Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
27. mai 2005 Nr. 76
Løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverk Føroya í P/F Postverk Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 16. mai 2006
Umlegging av virksemi, ogn og skuld v.m.
§ 1 Landsstýrismanninum er heimilað at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya…
Landsstýrismanninum er heimilað at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya saman við ogn, skuld, rættindum og skyldum. Umleggingin fær roknskaparligan og skattligan virkna frá 1. januar 2005. Stk. 2. Ognin á matr. nr. 56cd á Argjum er undantikin ognunum, nevndar í stk. 1. Stk. 3. 1) P/F Postverk Føroya er bundið til, at økisposthús er í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri til 31. desember 2015. Stk. 4. 1) P/F Postverk Føroya er bundið til, at tilknýtt posthús ella postavgreiðsla á avgreiðslustøðum er í Fuglafirði, á Toftum, í Gøtu, á Strondum, á Eiði, í Tórshavn, í Vestmanna, í Kollafirði, í Hvalba, í Vági, í Sørvági, á Sandi, í Sandavági og í Leirvík til 31. desember 2010. Tinglýsingargjald
§ 2 P/F Postverk Føroya er í sambandi við umskipanina undantikið skylduna at rinda tinglýsingargjald…
P/F Postverk Føroya er í sambandi við umskipanina undantikið skylduna at rinda tinglýsingargjald fyri tinglýsing av ognarheimildunum fyri fastar ognir, sum verða lagdar til felagið sbrt. § 1. Treytir viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftunum
§ 3 P/F Postverk Føroya bjóðar teimum starvsfólkum hjá Postverki Føroya, sum hava eftirlønarrætt…
P/F Postverk Føroya bjóðar teimum starvsfólkum hjá Postverki Føroya, sum hava eftirlønarrætt sbrt. løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku, at verða sett í starv í felagnum. Tilboðið er galdandi í upp til tvey ár eftir, at virksemið hjá Postverki Føroya er lagt í P/F Postverk Føroya. Stk. 2. Í tann mun, tey í stk. 1 nevndu starvsfólk ikki taka av tilboðnum um starvssetan í P/F Postverk Føroya, varðveita hesi starvsfólk sína setan hjá landinum, tó við skyldu at gera tænastu í P/F Postverk Føroya, eins og felagið yvir fyri landinum hevur skyldu at hava tey í tænastu. Stk. 3. Starvsfólk, sum sbrt. stk. 1 velja at verða starvssett í partafelagnum, varðveita sín eftirlønarrætt í mun til tað lønarstig, tey vóru á, tá tey fluttu yvir til setan í partafelagnum, um tey ynskja at varðveita hendan eftirlønarrætt. Stk. 4. Landið rindar eftirlønina hjá teimum, sum eru útlænt sbrt. stk. 2, og hjá teimum, sum varðveita eftirlønarrætt sbrt. stk. 3, samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku. Stk. 5. Fyri starvsfólk sbrt. stk. 2 endurrindar P/F Postverk Føroya landinum útreiðslur til løn o.a. Harumframt rindar P/F Postverk Føroya landinum leypandi eitt eftirlønargjald fyri tann eftirlønaraldur, sum verður vunnin eftir umskipanina, svarandi til sáttmálasetta eftirlønargjaldið hjá sáttmálasettum starvsmonnum í starvi í P/F Postverk Føroya. Stk. 6. Fíggjarmálaráðið kann heimila P/F Postverk Føroya í nærri tilskilaðan mun at samráðast um lønar- og setanartreytir fyri tey starvsfólk, sum sbrt. stk. 2 eru útlænt. Stk. 7. Onnur starvsfólk enn tey í stk. 1 nevndu halda áfram í felagnum við somu lønar- og setanartreytum, sum vóru galdandi, tá umskipanin fór fram. Gildiskoma
§ 4 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya. Tórshavn, 27. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 70/2004 1) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 16. mai 2006.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.