Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
5. juni 1984 Nr. 64
Løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 28. apríl 2000
§ 1 Úr landskassanum verður veitt viðurlag til fólk, sum átaka sær at ansa eldri og óhjálpnum fólki…
Úr landskassanum verður veitt viðurlag til fólk, sum átaka sær at ansa eldri og óhjálpnum fólki heima, tá tørvur er á støðugari røkt og hjáveru. Stk. 2.1) Samsýningin er tann sama sum miðal fyritíðarpensjón. Stk. 3. Viðurlagið er treytað av, at móttakarin ikki í størri mun átekur sær annað lønandi arbeiði. Stk. 4. Viðurlagið heldur uppat, um tann óhjálpni verður innlagdur á sjúkrahús í meir enn ein mánað.
§ 2 1) Lógin verður umsitin av Almannastovuni
1) Lógin verður umsitin av Almannastovuni. Stk. 2. 2) Avgerðir, sum verða tiknar av Almannastovuni, kunnu innan 4 vikur skjótast inn fyri Kærunevndina í almannamálum, sum hevur endaligu fyrisitingarligu avgerðina. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin setir nærri reglur fyri, hvussu hendan lóg verður umsitin.
§ 3 Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1984
Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1984. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 28. apríl 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000. Stk. 2. Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 23. mars 1993.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.