Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. mai 2003 Nr. 72

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 3, § 3, stk. 1, § 6, stk. 2, 3, 5 og 6, § 7, stk. 2, 3 og 4, § 8, stk. 1 og § 10, stk. 3 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”. 2) Í § 3, stk. 2, § 5, stk. 3, § 6, stk. 7 og § 8, stk. 2 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 3) Í § 5, stk. 2 verður “leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið” broytt til: “landsstýrismanninum”. 4) Í § 5, stk. 5 verða orðini “í tann mun, serkønir læknar eru á staðnum, eftir tilráðing frá leiðsluni á sjúkrahúsverkinum” broytt til: “eftir góðkenning frá landsstýrismanninum”. 5) Aftan á § 6 verður sett: “§ 6 a. Ásetingin í § 6 fevnir eisini um tann persón, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan. Stk. 2. Sjúkrahúsverkinum verður heimilað at endurrinda tí persóni, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan, mista arbeiðsinntøku. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu arbeiðsinntøkurnar eftir stk. 2 verða roknaðar, og reglur um mannagongdir fyri, hvussu mistar arbeiðsinntøkur verða endurgoldnar.” 6) Í § 7, stk. 2 verða orðini “við samtykt frá sjúkrahúsverkinum” strikað. 7) Í § 7, stk. 3 verða orðini “við samtykt frá sjúkrahúsverkinum,” strikað. 8) § 8, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin kann áseta í kunngerð, at ferðaendurgjald bert verður veitt, tá útreiðslurnar eru omanvert eina nærri ásetta upphædd.” 9) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Avgerðir, ið tiknar verða sambært hesi løgtinglóg um rætt til viðgerð, flutning ella ferðaendurgjald, kunnu kærast til landsstýrismannin.” 10) § 11 verður tikin av.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó hevur § 1, nr. 5 virknað frá 1. januar 2003. Tórshavn, 6. mai 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 109/2002

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙