Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. januar 1985 Nr. 2
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í serstøkum málum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum verða gjørdar hesar…
Í løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 6, 1. stk. verður orðað soleiðis: “Á landsstýrisfundi verða viðgjørd øll uppskot, ið landsstýrið leggur fyri løgtingið og annars allar týdningarmiklar atgerðir.“ 2. § 7, 3. stk. verður orðað soleiðis: “Løgtingsformaðurin ásetir, nær løgtingsseta verður slitin. Hetta kann hann ikki gera, fyrr enn lógarheimild er fyri innkrevjing av skatti til landskassans, jbr. § 21.” 3. § 7, 4. stk. verður orðað soleiðis: “Løgtingsformaðurin kann stevna tinginum til eykatingsetu. Hesum er hann skyldugur, tá ið minsta lagi helmingurin av tingmonnunum krevur tað, ella løgmaður heitir á tingformannin um tað.” 4. § 8 verður orðað soleiðis: “Løgtingsformaðurin kann í vanligari tingsetu leggja tingfundirnar niður ávisa tíð, tó uttan tingsins samtykt ikki longri enn 2 mánaðir.” 5. § 12 verður orðað soleiðis: “Valrætt til løgtingið hava tey, ið hava fylt 18 ár, hava heimarætt og fastan bústað í Føroyum. 2. stk. Valbar eru tey, sum hava valrætt til tingið, uttan so at viðkomandi er straffaður fyri gerð, sum í vanligum umdømi ger hann óverdan at vera løgtingsmaður, um ikki henda fylgja av dóminum er burturfallin. Straffverd gerð ger ikki hin dømda óverdan, uttan so at hin dømdi er dømdur treytaleysan dóm til fongsul í 4 mánaðir ella meir ella varðhald, ella tá ið 5 ár eru gingin aftaná , at hann hevur sitið straffin av, straffurin er avoldaður ella eftirgivin, ella eftir at hann er endaliga leysur av varðhaldi. 3. stk. Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.” 6. § 15 verður orðað soleiðis: “Løgtingið velur formann og næstformenn. Valið fer fram við lutfallsvali.” 7. § 16 verður orðað soleiðis: “Løgtingsmenn verða valdir fyri 4 ár. 2. stk. Um løgmaður upploysir løgtingið, missa tingmenn sessirnar, tá ið nýval hevur verið. Tingmenn missa í ongum føri sessirnar fyrr enn nýval hevur verið. 3. stk. Samsýning tingmanna verður ásett við løgtingslóg.” 8. § 20 verður orðað soleiðis: “Í hvørjari vanligari tingsetu leggur landsstýrið áðrenn 1. september uppskot fram um figgjarlóg fyri komandi fíggjarár. 2. stk. Frá l. januar 1986 verður kalendaraárið figgjarár. 3. stk. Um útlit er til, at uppskot til fíggjarlóg ikki er liðugt viðgjørd, áðrenn figgjarársbyrjan, leggur landsstýrið fram uppskot um eina fyribilsjáttanarlóg.” 9. Í § 22, 1. stk. ganga út orðini: “Landsstýrið kann ........ virki teirra”. 2. stk. verður orðað soleiðis: “Grannskoðaraviðurskifti landsins verða at skipa við lóg.” 10. § 30 verður orðað soleiðis: “Um uppskot til broyting av hesi lóg verður samtykt, verður samtyktin útsett til aftaná fyrstkomandi val. Verður samtyktin tá aftur samtykt av tinginum í fyrstu tingsetu aftaná nývalið, er broytingin endaliga samtykt. 2. stk. Verður lóg nr. 137 frá 23.mai 1948 “om Færøernes hjemmestyre” broytt, kann uppskot um broyting av hesi lóg orsakaðar av broytingini í heimastýrislógini samtykkjast av løgtinginum í einari tingsetu. Sama er um reglurnar um immunitet løgtingsmanna verður broyttur, jbr. § 1, punkt 112 í lóg fyri Føroyar nr. 72 frá 5. mars 1979 um “rettens pleje.”
§ 2 Henda lóg fær gildi beinanvegin
Henda lóg fær gildi beinanvegin. Tórshavn, 3. januar 1985 Pauli Ellefsen løgmaður / Eilif Samuelsen
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.