Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
28. apríl 2000 Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 5. juni 1984 um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima við…
Í løgtingslóg nr. 64 frá 5. juni 1984 um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Samsýningin er tann sama sum miðal fyritíðarpensjón.” 2) § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Lógin verður umsitin av Almannastovuni. “ 3) Í § 2, stk. 3, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000. Stk. 2 Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður. Tórshavn, 28. apríl 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.