Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. november 2021 Nr. 146
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 10 frá 31. januar 2022
(COVID-19 og dagpeningur vegna smittu ella sóttarhald hjá børnum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 143 frá 9. oktober 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 a verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Dagpeningur verður veittur einum foreldri, sum ikki hevur rætt til løn undir sjúku ella sóttarhaldi hjá barni ella børnum, tá barn tess, yngri enn 14 ár, hevur fingið staðfest COVID-19, er sett í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella av heilsumyndugleikunum er mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.” Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 3-5. 2. Í § 2 a, stk. 3 og 4, sum verða stk. 4 og 5, verður “stk. 2” broytt til: “stk. 3”. 3. Í § 2 b verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Endurrindan sambært stk. 1 fevnir eisini um lønarútreiðslur til starvsfólk, sum hevur barn yngri enn 14 ár, sum hevur fingið staðfest COVID-19, er sett í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella av heilsumyndugleikunum er mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.” Stk. 2-6 verða eftir hetta stk. 3-7. 4. Í § 2 b, stk. 2, sum verður stk. 3, verður “stk. 1” broytt til: “stk. 1 og 2”. 5. Í § 2 b, stk. 3, sum verður stk. 4, verður í 1. pkt. “sbrt. stk. 1” broytt til: “sbrt. stk. 1 og 2”. 6. Í § 2 b, stk. 4 og 5, sum verða stk. 5 og 6, verður “stk. 2” broytt til: “stk. 3”. 7. Í § 2 b, stk. 6, sum verður stk. 7, verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1-3”. 8. Í § 17 a verður “§ 2 a, stk. 1” broytt til: “§ 2 a, stk. 1 ella 2”.
§ 2 Stk. 1. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá…
Stk. 1. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 15. september 2021. Løgtingslógin fer úr gildi 16. februar 2022. Stk. 2. Fyri mál sbrt. reglunum í § 1 í hesi løgtingslóg í tíðarskeiðinum frá 15. september 2021 til henda løgtingslóg er sett í gildi, verður freistin sambært § 10 í løgtingslógini at rokna frá gildiskomu løgtingslógarinnar. Stk. 3. Umsóknir sbrt. hesi løgtingslóg, sum eru fyri tíðarskeiðið frá 15. september 2021 til hendan løgtingslóg fer úr gildi, men sum ikki eru Almannaverkinum í hendi ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógin fer úr gildi, verða viðgjørdar sbrt. reglunum í hesi løgtingslóg. Í Tinganesi, 15. november 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 25/2021 1) Broytt við løgtingslóg nr. 10 frá 31. januar 2022.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.