Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Endamálið við hesi lóg er, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna…§ 2Jarðarráðið hevur tey málsøkir um hendur, sum verða áløgd tí sambært lóg ella eftir avgerð…§ 31) 2) 3) 4) Í Jarðarráðnum eru 5 limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum. Jarðarráðið skal…§ 4Limir ráðsins eru inhabilir til at luttaka í málsviðgerðum eftir somu reglum sum sorinskrivarin§ 5Jarðarráðið er heimilað at taka sær hjálp til serstakar uppgávur§ 6Samsýning til limir og starvsfólk Jarðarráðsins ásetir landsstýrið, og verður hon goldin úr…§ 7Eftir niðanfyri nevndu reglum fyrisitur Jarðarráðið alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin…§ 8Jarðarráðið hevur rætt til at lata almenna jørð í festi§ 9Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar jarðargrunninum festileigu§ 10Verður festið leyst, skal Jarðarráðið taka avger um, hvørt tað kann verða uppihildið sum…§ 11Sundurbýti av festijørð til fleiri brúk kann bert fara fram sum undantak, tá festi verður leyst…§ 12Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín, har festið er. Jarðarráðið kann í…§ 13Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá nýggja festaranum eftir meting fyri egnar…§ 145) Jarðarráðið hevur burtur av landsjørð rætt til at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir…§ 15Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur Jarðarráðið leigumálið kanna og meta, og tekur…§ 165) Jarðarráðið hevur rætt til burtur av landsjørð at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir…§ 17Selur Jarðarráðið til byggigrundir ella tílíkt burtur av dyrkaðari jørð, sum persónur hevur…§ 186) Henda lóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrinum

Lógtekstur

9. juni 1988 Nr. 59

Løgtingslóg um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 23. apríl 1999

1. bólkur Jarðarráð og álitismenn.

2. bólkur Jørð hjá tí almenna.

3. bólkur Jørð í festi.

4. bólkur Leiga av landsjørð.

5. bólkur Søla av landsjørð og keyp av ognarjørð.

6. bólkur Nær lógin kemur í gildi.

§ 1 Endamálið við hesi lóg er, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna…

Endamálið við hesi lóg er, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini. 1. bólkur Jarðarráð og álitismenn.

§ 2 Jarðarráðið hevur tey málsøkir um hendur, sum verða áløgd tí sambært lóg ella eftir avgerð…

Jarðarráðið hevur tey málsøkir um hendur, sum verða áløgd tí sambært lóg ella eftir avgerð landsstýrisins. 2. stk. Landsstýrið fyriskipar reglugerð fyri Jarðarráðið.

§ 3 1) 2) 3) 4) Í Jarðarráðnum eru 5 limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum. Jarðarráðið skal…

1) 2) 3) 4) Í Jarðarráðnum eru 5 limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum. Jarðarráðið skal vera mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan fakligan førleika innan búskap, løgfrøði, landbúnað og kunnleika til vinnuligt virksemi sum heild. 2. stk. Starvstíðin er 4 ár. 3. stk. Fyri hvønn limin verður tiltaksmaður valdur eftir reglunum í 1. stk. 4. stk. Ráðið skipar seg sjálvt.

§ 4 Limir ráðsins eru inhabilir til at luttaka í málsviðgerðum eftir somu reglum sum sorinskrivarin

Limir ráðsins eru inhabilir til at luttaka í málsviðgerðum eftir somu reglum sum sorinskrivarin. 2. stk. Avgerðir ráðsins skulu vera skrivliga grundaðar. 3. stk. Eingin avgerð kann samtykkjast í Jarðaráðnum, eru ikki 2 atkvøður fyri henni.

§ 5 Jarðarráðið er heimilað at taka sær hjálp til serstakar uppgávur

Jarðarráðið er heimilað at taka sær hjálp til serstakar uppgávur.

§ 6 Samsýning til limir og starvsfólk Jarðarráðsins ásetir landsstýrið, og verður hon goldin úr…

Samsýning til limir og starvsfólk Jarðarráðsins ásetir landsstýrið, og verður hon goldin úr Jarðargrunninum. Jarðargrunnurin rindar útreiðslur til skrivstovuhald ráðsins eftir fyriskipan landsstýrisins. 2. bólkur Jørð hjá tí almenna.

§ 7 Eftir niðanfyri nevndu reglum fyrisitur Jarðarráðið alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin…

Eftir niðanfyri nevndu reglum fyrisitur Jarðarráðið alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av øðrum almennum stovni, herundir kommununum. 2. stk. Har, sum annað ikki er ásett, kunnu avgerðir Jarðarráðsins leggjast fyri landsstýrið, tó ikki um festiskifti og leigu av traðum. Slík kærumál skulu vera framkomin til landsstýrið í seinasta lagi vikudagin 6 vikur aftan á, at avgerð ráðsins er kunngjørd viðkomandi, ella er send honum á posthúsið, og seinni komin fram til móttakaran. 3. stk. Jarðarráðið skal í avgerðum skila til, hvønn myndugleika kærast kann til. 3. bólkur Jørð í festi.

§ 8 Jarðarráðið hevur rætt til at lata almenna jørð í festi

Jarðarráðið hevur rætt til at lata almenna jørð í festi. 2. stk. Festið stendur við, so leingi festarin er á lívi, tó bert til hann hevur fylt 70 ár. 3. stk. Jørð kann latast í festi eitt avmarkað styttri áramál. 4. stk. Festitreytirnar verða ásettar í einum festibrævi og skulu fremja endamálið við hesi lóg. Festibrøvini, sum altíð gjølla skulu skila til, hvat festinum tilhoyrir, verða prentað á oyðubløð, sum landsstýrið skal góðkenna.

§ 9 Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar jarðargrunninum festileigu

Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar jarðargrunninum festileigu. 2. stk. Landsstýrið skipar í kunngerð fyri, hvussu leigan verður ásett.

§ 10 Verður festið leyst, skal Jarðarráðið taka avger um, hvørt tað kann verða uppihildið sum…

Verður festið leyst, skal Jarðarráðið taka avger um, hvørt tað kann verða uppihildið sum sjálvstøðugt festi ella verða lagt saman við øðrum festi. 2. stk. Skal festi halda fram sum sjálvstøðugt brúk, hava hjúnaðarfelagi og lívsarvingar seinasta festara, um teir hava eitt minstamark av jarðarbrúkskunnleika, sum landsstýrið ásetir í kunngerð, framíhjárætt til at taka við festinum í hesi raðfylgju: 1. Eftirsitandi hjúnafelagi, 2. elsta barn ella eftirkomari tess, 3. yngri barn ella eftirkomari tess. Jarðarráðið er heimilað fyrstu 10 árini aftaná at henda lóg fær gildi, at lata festi til tann, ið hevur frammihjárættin eftir áður galdandi reglum. 3. stk. Hava fleiri framíhjárætt til festið, tekur Jarðarráðið avgerð um, hvør skal hava fyrsta framíhjárætt. 4. stk. Situr tann, sum hevur framíhjárætt sambært hesi grein longu við landsjørð, ið er hóskandi brúkseind, missir hann framíhjárættin soleiðis at skilja, at Jarðarráðið kann treyta nýtsluna av framíhjárættinum av, at hann sigur frá sær brúkið, hann hevur frammanundan. 5. stk. Jarðarráðnum er heimilað at síggja burtur frá framíhjárættinum, um talan er um hóskandi brúkseindir, tá persónur, sum hevur framíhjárætt ikki fyri ráðnum førir prógv fyri, at hann sum høvuðsvinnu ætlar at fáast við jarðarbrúk. 6. stk. Umsøkjari, sum er ónøgdur við avgerð tikna við himild í hesi grein, kann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. Kærufreistin er 6 vikur frá tí degi, Jarðarráðið hevur kunnað viðkomandi um avgerðina.

§ 11 Sundurbýti av festijørð til fleiri brúk kann bert fara fram sum undantak, tá festi verður leyst…

Sundurbýti av festijørð til fleiri brúk kann bert fara fram sum undantak, tá festi verður leyst og bert eftir avgerð Jarðarráðsins. Tað gerst ikki, uttan so at ráðið ætlar um, at tey nýggju festini kunnu røkjast sum sjálvstøðug festi ella so, at tað frábýtta verður lagt aftrat einum festi, ið frammanundan er ov lítið at verða røkt sum sjálvstøðugt festi. 2. stk. Verður sundurbýti framt við festiskifti, hevur tann, ið hevur framíhjárætt sambært § 10, rætt til at velja, hvat av teimum nýggju festunum, hann tekur.

§ 12 Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín, har festið er. Jarðarráðið kann í…

Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín, har festið er. Jarðarráðið kann í serstøkum førum við góðkenning landsstýrisins loyva undantaki frá hesum. Festið skal røkjast sum eitt væl umsitið jarðarbrúk. Eftir skráseting av hvørjum festi verður framleiðsluskyldan hjá hvørjum festi sær ásett. Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um framleiðsluskylduna og tey tiltøk, ið neyðug eru, fyri at bøndur kunnu lúka sína skyldu. 2. stk. Jarðarráðið hevur eftirlit við, um framleiðsluskyldan verður hildin. 3. stk. Noktar festarin eftirlitinum upplýsingar sambært § 12, 2. stk. kann Jarðarráðið uppsiga festimálið. 4. stk. Verða treytirnar viðvíkjandi bústaði, framleiðsluskyldu, festileigu og innstøðu ikki hildnar, ella kríatúr ella bygningar verða misrøkt, ella festarin ikki heldur sínar lániskyldur til jarðargrunnin skal Jarðarráðið taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja honum at fáa viðurskiftini í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, hevur Jarðarráðið rætt til at siga festimálið upp, hóast ásetanina í § 8, 2. stk. og 3. stk. 5. stk. Festarin hevur rætt til at nýta festið við lunnindum, ið hoyra tí til á ein slíkan hátt, sum samsvarar 1. stk. Hann hevur veiðirættindi av festinum, rætt til at fiska í áum og vøtnum. Hann hevur torvskurðar- og kolanámsrætt til egna nýtslu. Meðan hann situr við festinum, hevur hann rætt til at leiga øðrum stykki at velta í til húsbrúk, veiðurættindi, herundir fuglabjørg og urðar, og fiskirættindi, tó í mesta lagi fyri 5 ár í senn. Hann hevur eisini rætt til at selja grót, eyr, sand og tara o.t. við loyvi Jarðarráðsins. Ráðið ásetir eisini sølutreytirnar.

§ 13 Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá nýggja festaranum eftir meting fyri egnar…

Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá nýggja festaranum eftir meting fyri egnar íløgur, sum gjørdar eru á festinum, um so er, at íløgan verður mett at geva festinum eitt varðandi virði. Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um, hvussu endurgjaldið verður ásett. 2. stk. Við festiskifti letur Jarðarráðið brúkið kanna og meta, og tekur støðu til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta festara. 4. bólkur Leiga av landsjørð.

§ 14 5) Jarðarráðið hevur burtur av landsjørð rætt til at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir…

5) Jarðarráðið hevur burtur av landsjørð rætt til at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir til urtagarðsbrúk, grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarmál og almenn endamál v.m. fyri eitt ávíst tíðarskeið. 2. stk. Áðrenn jørð verður útleigað burtur av einum festigarði ella leigutrøð, eigur festarin ella traðarmaðurin at verða eftirspurdur; sýtir hann fyri at ganga við til leigumálið, kann hann krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu. 3. stk. Verður jørð útleigað sambært 1. stk., skal ráðið fyrst ætla um, hvørt leigan av lendinum skaðar festið. Ráðið skal ansa eftir, at jørð ikki verður innløgd av haganum, so leingi innløgd jørð er, ið ikki verður nýtt, sum hon eigur at vera. 4. stk. Tá ið lendi verður leigað út sambært stk. 1, ásetir Jarðarráðið treytir, sum fremja endamálið við hesi lóg. Skrivligur leigusáttmáli verður gjørdur, har treytirnar fyri leigu eru tilskilaðar. 5. stk. Leigusáttmáli sambært stk. 1 fellur burtur ella kann sigast upp, tá ið 1. leigari doyr, og eftirsitandi hjúnafelagi ikki er, 2. felag stendur sum leigari, og felagið verður avtikið ella verður óvirkið, 3. leigarin ikki fylgir teimum treytum, sum ásettar eru í sáttmálanum ella lóggávuni annars.

§ 15 Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur Jarðarráðið leigumálið kanna og meta, og tekur…

Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur Jarðarráðið leigumálið kanna og meta, og tekur støðu til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta leigara. 5. bólkur Søla av landsjørð og keyp av ognarjørð.

§ 16 5) Jarðarráðið hevur rætt til burtur av landsjørð at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir…

5) Jarðarráðið hevur rætt til burtur av landsjørð at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál v.m. 2. stk. Verða øki seld til slík endamál, sum nevnd eru í 1. stk., skal ráðið ansa eftir at selja ódyrkaða jørð fram um dyrkaða, og jørð, sum er óvanda dyrkilendi fram um gott lendi. Somuleiðis skal ráðið ansa eftir, at ikki verða seld øki, ið liggja soleiðis fyri, at sølan skaðar ella minkar um virðið á grannajarðarbrúki meira enn neyðugt er. 3. stk. Fyri jørð, sum seld verður sambært hesi grein, verður at gjalda í hondina. Bert í undantaksføri kann ráðið bjóða borg,og tá bert móti 1. veðrætti í tí selda ella móti aðrari fullgóðari trygd. 4. stk. 3) § 14, 2. stk. er eisini galdandi sølum viðvíkjandi. 5. stk. Saman við keypsprísinum verður møgulig avloysing fyri vetrarbit goldin.

§ 17 Selur Jarðarráðið til byggigrundir ella tílíkt burtur av dyrkaðari jørð, sum persónur hevur…

Selur Jarðarráðið til byggigrundir ella tílíkt burtur av dyrkaðari jørð, sum persónur hevur leigað, kann viðkomandi fáa endurgjald fyri uppdyrking, sum er gjørd í leigutíðini. 6. bólkur Nær lógin kemur í gildi.

§ 18 6) Henda lóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrinum

6) Henda lóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrinum. 2. stk. Samstundis fara úr gildi § 1 til og við § 7 og § 10 til og við § 27 í “Lov for Færøerne nr. 174 fra 24. maj 1937 om jordbrugets fremme” og lóg nr. 56 frá 30. apríl 1894 “om afhændelse af trøer og grundstykker af statens fæstegods på Færøerne”. 3. stk. 4) 7) (Strikað). 1) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 23. apríl 1999, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 12. juni1990. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 8. mai 1991. 4) Broytt við § 8 í løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995. Stk. 2. Nýval av øllum nevndum, sum nevndar verða í hesi løgtingslóg, fer fram eftir at lógin hevur fingið gildi og í seinasta lagi 01.10.1995. Hesar nevndir verða hereftir valdar sbr. ásetingum lógarinnar ella sbr. siðvenju.” 5) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 26. mars 1993. 6) Sett í gildi við kunngerð nr. 43 frá 11. mai 1989 við soljóðandi teksti: “Við heimild í § 18 í løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð hevur landsstýrið ásett, at lógin kemur í gildi frá 1. juni 1989 at rokna.” 7) Broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 29. mars 1996.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
landsjørð · innanhýsis
Áður galdandi · 17. mai 2004
Broytingar
broyting í løgtingslóg um landsjørð · innanhýsis
Áður galdandi · 23. apríl 1999

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙