Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. mai 2009 Nr. 46

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá…

Í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Kommunur, sum eru felags um eitt sløkkilið, kunnu avtala at hava felags brunanevnd við í minsta lagi 3 kommunalum limum.” 2) § 24, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Vísir sýningin, at tað fyriliggja viðurskifti, sum kunnu elva til serligan vanda fyri brunatrygdina, kann eftirlitsmaðurin forbjóða virkseminum ella forbjóða, at bygningar ella partar av bygningi, hølum ella mannaverki verða nýtt, til bøtt er um brekið, og sýningin vísir, at hetta er gjørt á fullgóðan hátt.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer allur tann…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer allur tann danski teksturin í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. úr gildi. Tórshavn, 11. mai 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður / Jacob Vestergaard (sign.) Lm. nr. 119/2008

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
eldsbruna o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 11. mai 2009 · innanhýsis
Áður galdandi · 12. juni 1986

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙