Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. desember 2006 Nr. 110

Løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 17. mai 2011

§ 1 1) Landsstýrismaðurin setur kærunevnd í lendismálum við trimum nevndarlimum. Formaðurin skal vera…

1) Landsstýrismaðurin setur kærunevnd í lendismálum við trimum nevndarlimum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, hinir tveir skulu vera ávikavist byggikønur og landmálarakønur. Fyri formannin og hinar nevndarlimirnar verða valdir tiltakslimir við samsvarandi sakkunnleika. Starvstíðin hjá nevndarlimum og tiltakslimum er 4 ár. Nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur limur er valdur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær skrivarahjálp frá almennum kærustovni. Stk. 3. 1) Limirnir fáa fasta mánaðarliga samsýning, tó fáa innkallaðir tiltakslimir fundarsamsamsýning eftir reglum landsins um fundarpening. Ferðaútreiðslur verða goldnar eftir reglum landsins um ferðapening. Stk. 4. Kærunevndin er viðtøkufør, tá allir limir eru møttir. Stk. 5. 1) Nevndarformaðurin kann einsamallur taka avgerð um at játta ella sýta steðgandi virknað í kærumálum, tá slík avgerð ikki tolir at bíða. Nevndarformaðurin skal uttan drál kunna nevndina um slíka avgerð.

§ 2 Kæra til kærunevndina í lendismálum skal vera skrivlig

Kæra til kærunevndina í lendismálum skal vera skrivlig. Stk. 2. Er ikki annað ásett í serligum reglum, er kærufreistin 4 vikur frá tí, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Í serligum føri kann kærunevndin viðgera kærumál, ið eru latin inn eftir, at kærufreistin er farin. Stk. 3. Avgerðir hjá kærunevndini í lendismálum kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

§ 4 Kærur, sum verða móttiknar frá og við 1. januar 2007, verða viðgjørdar av kærunevndini í lendismálum

Kærur, sum verða móttiknar frá og við 1. januar 2007, verða viðgjørdar av kærunevndini í lendismálum. Stk. 2. Kærur, sum landsstýrismaðurin hevur móttikið áðrenn 1. januar 2007, verða viðgjørdar og avgreiddar av landsstýrismanninum. Tórshavn, 13. desember 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jacob Vestergaard (sign.) Lm. nr. 30/2006 1) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 17. mai 2011.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum · innanhýsis
Áður galdandi · 17. mai 2011

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙