Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Brunaumsjón landsins hevur eftirlit við brunamálum. Eftirlitið fevnir um§ 2Fyrisitingin hjá brunaumsjónini verður løgd undir ein landsstovn eftir landsstýrisins avgerð§ 3Hvør kommuna skal sambært reglunum í hesi lóg hava sløkkilið, sum við fyriliti til vídd, slag av…§ 4Býar- ella bygdarráðið stendur fyri sløkkiliðinum í kommununi§ 5Hvør kommuna ger eina brunasamtykt við gjøllari reglum fyri§ 6Í hvørjari kommunu setir býar- ella bygdarráðið ein brunaumsjónarmann. Fleiri kommunur kunnu vera…§ 7Býar- ella bygdaráðið ásetir gjøllari reglur um setan av manning til sløkkiliðið§ 8Landsstýrið kann áseta reglur um útbúgving av starvsfólkinum í sløkkiliðinum. Kommunan ber…§ 9Brunaumsjón landsins kann áseta reglur um venjingar hjá sløkkiliðinum§ 10Brunaumsjón landsins kann áseta at nýta einsháttað sløg av sløkkiamboðum og ‑kranum, og eisini…§ 11Býar- ella bygdaráðið hevur skyldu at síggja til, at í hvørjum fjølbygdum parti av kommununi er…§ 12Í hvørjari kommunu skal vera ein skipan til at boða sløkkiliðinum frá. Brunanevndin – í…§ 13Um ein kommuna ikki útvegar og røkir tey neyðugu sløkkiamboð ella ikki setir ta manning, ið…§ 13 aTilbúgving fevnir um landstilbúgvingina, kommunalu tilbúgvingina og tað virksemi, ið almennar og…§ 13 bHvør landsstýrismaður, kommuna og fyritøka skal, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, hava eina dygga…§ 13 cLandsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum stjórnar og samskipar tilrættisleggingina av…§ 13 dLandsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum hevur rætt til innlit í tilbúgvingina hjá øllum pørtum§ 13 eLandsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum kann við kunngerð áseta reglur um§ 13 fLandsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan viðvíkjandi avgerðum, ið eru tiknar við heimild í…§ 14Hvør tann, ið verður varur við eldsbruna ella umstøður, ið vísa, at hóttandi vandi er fyri…§ 15Øll hava skyldu at veita ta hjálp, tey kunnu, tá ið eldur er í§ 16Sløkkiliðið hevur rætt til, tá ið eldur er í, í tann mun bjargingar- og sløkkingararbeiðið ger…§ 17Brunaumsjónarmaðurin ella, tá ið hann er burtur, ein tiltaksmaður, hevur ræðið á eldstaðnum undir…§ 18Hann, ið ræðið hevur á brunasstaðnum, skal, tá í bráðneyðugt er, senda boð eftir hjálp frá øðrum…§ 193) Sløkkiliðið skal, tá ið eldur er í, geva sær far um, hví eldurin er íkomin. Í sambandi við…§ 20Tá ið eldur er í, ella óhapp verður av vandamiklum evnum, skal løgreglan gera tørvandi avbyrging,…§ 21Til at seta á stovn virki, har ið verða framleidd, viðgjørd ella nýtt spreingifimir, eldkvæmir…§ 223) Brunaumsjón landsins kann áseta, at í bygningum og mannverkum annars, har serligur vandi er…§ 23Landsstýrið kann áseta reglur um, hvussu ofta skorsteinar og roykræsi skulu verða reinsað, hvussu…§ 24Landsstýrið kann áseta reglur um, í hvønn mun brunaumsjónarmaðurin skal sýna bygningar, har sum…§ 253) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri nýtslu av eldi og ljósi, fyri goymslu, flutning og…§ 26Við sekt verður straffaður§ 27Brot á § 14, § 15, 1.-3. stk., § 20, 2. stk., ella § 21, verður revsað við sekt§ 28Lógin fær gildi, tá ið hon verður kunngjørd

Lógtekstur

12. juni 1986 Nr. 78

Løgtingslóg um eldsbruna o.a. sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 11. mai 2009 1)

1. kapittul. Skipan av brunamálum.

1a. Kapittul Tilbúgving

2. kapittul. Atgerðir vegna eldsbruna ella óhapp av vandamiklum evnum.

3. kapittul. Eldhættislig virkir o.a.m.

4. kapittul. Skorsteinsreinsan.

5. kapittul. Brunasýning.

6. kapittul. Fyriskipanir

7. kapittul. Straffur og gildi.

1. kapittul.

Skipan av brunamálum.

§ 1 Brunaumsjón landsins hevur eftirlit við brunamálum. Eftirlitið fevnir um

Brunaumsjón landsins hevur eftirlit við brunamálum. Eftirlitið fevnir um: 1) Tilbúgving og útgerð hjá sløkkiliðunum. 2) Gerð av brunareglugerð. 3) Vatnveiting til sløkkilið. 4) Ávaringarskipan hjá sløkkiliðunum. 5) Útbúgving av manningini í sløkkiliðunum. 2. stk. Brunaumsjón landsins røkir umframt tey størv, ið verða løgd undir stovnin í lógini ella í teimum fyriskipanum, ið verða gjørdar sambært lógini. 3. stk. Landsstýrið kann leggja fleiri størv undir brunaumsjón landsins. 4. stk. Landsstýrið setir Brunaráð við 5 limum, ið verða valdir fyri 4 ár. 2 av limunum verða valdir eftir uppskoti frá kommununum og 1 eftir uppskoti frá løgregluni. Ráðið er ráðgevandi hjá myndugleikum og øðrum brunaspurningum viðvíkjandi. Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur fyri Brunaráðið.

§ 2 Fyrisitingin hjá brunaumsjónini verður løgd undir ein landsstovn eftir landsstýrisins avgerð

Fyrisitingin hjá brunaumsjónini verður løgd undir ein landsstovn eftir landsstýrisins avgerð. 2. stk. Avgerðir, brunaumsjón landsins tekur, kunnu verða lagdar fyri landsstýrið. 3. stk. Landsstýrið kann hóast regluna í 2. stk. áseta, at ávísar avgerðir, ið brunaumsjón landsins tekur, eru endaligar.

§ 3 Hvør kommuna skal sambært reglunum í hesi lóg hava sløkkilið, sum við fyriliti til vídd, slag av…

Hvør kommuna skal sambært reglunum í hesi lóg hava sløkkilið, sum við fyriliti til vídd, slag av bygging og virkjum í kommununi, fjølbýli, vatnveiting o.a. er ført fyri at inna fullgott bjargingar- og sløkkiarbeiði, tá ið eldur er í, og veita dygga hjálp, tá ið óhapp stendst av vandamiklum evnum. 2. stk. Brunaumsjón landsins kann heilt ella fyri ein part sleppa einari kommunu frá at halda sløkkilið, um so er, at kommunan í semju við annað sløkkilið ella á annan hátt fær í lag fullgóða skipan av bjargingar- og sløkkiarbeiðinum í kommununi. 3. stk. Brunaumsjón landsins kann áseta, at kommunur innan fyri avmarkað øki skulu taka avgerð, sbr. 2. stk. um at hava sama sløkkilið, um tær ikki sjálvar vilja halda sløkkilið. 4. stk. Brunaumsjón landsins kann loyva, at fleiri kommunur hava sama sløkkilið.

§ 4 Býar- ella bygdarráðið stendur fyri sløkkiliðinum í kommununi

Býar- ella bygdarráðið stendur fyri sløkkiliðinum í kommununi. 2. stk. Landsstýrið kann í samráð við avvarðandi býar- ella bygdarráð gera av, at kommunan skal seta eina brunanevnd. 3. stk. Í kommunum við brunanevnd hevur henda nevndin fyristøðuna. 4. stk. Í brunanevndini sita 3 limir, tilnevndir av býar- ella bygdarráði, brunaumsjónarmaður og 1 limur, sum fútin tilnevnir. 5. stk. Býar- ella bygdarráðið velur formannin í brunanevndini millum teir limir, sum býar- ella bygdarráðið hevur tilnevnt. Formaðurin og í minsta lagi 1 av teimum limum, sum býar- ella bygdarráðið hevur tilnevnt, skulu vera limir í býar- ella bygdarráðnum. Stk. 6. 2) Kommunur, sum eru felags um eitt sløkkilið, kunnu avtala at hava felags brunanevnd við í minsta lagi 3 kommunalum limum.

§ 5 Hvør kommuna ger eina brunasamtykt við gjøllari reglum fyri

Hvør kommuna ger eina brunasamtykt við gjøllari reglum fyri: a) skipan og tænastuviðurskifti hjá sløkkiliðinum, b) tí sløkkiútgerð, ið skal vera til, og hildin fyri rokning kommununnar, c) tey sløkkiamboð, sum eigarar av fastari ogn skulu fáa sær og umsita, d) ta vatnveiting, ið neyðug er til eldsløkkingina, e) boðsending eftir sløkkiliðinum. 2. stk. Býar- ella bygdaráðið ger brunasamtyktina. Brunasamtyktin skal verða góðkend av brunaumsjón landsins. 3. stk. Býar- ella bygdaráði kunnger brunasamtyktina. 4. stk. Brunasamtyktin verður endurskoðað í minsta lagi 5. hvørt ár.

§ 6 Í hvørjari kommunu setir býar- ella bygdarráðið ein brunaumsjónarmann. Fleiri kommunur kunnu vera…

Í hvørjari kommunu setir býar- ella bygdarráðið ein brunaumsjónarmann. Fleiri kommunur kunnu vera saman um ein brunaumsjónarmann. Tilnevningin skal verða góðkend av brunaumsjón landsins. 2. stk. Býar- ella bygdaráðið kann seta ein ella fleiri hjálparmenn at vera brunaumsjónarmanninum til hjálpar eftir somu reglum sum í 1. stk. 3. stk. Brunaumsjónarmaðurin hevur ta dagligu fyrisitingina av sløkkiliðinum í kommununi. 4. stk. Brunaumsjón landsins kann gera reglugerð fyri brunaumsjónarmenn og hjálparar.

§ 7 Býar- ella bygdaráðið ásetir gjøllari reglur um setan av manning til sløkkiliðið

Býar- ella bygdaráðið ásetir gjøllari reglur um setan av manning til sløkkiliðið.

§ 8 Landsstýrið kann áseta reglur um útbúgving av starvsfólkinum í sløkkiliðinum. Kommunan ber…

Landsstýrið kann áseta reglur um útbúgving av starvsfólkinum í sløkkiliðinum. Kommunan ber útreiðslurnar til útbúgving av sløkkiliðinum.

§ 9 Brunaumsjón landsins kann áseta reglur um venjingar hjá sløkkiliðinum

Brunaumsjón landsins kann áseta reglur um venjingar hjá sløkkiliðinum.

§ 10 Brunaumsjón landsins kann áseta at nýta einsháttað sløg av sløkkiamboðum og ‑kranum, og eisini…

Brunaumsjón landsins kann áseta at nýta einsháttað sløg av sløkkiamboðum og ‑kranum, og eisini áseta almennar reglur fyri nýtslu av opnum vatnveitingarstøðum.

§ 11 Býar- ella bygdaráðið hevur skyldu at síggja til, at í hvørjum fjølbygdum parti av kommununi er…

Býar- ella bygdaráðið hevur skyldu at síggja til, at í hvørjum fjølbygdum parti av kommununi er nóg góð vatnveiting til eldsløkkingar, og at neyðturviligur vegur er til økið. 2. stk. Kommunan ber útreiðsluna av at seta upp og umsita sløkkingarkranar og ávís vatnveitingarstøð.

§ 12 Í hvørjari kommunu skal vera ein skipan til at boða sløkkiliðinum frá. Brunanevndin – í…

Í hvørjari kommunu skal vera ein skipan til at boða sløkkiliðinum frá. Brunanevndin – í kommununum uttan brunanevnd býar- ella bygdaráðið – ger fráboðanarskipanina. Skipanin skal verða góðkend av brunaumsjón landsins og fútanum. 2. stk. 3) Telefonverkið skal vera til hjálpar, tá ið boðað verður frá eldi. Landsstýrið kann aftaná samráðing við Telefonverk Føroya Løgtings áseta gjøllari reglur um hetta.

§ 13 Um ein kommuna ikki útvegar og røkir tey neyðugu sløkkiamboð ella ikki setir ta manning, ið…

Um ein kommuna ikki útvegar og røkir tey neyðugu sløkkiamboð ella ikki setir ta manning, ið neyðug er, ella um hon ikki hevur umsorgan fyri tørvandi vatnveiting ella fráboðanarskipan, kann spurningurin verða lagdur fyri landsstyrið. 2. stk. Landsstýrið kann fyri kommununnar rokning bøta um tað, sum vantar. 1a. Kapittul 3) Tilbúgving

§ 13 a Tilbúgving fevnir um landstilbúgvingina, kommunalu tilbúgvingina og tað virksemi, ið almennar og…

Tilbúgving fevnir um landstilbúgvingina, kommunalu tilbúgvingina og tað virksemi, ið almennar og vinnuligar fyritøkur reka, og sum hevur týdning fyri tilbúgvingina, sbr. § 13b, stk. 1. Stk. 2. Endamálið við tilbúgvingini er at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, fæ, umhvørvi og ognir, tá kreppur og vanlukkur raka samfelagið, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum.

§ 13 b Hvør landsstýrismaður, kommuna og fyritøka skal, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, hava eina dygga…

Hvør landsstýrismaður, kommuna og fyritøka skal, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, hava eina dygga tilbúgving, umframt tryggja, at virkisføri í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar orsakað av kreppum og vanlukkum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum tekur avgerð um, hvussu tann tilbúgving, sum ikki beinleiðis er málsøki hjá øðrum landsstýrismanni, kommunu ella fyritøku, skal skipast, sbr. § 13a, stk. 1.

§ 13 c Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum stjórnar og samskipar tilrættisleggingina av…

Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum stjórnar og samskipar tilrættisleggingina av tilbúgvingini, sbr. § 13b, og veitir myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving. Stk. 2. Allir partar í tilbúgvingini hava skyldu til at samstarva.

§ 13 d Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum hevur rætt til innlit í tilbúgvingina hjá øllum pørtum

Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum hevur rætt til innlit í tilbúgvingina hjá øllum pørtum. Stk. 2. Landsstýrismenn, kommunur og fyritøkur kunnu gera avtalur sínámillum, við hvønn annan og við onnur, sjálvboðin sum vinnulig, um skipan av tilbúgvingini.

§ 13 e Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum kann við kunngerð áseta reglur um

Landsstýrismaðurin við tilbúgvingarmálum kann við kunngerð áseta reglur um 1) bygnað, skipan og innihald í tilbúgvingini, 2) stødd og vav (dimensjonering) í tilbúgvingini, 3) venjingar, t.d. stakvenjingar og felagsvenjingar, 4) amboð, útgerð og samskiftisútbúnað at brúka í tilbúgvingini, 5) útbúgvingar, 6) uppgávur og leiklut hjá sjálvbodnum felagsskapum í tilbúgvingini, og 7) stuðul til sjálvbodnar felagsskapir.

§ 13 f Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan viðvíkjandi avgerðum, ið eru tiknar við heimild í…

Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan viðvíkjandi avgerðum, ið eru tiknar við heimild í §§ 13b-13d, til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina. 2. kapittul. Atgerðir vegna eldsbruna ella óhapp av vandamiklum evnum.

§ 14 Hvør tann, ið verður varur við eldsbruna ella umstøður, ið vísa, at hóttandi vandi er fyri…

Hvør tann, ið verður varur við eldsbruna ella umstøður, ið vísa, at hóttandi vandi er fyri eldsbruna, ella varnast við óhapp av vandamiklum evnum, skal alt fyri eitt siga teimum frá, sum eru hótt av vanda, senda boð eftir sløkkiliðinum og royna at køva eldin ella byrgja fyri vandanum.

§ 15 Øll hava skyldu at veita ta hjálp, tey kunnu, tá ið eldur er í

Øll hava skyldu at veita ta hjálp, tey kunnu, tá ið eldur er í. 2. stk. Hann, ið er hjástaddur, tá eldur er í, skal, tá ið hann, sum ræðið hevur á brunastaðnum, krevur tað, taka lut í bjargingar- og sløkkingararbeiðinum. 3. stk. Hann, ið ræðið hevur á brunastaðnum, kann krevja, at privat sløkkiútgerð, privatir stigar, slangur, íløt og tílík, øll sløg av privatum flutningstólum, traktorar og onnur arbeiðsamboð verða latin til nýtslu í bjargingar- og sløkkingararbeiðinum umframt neyðuga manning. 4. stk. Hann, sum sbr. 1.-3. stk. hevur verið uppi í bjargingar- og sløkkiarbeiðinum ella hevur latið amboð ella flutningstól til nýtslu í hesum, eigur rætt til endurgjald frá kommununi fyri mista arbeiðsinntøku og fyri at vera uttan amboð. Hann eigur harumframt rætt til endurgjald fyri skaða, amboðini hava fingið í arbeiðinum.

§ 16 Sløkkiliðið hevur rætt til, tá ið eldur er í, í tann mun bjargingar- og sløkkingararbeiðið ger…

Sløkkiliðið hevur rætt til, tá ið eldur er í, í tann mun bjargingar- og sløkkingararbeiðið ger tað neyðugt at sleppa sær inn á privata ogn, um neyðugt við at bróta niður og taka burtur forðingar. 2. stk. Eisini hevur sløkkiliðið rætt til at taka niður bygningar ella taka burtur gróður, tá ið hann, ið ræðið hevur á brunastaðnum, heldur tað vera neyðugt til at støðga eldinum. Tá bygningar verða tiknir niður, skulu tað um møguligt fáast loyvi frá fútanum. 3. stk. Skaði veldur av sløkkiliðinum verður roknaður sum eldskaði. 4. stk. Tá ið eldur er í, hevur sløkkiliðið rætt til at nýta ta orku, sum er í brunnum, vatnleiðingum og øðrum. Samsýning kann ikki verða kravd fyri tað vatn, sum sløkkiliðið brúkar til at sløkkja við. 5. stk. 1. og 4. stk. galda somuleiðis, tá ið óhapp stendst av vandamiklum evnum.

§ 17 Brunaumsjónarmaðurin ella, tá ið hann er burtur, ein tiltaksmaður, hevur ræðið á eldstaðnum undir…

Brunaumsjónarmaðurin ella, tá ið hann er burtur, ein tiltaksmaður, hevur ræðið á eldstaðnum undir bjargingar- og sløkkingararbeiðinum. 2. stk. Í kommunum við ongum sløkkiliði hevur fyristøðumaðurin fyri tí sløkkiliði, ið hevur ábyrgdina av sløkking í avvarðandi kommunu, ræðið á brunastaðnum, uttan so hetta ræði sambært brunasamtyktini er lagt undir brunaumsjónarmannin.

§ 18 Hann, ið ræðið hevur á brunasstaðnum, skal, tá í bráðneyðugt er, senda boð eftir hjálp frá øðrum…

Hann, ið ræðið hevur á brunasstaðnum, skal, tá í bráðneyðugt er, senda boð eftir hjálp frá øðrum sløkkiliði, ið tá skal koma við sløkkiamboðum og manning, uttan so tørvur er á manning og amboðum aðrastaðni samstundis. Um brunaumsjónarmaðurin ikki hevur ræðið, kunnu boð eisini bara verða send eftir hansara avgerð. Løgreglan kann aftan á samráðing við hann, ið hevur ræðið á brunastaðnum, og brunaumsjónarmannin somuleiðis senda boð eftir hjálp. 2. stk. Brunaumsjón landsins kann áseta, at kommuna ger avtalu um hjálp sambært tí, sum frammanfyri er ásett. 3. stk. Um so er, at eingin avtala er gjørd frammanundan um endurgjald, skulu tær beinleiðis útreiðslur, ið standast av tílíkum neyðsendaramboðum, heruppií skaði á sproytur ella aðra brunaútgerð, verða endurgoldnar av teirri kommunu, sum hevur biðið um hjálpina. Ósemjur um endurgjald verða avgjørdar av landsstýrinum.

§ 19 3) Sløkkiliðið skal, tá ið eldur er í, geva sær far um, hví eldurin er íkomin. Í sambandi við…

3) Sløkkiliðið skal, tá ið eldur er í, geva sær far um, hví eldurin er íkomin. Í sambandi við fráboðan um eldsbruna og annað skal Brunaumsjón landsins hava boð samstundis sum sløkkiliðið, til tess at kunna fara á skaðastaðið beinan vegin at gera kanningar, sum kunnu lýsa og skráseta hendingar. Finnur tað okkurt illgrunavert, skal beinanvegin verða boðað løgregluni frá, og um tilber, prógv fyri hesum verða varðveitt.

§ 20 Tá ið eldur er í, ella óhapp verður av vandamiklum evnum, skal løgreglan gera tørvandi avbyrging,…

Tá ið eldur er í, ella óhapp verður av vandamiklum evnum, skal løgreglan gera tørvandi avbyrging, halda skil á og gera øll tiltøk, sum neyðug eru fyri tryggleika sakir. 2. stk. Øll hava skyldu til at virða byrgingina og at lýða boðum frá løgregluni ella sløkkiliðinum um at fara av tí avbyrgda øki ella vegnum og frá brunastaðnum. 3. kapittul. Eldhættislig virkir o.a.m.

§ 21 Til at seta á stovn virki, har ið verða framleidd, viðgjørd ella nýtt spreingifimir, eldkvæmir…

Til at seta á stovn virki, har ið verða framleidd, viðgjørd ella nýtt spreingifimir, eldkvæmir ella serliga eldførir løgir, luftevni ella annað evni, krevst loyvi frá brunaumsjón landsins. Sama er, tá ið tað snýr seg um munandi umbyggingar, økingar ella broytingar í rakstrinum. 2. stk. Brunaumsjón landsins kann krevja, at slíkar avgerðir verða settar í verk viðvíkjandi støðu, innrætting og nýtslu av virkinum, sum hildið verður neyðugt til tess at minka um vanda fyri eldsbruna ella spreinging ella til at tryggja góðar møguleikar fyri sløkkiarbeiði og bjarging av mannalívum, tá eldur er í. Í hesum sambandi kann eisini verða álagt virkinum at útvega bruna- og bjargingarútgerð og at leggja vatnveiting til egna nýtslu.

§ 22 3) Brunaumsjón landsins kann áseta, at í bygningum og mannverkum annars, har serligur vandi er…

3) Brunaumsjón landsins kann áseta, at í bygningum og mannverkum annars, har serligur vandi er fyri eldi, ella har stór virði eru hótt av oyðing, skulu tiltøk verða gjørd til tess at minka um brunavandan og til tryggingar av fullgóðum bjargingar- ella sløkkimøguleikum, um eldur kemur í. Slík áseting kann eisini verða gjørd fyri samkomuhús, sjónleikarhús, gistingarhús, sjúkrahús, bygningar, ið verða nýttir til undirvísingar-, framsýningar- ella skemtannarendamál og yvirhøvur mannverk ella størri høli, har fólk koma. Brunaumsjón landsins kann í hesum sambandi eisini áseta treytir um ávaringarskipan, sløkkiskipan, rakstrarviðurskifti, at sløkkiútgerð verður útvegað, vatnveiting fingin í lag, at tryggja at út slepst, og at atkomuvegir verða gjørdir til akførini hjá sløkkiliðnum og støði til stigar og sproytur. 2. stk. Brunaumsjón landsins kann áseta, at tá ið samkomuhús, sjónleikarhús o.t. verða nýtt, skal brunavaktarhald vera, og hetta skal verða goldið av fyrireikaranum fyri hetta eftir taksti, sum býar- ella bygdaráðið hevur ásett. 4. kapittul. Skorsteinsreinsan.

§ 23 Landsstýrið kann áseta reglur um, hvussu ofta skorsteinar og roykræsi skulu verða reinsað, hvussu…

Landsstýrið kann áseta reglur um, hvussu ofta skorsteinar og roykræsi skulu verða reinsað, hvussu hetta skal verða gjørt, hvør ið hetta skal gera og um gjøld fyri hetta. Gjaldið kann verða innheintað við panting. 5. kapittul. Brunasýning.

§ 24 Landsstýrið kann áseta reglur um, í hvønn mun brunaumsjónarmaðurin skal sýna bygningar, har sum…

Landsstýrið kann áseta reglur um, í hvønn mun brunaumsjónarmaðurin skal sýna bygningar, har sum eldstaður er. Stk. 2. 3) Brunaumsjón landsins skal regluliga sýna samkomuhús, sjónleikarhús, gistingarhús, sjúkrahús, bygningar, ið verða nýttir til undirvísingar-, framsýningar- ella skemtannarendamál og yvirhøvur mannverk, har fólk koma, og sýna eldhættisligar bygningar og goymslur, virki o.a., sum koma inn undir §§ 21 og 22. Stk. 3. 2) Vísir sýningin, at tað fyriliggja viðurskifti, sum kunnu elva til serligan vanda fyri brunatrygdina, kann eftirlitsmaðurin forbjóða virkseminum ella forbjóða, at bygningar ella partar av bygningi, hølum ella mannaverki verða nýtt, til bøtt er um brekið, og sýningin vísir, at hetta er gjørt á fullgóðan hátt. 4. stk. Hevur brekið minni upp á seg, verður álagt at bøta um brekið innan ávísa freist. Táið freistin er úti og í seinasta lagi næstu ferð, sýnt verður, skal ansast eftir, at bøtt er um brekið. 5. stk. Tey sambært hesi grein settu forboð og krøv skulu skrivliga verða boðað eigaranum ella øðrum, sum avvarðar. 6. stk. Eftirlitsmaðurin skrivar gerðabók ella seðlaskrá, har ið tað fyri hvørja ogn verður skrivað um tær sýningar, sum hava verið, um brek eru funnin við sýningarnar, hvørji forboð og krøv, sum givin hava verið, og um gjørt er eftir teimum. 7 stk. Verður ikki gjørt eftir teimum boðum og krøvum, sum sett eru sambært 3. og 4. stk., skal hetta verða meldað løgregluni. 6. kapittul. Fyriskipanir

§ 25 3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri nýtslu av eldi og ljósi, fyri goymslu, flutning og…

3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri nýtslu av eldi og ljósi, fyri goymslu, flutning og nýtslu av eldfimum ella spreingikvæmum, føstum, flótandi luftborðnum evnum og fyri innrætting og rakstri av virkjum, har slík evni verða goymd ella framleidd, fyri innrætting og nýtslu av eldstøðum og øðrum útbúnað til hita, ljós og kraft og annars gera slíkar ásetingar fyri mannverk, so sum bygningar, serlig løgu- og byggiarbeiði, tangar, bingjur, kranar, tunlar, áskoðarapallar og -øki, o.a., sum verða hildnar neyðugar til at byrgja fyri eldsvanda, og til tryggingar av fullgóðum rakstri viðvíkjandi fráboðanar- og sløkkiútgerð, og rýmingar- bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann kunngera reglur og fyriskipanir viðvíkjandi teimum viðurskiftum, sum eru umrødd í stk. 1, við tilvísing til heiti, nummar og dagfesting fyri, nær tær eru undirritaðar av skikkaðum myndugleikum. 7. kapittul. Straffur og gildi.

§ 26 Við sekt verður straffaður

Við sekt verður straffaður 1) hann, sum ikki er nóg varin við eldi, ljósi, eldførispinnum, øsku, eldfimum evnum og øðrum, sum annars kann elva til eld ella ikki ansar eftir, at fólk, sum hoyra til húski hansara ella virki eru nóg varin, og 2) hann, ið sum eigari ella nýtari av elektriskum útbúnað ella øðrum ljós-, kraft- ella maskinútbúnaði, sum kann elva til eld, nýtir slíkan útbúnað, ella letur hann nýta, hóast hann ikki er í fullgóðum standi. 2. stk. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki á fullgóðan hátt heldur eldstaðir ella roykrør frá hesum rein ella heldur skorsteinar, eldstaðir ella roykleidningar í standi. Sakarábyrgdina av ikki at halda rein hevur tann, ið sum eigari ella brúkari nýtir tey høli, har eldstaðurin er. Eigarin hevur ábyrgdina av tvørrandi umsiting. Sama hevur nýtarin, um hann ikki sum skjótast, aftaná at hann er vorðin kunnugur við brekið, hevur sagt eigaranum ella brunaumsjónarmanninum frá hesum.

§ 27 Brot á § 14, § 15, 1.-3. stk., § 20, 2. stk., ella § 21, verður revsað við sekt

Brot á § 14, § 15, 1.-3. stk., § 20, 2. stk., ella § 21, verður revsað við sekt. 2. stk. Tann, ið aðramáta brýtur reglurnar í hesi lóg ella tær fyriskipanir, sum eru givnar sambært lógini, verður sektaður. Somuleiðis verður sektaður tann, sum misheldur treytirnar fyri einum loyvi sambært lógini ella fyriskipanum, ið eru givnar sambært lógini, ella sum ikki fylgja forboðum ella boðum, sum eru givin sambært lógini ella fyriskipanum givnar sambært lógini. 3. stk. Hevur partafelag, lutafelag ella tílík brotið lógina, kann felagið sum slíkt koma undir sektarábyrgd.

§ 28 Lógin fær gildi, tá ið hon verður kunngjørd

Lógin fær gildi, tá ið hon verður kunngjørd. 2. stk. Samstundis fer úr gildi lóg frá 28. januar 1856 angående Brandvæsenet i Thorshavn paa Færøerne, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 22. mars 1974, kgl. anordning nr. 103 frá 13. august 1886 indeholdende Tillæg til Lov angaaende Brandvæsenet i Thorshavn paa Færøerne af 28. Januar 1856, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 22. mars 1974, og §§ 7 og 8 í kgl. anordning nr. 84 frá 16. juni 1882 om Bygnings- og Brandvæsenet i de Færøske Landkommuner. 3. stk. Bekendtgørelse nr. 85 frá 22. mars 1933 for Færøerne om Opbevaring af brandfarlige Vædsker og Tórshavnar býráðs reglugerð frá 19. desember 1983 fyri skorsteinsreinskara í Tórshavn verða verandi í gildi, til tær verða broyttar ella settar úr gildi við reglum, ið vera ásettar eftir hesi lóg. 1) Løgtingslógin er kunngjørd í Dimmalætting 26. juni 1986 og umprentað í Dimmalætting 3. juli 1986. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 11. mai 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer allur tann danski teksturin í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. úr gildi.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2006, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi konglig fyriskipan nr. 337 frá 2. oktober 1952 hvorved lov om civilforsvaret sættes i kraft på Færøerne. Stk. 2. Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. fer úr gildi 31. desember 2008.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙