, sum er ónøgdur við avgerð tikna við heimild í hesi grein, kann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. Kærufreistin er 6 vikur frá tí degi, Búnaðarstovan hevur kunnað viðkomandi um avgerðina.

§ 5 Sundurbýti av festijørð til fleiri brúk kann bert fara fram sum undantak, tá festi verður leyst,…

Sundurbýti av festijørð til fleiri brúk kann bert fara fram sum undantak, tá festi verður leyst, og bert eftir avgerð Búnaðarstovunnar. Tað frábýtta skal antin verða lagt saman við øðrum festi ella skal verða rikið saman við ognarjørð soleiðis, at betri grundarlag fæst undir vinnuligum rakstri. Stk. 2. Verður sundurbýti í tvey sjálvstøðug festi framt við festiskifti, hevur tann, ið hevur framíhjárætt sambært § 5, rætt til at velja, hvat av teimum nýggju festunum, hann tekur.

§ 6 Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín, har festið er. Búnaðarstovan kann í…

Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín, har festið er. Búnaðarstovan kann í serstøkum førum loyva undantaki frá hesum. Festið skal røkjast sum eitt væl umsitið jarðarbrúk. Eftir skráseting av hvørjum festi verður framleiðsluskyldan hjá hvørjum festi sær ásett. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um framleiðsluskylduna og tey tiltøk, ið neyðug eru, fyri at bøndur kunnu lúka sína skyldu. Stk. 2. Búnaðarstovan hevur eftirlit við, um framleiðsluskyldan verður hildin. Stk. 3. Noktar festarin eftirlitinum upplýsingar sambært § 7, stk. 2, kann Búnaðarstovan siga festimálið upp. Stk. 4. Verða treytirnar viðvíkjandi bústaði, framleiðsluskyldu, festileigu og innstøðu ikki hildnar, ella kríatúr, jørð ella bygningar verða misrøkt, ella festarin ikki heldur sínar lánsskyldur til Búnaðargrunnin, skal Búnaðarstovan taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja honum at fáa viðurskiftini í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, hevur Búnaðarstovan rætt til at siga festimálið upp, hóast ásetanina í § 3, stk. 2 og stk. 3. Stk. 5. Festarin hevur rætt til at nýta festið við lunnindum, ið hoyra til, á ein slíkan hátt, sum samsvarar stk. 1. Hann hevur veiðirættindi av festinum, rætt til at fiska í áum og vøtnum. Hann hevur torvskurðar- og kolanámsrætt til egna nýtslu. Meðan hann situr við festinum, hevur hann rætt til at leiga øðrum stykki at velta í til húsbrúk, veiðirættindi, herundir fuglabjørg og urðar, og fiskirættindi, tó í mesta lagi fyri 15 ár í senn.

§ 7 Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá nýggja festaranum fyri egnar íløgur, sum gjørdar…

Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá nýggja festaranum fyri egnar íløgur, sum gjørdar eru á festinum, um so er, at hesar eru góðkendar av Búnaðarstovuni, áðrenn farið var undir tær. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um endurgjald og undir hesum, hvussu tað verður ásett. Stk. 2. Við festiskifti verður brúkið kannað, og støða verður tikin til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta festara. Leiga av landsjørð

§ 8 Búnaðarstovuni verður givin heimild til, burtur av landsjørð, at leiga út traðir og…

Búnaðarstovuni verður givin heimild til, burtur av landsjørð, at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir til urtagarðsbrúk, grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og almenn endamál v.m. fyri eitt ávíst tíðarskeið. Stk. 2. Áðrenn jørð verður útleigað burtur av einum festigarði ella leigutrøð, eigur festarin/leigarin at verða eftirspurdur. Um festarin/leigarin sýtir fyri at ganga við til leigumálið, kann hann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. Stk. 3. Verður jørð útleigað sambært stk. 1, skal Búnaðarstovan fyrst ætla um, hvørt leigan av lendinum skaðar festið. Búnaðarstovan skal ansa eftir, at jørð ikki verður innløgd av haganum, so leingi innløgd jørð er, ið ikki verður nýtt samsvarandi treytunum í leigusáttmálanum. Stk. 4. Leigusáttmáli verður gjørdur, sum tilskilar, hvat lendið skal brúkast til, og ásetur leigutreytir. Eisini skal setast í leigusáttmálan, hvørjar fylgjur tað fær, um lendið ikki verður brúkt samsvarandi sáttmálanum, og um treytirnar annars ikki verða hildnar. Stk. 5. Leigusáttmáli sambært stk. 1 fellur burtur ella kann sigast upp, tá ið: 1) Leigari doyr, og eftirsitandi hjúnafelagi ikki er. 2) Felag stendur sum leigari, og felagið verður avtikið ella verður óvirkið. 3) Leigarin ikki fylgir teimum treytum, sum ásettar eru í sáttmálanum ella lóggávuni annars.

§ 9 Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur Búnaðarstovan leigumálið kanna og tekur støðu…

Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur Búnaðarstovan leigumálið kanna og tekur støðu til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta leigara. Søla av landsjørð

§ 10 Búnaðarstovuni verður heimilað, burtur av landsjørð, at selja jørð til almenn endamál,…

Búnaðarstovuni verður heimilað, burtur av landsjørð, at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál v.m. Áðrenn jørð verður seld burtur av einum festigarði ella leigutrøð, eigur festarin/leigarin at verða eftirspurdur. Stk. 2. Verða øki seld til slík endamál, sum nevnd eru í stk. 1, skal Búnaðarstovan ansa eftir at selja ódyrkaða jørð fram um dyrkaða, og jørð, sum er óvanda dyrkilendi fram um gott lendi. Somuleiðis skal Búnaðarstovan ansa eftir, at ikki verða seld øki, ið liggja soleiðis fyri, at sølan skaðar ella minkar um virðið á grannajarðarbrúki meira, enn neyðugt er. Stk. 3. Fyri jørð, sum seld verður sambært hesi grein, er ikki loyvt at bjóða borg. Bert í undantaksføri kann Búnaðarstovan bjóða borg, og tá bert móti 1. veðrætti í tí selda ella móti aðrari fullgóðari trygd. Stk. 4. § 9, stk. 2 er eisini galdandi sølum viðvíkjandi. Stk. 5. Saman við keypsprísinum verður kravd avloysing fyri vetrarbit goldin.

§ 11 Selur Búnaðarstovan til byggigrundir ella tílíkt burtur av dyrkaðari jørð, sum persónur hevur…

Selur Búnaðarstovan til byggigrundir ella tílíkt burtur av dyrkaðari jørð, sum persónur hevur leigað, kann viðkomandi fáa endurgjald fyri uppdyrking, sum er gjørd í leigutíðini. Gildiskoma

§ 12 Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum

Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð. Tórshavn, 17. mai 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 50/2003 1) Hendan løgtingslóg varð sett í gildið 31. desember 2004, sambært kunngerð nr. 95 frá 22. desember 2004.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙