Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2008 Nr. 123
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 125…
Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk.1 verður “50.000” broytt til: “75.000”. 2) Í § 5, stk. 1 verður “Almanna- og heilsudeild landsstýrisins” broytt til: “Almannastovuni, ið tekur avgerð”. 3) Í § 6, stk. 1 verður “Almannamálum” broytt til: “Almanna- og heilsumálum”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009. Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 1 er galdandi fyri børn, sum eru komin til landið 1. januar 2009 ella seinni. Tórshavn, 22 desember 2008 Kaj Leo Johannensen (sign.) løgmaður Lm. nr. 24/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.