Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
31. januar 2022 Nr. 10
Løgtingslóg um broytingar í tveimum løgtingslógum, ið broyta løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Leingjan av gildistíð vegna COVID-19)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 143 frá 9. oktober 2020 um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku…
Í løgtingslóg nr. 143 frá 9. oktober 2020 um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 20 frá 26. februar 2021 verður í § 2, stk. 1 “1. februar 2022” broytt til: “16. februar 2022”.
§ 2 Í løgtingslóg nr. 146 frá 15. november 2021 um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku…
Í løgtingslóg nr. 146 frá 15. november 2021 um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., verður í § 2, stk. 1 “1. februar 2022” broytt til: “16. februar 2022”.
§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 31. januar 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 57/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.