Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. mai 1994 Nr. 51

Løgtingslóg um ættleiðingarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021

§ 1 1) 2) 3) Foreldrum, ið ættleiða eitt útlenskt barn, verður veittur ein ættleiðingarstuðul uppá…

1) 2) 3) Foreldrum, ið ættleiða eitt útlenskt barn, verður veittur ein ættleiðingarstuðul uppá 100.000 kr. til útreiðslur í samband við ættleiðingina. Stk. 2. Útlendsk børn eftir hesi lóg eru børn, sum ikki eru statsborgarar í Danmark, Finlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki.

§ 2 Ættleiðingarstuðul verður veittur eina ferð fyri hvørt ættleitt barn

Ættleiðingarstuðul verður veittur eina ferð fyri hvørt ættleitt barn.

§ 3 Ættleiðingarstuðul kann einans verða veittur foreldrum, ið hava fastan bústað í Føroyum. Stuðulin…

Ættleiðingarstuðul kann einans verða veittur foreldrum, ið hava fastan bústað í Føroyum. Stuðulin verður veittur uttan mun til inntøku foreldranna.

§ 4 4) Treytin fyri at fáa ættleiðingarstuðul er, at barnið er ættleitt gjøgnum ein av teimum…

4) Treytin fyri at fáa ættleiðingarstuðul er, at barnið er ættleitt gjøgnum ein av teimum felagsskapum, sum eru góðkendir sambært “bekendtgørelse for Færøene om godkendelse som adoptant.”

§ 5 2) 3) Umsókn um ættleiðingarstuðul skal sendast Almannaverkinum, ið tekur avgerð

2) 3) Umsókn um ættleiðingarstuðul skal sendast Almannaverkinum, ið tekur avgerð. Stk. 2. 4) 3) Stuðulin verður rindaður, tá ríkisumboðið sum ættleiðingarkannandi myndugleiki hevur sent Almannaverkinum váttan um, at barnið er komið til Føroyar.

§ 6 2) 4) 3) 5) Avgerðir hjá Almannaverkinum sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya…

2) 4) 3) 5) Avgerðir hjá Almannaverkinum sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 7 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Foreldur, ið hava ættleitt eitt útlendskt barn, sum er komið til Føroya aftaná 1. januar 1994, hava rætt til stuðul sambært hesi lóg. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 22. desember 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009. Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 1 er galdandi fyri børn, sum eru komin til landið 1. januar 2009 ella seinni.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 6. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Ásetingin í § 1, nr. 1 er galdandi fyri børn, ið koma til landið eftir, at henda lóg er komin í gildi.” 4) Broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 11. november 2010. 5) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni · innanhýsis
Galdandi · 10. desember 2021
Broytingar
broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul · innanhýsis
Galdandi · 6. mai 2014
Broytingar
broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul · innanhýsis
Galdandi · 11. november 2010
Broytingar
broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul · innanhýsis
Galdandi · 22. desember 2008
Broytingar
broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul · innanhýsis
Galdandi · 22. desember 2000
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙