Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2006 Nr. 58

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk…

Í løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 3 verður strikað, og innsett verður stk. 3 í § 1: “Stk. 3. P/F Postverk Føroya er bundið til, at økisposthús er í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri til 31. desember 2015”. 2) Insett verður stk. 4 í § 1: “Stk. 4. P/F Postverk Føroya er bundið til, at tilknýtt posthús ella postavgreiðsla á avgreiðslustøðum er í Fuglafirði, á Toftum, í Gøtu, á Strondum, á Eiði, í Tórshavn, í Vestmanna, í Kollafirði, í Hvalba, í Vági, í Sørvági, á Sandi, í Sandavági og í Leirvík til 31. desember 2010.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16.mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 68/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙