Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
13. mai 1948 Nr. 1
Lögtingslóg um stýrisskipan Föroya í sermálum
Samsvarandi samtykt Föroya Lögtings staðfestur og kunnger Lögmaður hesa lögtingslóg:
§ 1 Föroyar er innanfyri markið í ríkislóg nr. 137, 23. mars 1948, og kunngerð nr. 11, 31. mars 1948,…
Föroyar er innanfyri markið í ríkislóg nr. 137, 23. mars 1948, og kunngerð nr. 11, 31. mars 1948, um Föroya heimastýri sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum.
§ 2 Lóggávuvaldið í föroyskum sermálum er hjá Lögtingi
Lóggávuvaldið í föroyskum sermálum er hjá Lögtingi.
§ 3 Lögmaður staðfestir og kunnger lógirnar, ið samtyktar eru sambært § 2
Lögmaður staðfestir og kunnger lógirnar, ið samtyktar eru sambært § 2. Hesar lógir, ið verða at orða á föroyskum og donskum, nevnast lögtingslógir. Til staðfestingina krevst undirskrift av lögmanni saman við öðrum landsstýrismanni.
§ 4 Lögtingið setir landsstýrið
Lögtingið setir landsstýrið. Nærri reglur hesum viðvíkjandi verða at áseta við lögtingslóg. Formaður landsstýrisins verður nevndur lögmaður.
§ 5 Landsstýrið stendur til svars fyri umsitingini av sermálunum. Ábyrgd landsstýrisins verður nærri…
Landsstýrið stendur til svars fyri umsitingini av sermálunum. Ábyrgd landsstýrisins verður nærri ásett við lögtingslóg.
§ 6 Í landsstýrinum skulu viðgerast öll lögtingsuppskot og týdningarmiklar fyriskipanir
Í landsstýrinum skulu viðgerast öll lögtingsuppskot og týdningarmiklar fyriskipanir. Hvör landsstýrismaður gevur sína stöðu til gerðabókina. Avgerð verður tikin við atkvöðumeiriluta. Um atkvöðurnar standa á jövnum, ræður atkvöða lögmannsins.
§ 7 Lögmaður stevnir Lögtingi til vanliga tingsetu hvört ár Ólavsökudag 29. juli, eftir at…
Lögmaður stevnir Lögtingi til vanliga tingsetu hvört ár Ólavsökudag 29. juli, eftir at gudstænasta er hildin. Er hesin dagur sunnudagur, verður tingið sett dagin eftir. Fundir Lögtingsins verða hildnir fyri opnum hurðum. Tó kann tingið í einstökum förum samtykkja viðgerð av máli fyri stongdum durum. Lögmaður ásetir, nær tingið verður slitið. Hetta má tó ikki verða gjört, fyrr enn givin er lógarheimild til uppkrevjan av skattum og til gjald av útreiðslum Lögtingsins. Lögmaður kann stevna tinginum til eykatingsetu, og hetta er hann skyldugur at gera, tá í minsta lagi helmingur av tingmonnum krevur tað, um ikki tingsetan er steðgað samsvarandi § 8.
§ 8 Lögmaður kann í vanligari lögtingssetu leggja fundirnar niður ávísa tíð, tó ikki longur enn 2…
Lögmaður kann í vanligari lögtingssetu leggja fundirnar niður ávísa tíð, tó ikki longur enn 2 mánaðar uttan samtykt tingsins.
§ 9 Lögmaður loysir upp Lögtingið, tá ið tingsamtykt er gjörd tí viðvíkjandi, og skrivar út nýval…
Lögmaður loysir upp Lögtingið, tá ið tingsamtykt er gjörd tí viðvíkjandi, og skrivar út nýval beint aftaná.
§ 10 Landsstýrið kann leggja fyri Lögtingið uppskot til lógir og aðrar samtyktir
Landsstýrið kann leggja fyri Lögtingið uppskot til lógir og aðrar samtyktir.
§ 11 Landsstýrið setir í og loysir úr embæti teir tænastumenn, sum samsvarandi lögtingslóg standa…
Landsstýrið setir í og loysir úr embæti teir tænastumenn, sum samsvarandi lögtingslóg standa undir föroyska heimastýrinum. Lönir og eftirlönir o. s. fr. hjá tænastumonnunum verða settar við lögtingslóg.
§ 12 Valrætt og valföri við lögtingsval hava menn og kvinnur, ið eru 21 ár, hava heimarætt og fastan…
Valrætt og valföri við lögtingsval hava menn og kvinnur, ið eru 21 ár, hava heimarætt og fastan bústað í Föroyum. Valrætt og valföri hevur tó ikki tann, ið er kendur sekur í gerð, ið er vanærandi í almennari hugsan, um ikki henda fylgja av dóminum er burturfallin. Straffverd gerð virkar ikki vanærandi, uttan hin dömdi hevur fylt 18 ár, tá ið gerðin varð útint, og hevði fingið tryetaleysan dóm til fongsul í minst 4 mánaðar, arbeiðshús ella trygdarvarðhald, og heldur ikki, tá ið 5 ár eru farin aftan á straffurin er útstaðin, avoldaður ella eftirgivin ella eftir tað ávarandi endaliga er sloppin leysur úr arbeiðshúsi ella trygdarvarðaldi. Heldur ikki hevur hann valrætt ella valföri, sum fær ella hevur fingið fátækrastudnað, sum ikki antin er eftirgivin ella afturgoldin, ella hevur mist ræði yvir búgvi sínum orsakað av troti ella av, at hann er gjördur ómyndigur. Eingin kann atkvöða, uttan hann er á vallistanum.
§ 13 Nærri reglur um lögtingsval verða at áseta við lögtingslóg
Nærri reglur um lögtingsval verða at áseta við lögtingslóg.
§ 14 Lögtingið avger gildi av vali tingmanna
Lögtingið avger gildi av vali tingmanna.
§ 15 Lögtingið velur sjálvt formann og næstformann. Valið fer fram við lutfallsvali
Lögtingið velur sjálvt formann og næstformann. Valið fer fram við lutfallsvali.
§ 16 Lögtingsmenn verða valdir fyri 4 ár. Teir fáa samsýning, ið verður ásett við lögtingslóg
Lögtingsmenn verða valdir fyri 4 ár. Teir fáa samsýning, ið verður ásett við lögtingslóg.
§ 17 Samkomustaður Lögtingsins er Tórshavn. Tá serstakt er áfatt, kann lögmaður tó kalla tingið saman…
Samkomustaður Lögtingsins er Tórshavn. Tá serstakt er áfatt, kann lögmaður tó kalla tingið saman til fundar á öðrum staði í Föroyum.
§ 18 Tingið kann skipa nevndir av tingmonnum at kanna almenn týðandi mál. Tílíkar nevndir hava rætt at…
Tingið kann skipa nevndir av tingmonnum at kanna almenn týðandi mál. Tílíkar nevndir hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar frágreiðingar frá privatum borgarum eins og frá almennum embætismonnum. Val av nevndarmonnum og umboðum fer fram við lutfallsvali.
§ 19 Eingin skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við Lögtingslóg. Lán, ið…
Eingin skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við Lögtingslóg. Lán, ið skuldarbindur Lögtingið, má heldur ikki verða tikið, og má heldur ikki söla ella onnur latan av hendi av fastognum landsins ella nýtslurætti teirra fara fram uttan samsvarandi lögtingslóg.
§ 20 Í hvörjari vanligari tingsetu leggur landsstýrið innan 1. september fram uppskot til fíggjarlóg…
Í hvörjari vanligari tingsetu leggur landsstýrið innan 1. september fram uppskot til fíggjarlóg fyri komandi fíggjarár. Fíggjarárið er frá 1. apríl til 31. mars. Um viðgerðin av uppskotinum til fíggjarlóg ikki kann ætlast at verða liðug, áðrenn fíggjarárið byrjar, leggur landsstýrið fram uppskot til bráfengis fíggjarlóg við hartil hoyrandi skattalógum, soleiðis at húshald landsins ótarnað kann fara fram og átiknar skyldur verða hildnar.
§ 21 Áðrenn fíggjarlóg ella bráfengis fíggjarlóg er samtykt á Lögtingi, má skattur ikki verða kravdur
Áðrenn fíggjarlóg ella bráfengis fíggjarlóg er samtykt á Lögtingi, má skattur ikki verða kravdur. Eingin útreiðsla má verða goldin, ið ikki er heimilað í fíggjarlóg, galdandi, tá ið útreiðslan verður ávíst, ella í aðrari galdandi heimildarlóg. Tær játtanir, ið eru ásettar í fíggjarlóg ella aðrari heimildarlóg, mega bert verða goldnar í tí fíggjarári, sum fíggjarlógin er galdandi. Tó kann landsstýrið í tíðarskeiði inntil 3 mánaðir, aftan á fíggjarárið er endað ávísa pening, ið er játtaður á fíggjarlógini fyri árið, ið fór.
§ 22 Lögtingið velur eina ella fleiri löntar roknskapargrannskarar. Teir grannska ársroknskapirnar og…
Lögtingið velur eina ella fleiri löntar roknskapargrannskarar. Teir grannska ársroknskapirnar og ansa, at inntökur landsins allar eru taldar, og at einki er goldið uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari heimildarlóg. Teir kunnu krevja at fáa allar upplýsingar og öll skjøl, ið teimum törva. Landsstýrið kann við kunngerð seta nærri reglur fyri virki teirra. Ársroknskapirnir við viðmerking grannskaranna verða at leggja fyri Lögtingið til viðgerðar og samtyktar. Broytingar í hesum reglum kunna verða gjördar við lögtingslóg.
§ 23 Einki lógaruppskot kann verða endaligt samtykt uttan at hava fingið 3 viðgerðir á tingi
Einki lógaruppskot kann verða endaligt samtykt uttan at hava fingið 3 viðgerðir á tingi.
§ 24 Meðan Lögtingið situr, má lögtingsmaður ikki uttan tingsins samtykt verða átalaður ella settur…
Meðan Lögtingið situr, má lögtingsmaður ikki uttan tingsins samtykt verða átalaður ella settur fastur á nakran hátt, uttan so er, at hann verður tikin í brotsgerð. Eingin lögtingsmaður kann uttan tingsins samtykt verða kravdur til svars uttantings fyri tað, hann hevur talað innantings.
§ 25 Landsstýrismenn og ríkisumboðsmaður eiga embætis vegna atgongd til á fundum at taka til orða, tá…
Landsstýrismenn og ríkisumboðsmaður eiga embætis vegna atgongd til á fundum at taka til orða, tá ið teir halda tað vera neyðugt, men skulu annars halda tingskipanina. Atkvöðurætt hava teir bert, tá ið teir eisini eru lögtingsmenn.
§ 26 Lögtingið kann ikki gera samtykt um nakað mál, uttan at meiri enn helmingurin av tingmonnum er á…
Lögtingið kann ikki gera samtykt um nakað mál, uttan at meiri enn helmingurin av tingmonnum er á fundi og fyri málinum.
§ 27 Heimilað er hvörjum lögtingsmanni við tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar almen mál og…
Heimilað er hvörjum lögtingsmanni við tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar almen mál og hesum viðvíkjandi krevja frágreiðing frá landsstýrinum.
§ 28 Eingin umsókn verður lögd fyri Lögtingið, uttan tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram
Eingin umsókn verður lögd fyri Lögtingið, uttan tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram.
§ 29 Tingið ásetur nærri reglur tingskipanini viðvíkjandi
Tingið ásetur nærri reglur tingskipanini viðvíkjandi.
§ 30 Uppskot til broytingar ella uppískoyti til hesa lóg kunnu verða lögd fyri Lögtingið í vanligari…
Uppskot til broytingar ella uppískoyti til hesa lóg kunnu verða lögd fyri Lögtingið í vanligari tingsetu ella eykatingsetu. Um uppskotið verður samtykt, verður tingið upployst, og nýval fer fram. Verður uppskotið samtykt av hesum nývalda tingi, verður tað at staðfesta.
§ 31 Henda lóg kemur í gildi beinan vegin
Henda lóg kemur í gildi beinan vegin. Tórshavn, 13. mai 1948 A. SAMUELSEN Louis Zachariasen. Kr. Djurhuus. J. P. Davidsen.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.