Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2011 Nr. 49

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum, verða í § 1 gjørdar hesar…

Í løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum, verða í § 1 gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Stk. 1. Landsstýrismaðurin setur kærunevnd í lendismálum við trimum nevndarlimum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, hinir tveir skulu vera ávikavist byggikønur og landmálarakønur. Fyri formannin og hinar nevndarlimirnar verða valdir tiltakslimir við samsvarandi sakkunnleika. Starvstíðin hjá nevndarlimum og tiltakslimum er 4 ár. Nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur limur er valdur.” 2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Limirnir fáa fasta mánaðarliga samsýning, tó fáa innkallaðir tiltakslimir fundarsamsamsýning eftir reglum landsins um fundarpening. Ferðaútreiðslur verða goldnar eftir reglum landsins um ferðapening.” 3) Í § 1 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Nevndarformaðurin kann einsamallur taka avgerð um at játta ella sýta steðgandi virknað í kærumálum, tá slík avgerð ikki tolir at bíða. Nevndarformaðurin skal uttan drál kunna nevndina um slíka avgerð.“

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd Tórshavn, 17. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 144/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
kærunevnd í lendismálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 17. mai 2011 · innanhýsis
Áður galdandi · 13. desember 2006

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙