Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. juni 1996 Nr. 89

Løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005

Kapittul 1. Almennar reglur

Kapittul 2. Læknavirksemi á sjúkrahúsunum

Kapittul 3. Rættin til veitingar

Kapittul 4. Kærurættur

Kapittul 5. Gildissetan o.a.

Kapittul 1.

Almennar reglur

Kapittul 1 Almennar reglur

Henda lóg um Sjúkrahúsverk Føroya er givin út sambært , “Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um 3 sjúkrahús. Til Sjúkrahúsverkið hoyra eisini serligir stovnar. Stk. 2. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørjir serligir stovnar hoyra undir sjúkrahúsverkið og teirra virki.

2) (Strikað).

Heilsustýrið hevur eftirlit við sjúkrahúsverkinum. Kapittul 2. Læknavirksemi á sjúkrahúsunum

Kapittul 2 Læknavirksemi á sjúkrahúsunum

Yvirlæknarnir á sjúkrahúsunum hava rætt og skyldu at veita hjálp og móttaka hjálp frá hinum sjúkrahúsunum og rætt til at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark. Stk. 2. 1) Í serligum føri kann ein yvirlækni við loyvi frá landsstýrismanninum senda sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum. Stk. 3. 1) Nærri reglur viðvíkjandi stk. 1 og 2 verða ásettar av landsstýrismanninum. Stk. 4. Við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi skipað/sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvirlæknastarv. Stk. 5. 1) Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinir eftir góðkenning frá landsstýrismanninum. Kapittul 3. Rættin til veitingar

Kapittul 3 Rættin til veitingar

Viðgerð í sjúkrahúsverkinum er ókeypis fyri persónar við bústaði í Føroyum, sbr.tó stk. 2. Stk. 2. 1) Persónar, sum flyta til Føroyar úr Danmark ella Grønlandi, hava rætt til tað í stk. 1 umrøddu ókeypis viðgerð. Persónar, sum flyta til Føroyar úr útlandinum, hava ikki rætt til hesar veitingar fyrr enn 6 vikur eftir, at teir eru fluttir. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at nærri ávísir persónbólkar fáa rætt til ta í stk. 1. umrøddu veiting beinanvegin eftir, at teir eru fluttir ella eftir eitt uppihald, sum er styttri enn 6 vikur. Stk. 3. 1) Persónar, við bústaði í Danmark ella Grønlandi, sum fyribils halda til í Føroyum, hava rætt til ta í stk. 1 umrøddu ókeypis viðgerð beinanvegin, um ikki endamálið við uppihaldinum var at fáa sjúkrahúsviðgerð, og sjúklingurin ikki kann flytast til eitt sjúkrahús, har persónurin hevur búðstað, ella annars hevur tørv á bráðfeingis hjálp. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at givin verður persónum við bústaði í útlondum, sum fyribils halda til í Føroyum, ókeypis viðgerð á teimum føroysku sjúkrahúsunum og hartil hoyrandi stovnum. Stk 4. Tá teir í stk. 1-2 nevndu persónar við játtan frá sjúkrahúsverkinum fáa viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, verða tær útreiðslur sum standast av viðgerðini goldnar av sjúkrahúsverkinum. Stk. 5. 1) Tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at summar viðgerðir verða veittar ókeypis uttan mun til, hvar sjúklingurin býr. Stk. 6. 1) Uttan mun til reglurnar í stykki 1-5 kan landsstýrismaðurin áseta reglur um, at í serligum føri kann gjald áleggjast fyri ávísar viðgerðir og veitingar ella fyri viðgerð á ávísum stovnum. Stk. 7. 1) Fyri persónar, sum sambært hesi lóg ikki hava rætt til ókeypis viðgerð, verða reglur viðvíkjandi gjaldi ásettar av landsstýrismanninum.

1) Ásetingin í § 6 fevnir eisini um tann persón, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan. Stk. 2. Sjúkrahúsverkinum verður heimilað at endurrinda tí persóni, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan, mista arbeiðsinntøku. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu arbeiðsinntøkurnar eftir stk. 2 verða roknaðar, og reglur um mannagongdir fyri, hvussu mistar arbeiðsinntøkur verða endurgoldnar.”

Til persónar, sum sambært § 6 hava rætt til ókeypis viðgerð, verður veittur flutningur ella givið ferðaendurgjald í Føroyum, um støðan hevur viðført, at flutningur er neyðugur. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um flutning ella ferðaendurgjald til sjúklingar, sum skulu fara úr Føroyum til viðgerðar í einum øðrum landi. Stk. 3. 1) Viðvíkjandi rindan av øðrum útreiðslum í samband við, at sjúklingur, sum skal sendast úr Føroyum til viðgerðar í einum øðrum landi, ásetir landsstýrismaðurin nærri reglur. Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, í hvørjum øðrum førum flutningur ella ferðaendurgjald verður givið.

1) Ferðin, har endurgjald eftir § 7 verður givið, skal verða gjørd við tí eftir umstøðunum bíligasta og ráðiligasta flutningshátti. Landsstýrismaðurin kann áseta í kunngerð, at ferðaendurgjald bert verður veitt, tá útreiðslurnar eru omanvert eina nærri ásetta upphædd.. Stk. 2. 1) Nærri reglur um veitan av flutningi og ferðaendurgjaldi og rindan av øðrum neyðugum ferðaútreiðslum í samband við hetta verða ásettar av landsstýrismanninum.

Útgjaldan av ferðaendurgjaldi og loysn av øðrum flutningsuppgávum í Føroyum verður umsitið av tí sjúkrahúsi, har sjúklingurin fær viðgerð. Kapittul 4. Kærurættur

Kapittul 4 Kærurættur

1) Avgerðir, ið tiknar verða sambært hesi løgtinglóg um rætt til viðgerð, flutning ella ferðaendurgjald, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdandi.

1) (Strikað). Kapittul 5. Gildissetan o.a.

Kapittul 5 Gildissetan o.a.

Henda lóg fær gildi 29. juli 1996. Stk. 2. 2) Samstundis fara úr gildi ásetingarnar í lógarkunngerð nr. 137 frá 6. mars 1991 “for Færøerne om sygehusvæsenet” við seinni broyting, tó ikki §§ 17-19.3) 1) Broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 6. mai 2003, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó hevur § 1, nr. 5 virknað frá 1. januar 2003.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005, har § 17 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2005 Stk. 2. Tó koma § 3, §10, stk. 1 og 4, og § 12 í gildi 1. juni 2005. Stk. 3. Løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya fer úr gildi 1. desember 2005, tó fer § 3 úr gildi 1. juni 2005. § 12, stk. 2 fer tó ikki úr gildi. Stk. 4. Kunngerðir, sum eru settar í gildi sambært løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya, og sum ikki eru í ósamsvari við hesa lóg, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg.” 3) §§ 17-19 í lovbekendtgørelse nr. 137 frá 6. mars 1991 ljóða soleiðis: “§ 17. Statshospitalet i Thorshavn overføres med virkning fra den 1. januar 1977 til det færøske hjemmestyre og sammenlægges med landssygehuset. Stk. 2. Overførelsen sker vederlagsfrit for hjemmestyret. § 18. De ved statshospitalet i Thorshavn pr. 31. december 1976 tjenestegørende statstjenestemænd tilbydes ansættelse som tjenestemænd under det færøske sygehusvæsen fra 1. januar 1977 at regne med løn- og pensionsvilkår, der svarer til de for de pågældende tjenestemænd på Færøerne under ansættelse i staten gældende. Stk. 2. Med hensyn til de statstjenestemænd, der ikke måtte ønske at overgå til ansættelse ifølge reglen i stk. 1, og med hensyn til fordeling mellem statskassen og landskassen af den fremtidige pensionsbyrde anvendes reglerne i lov nr. 328 af 26. juni 1975 om overførelse af statshospitalerne i Danmark til amtskommunerne og således, at løn-, pensions- og andre ansættelsesvilkår vil være at behandle efter de for statens tjenestemænd tjenstegørende på Færøerne i øvrigt gældende regler. Stk. 3. Ansættelse af personale ved statshospitalet sker fra og med 1. januar 1977 efter reglerne for ansættelse ved det færøske sygehusvæsen. § 19. Denne lov træder i kraft den 1. april 1977, bortset fra bestemmelserne i lovens kapitel IV (§§ 11 og 12 vedrørende overførelse af statshospitalet i Thorshavn til det færøske hjemmestyre), som træder i kraft den 1. januar 1977. Stk. 2. Ved lovens ikrafttræden den 1. april 1977 ophæves lov nr. 76 af 15. marts 1939 for Færøerne om sygehuse som ændret ved lov nr. 175 af 23. juni 1956. Stk. 3. Til et tidspunkt, der fastsættes af indenrigsministeren efter forhandling med landsstyret, ophæves: Lov nr. 147 af 24. april 1963 om opførelse af et statshospital i Thorshavn.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya · innanhýsis
Áður galdandi · 6. mai 2003

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙