Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. apríl 2025 Nr. 56
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt
(Gildiskoma verður ásett í kunngerð, skyldan at umsita og krevja inn pant og rakstrargjald verður flutt frá TAKS til pantumsitaran o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt, verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um undantak frá skylduni at gjalda pant sambært stk. 4 og rakstrargjald sambært stk. 5.” 2. § 4, stk. 1-3 verða orðað soleiðis: “Innflytarar og framleiðarar skulu gjalda pantumsitaranum pantið sambært § 2, stk. 3 og 4, og rakstrargjaldið sambært § 2, stk. 5. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, undir hvørjum umstøðum gjaldskyldan sambært 1. pkt. tekur seg upp, og nær gjøldini falla til gjaldingar. Stk. 2. Til nýtslu í sambandi við at áseta og krevja inn pant og rakstrargjald sambært stk. 1, kann pantumsitarin sjálvvirkandi, og á annan hátt, fáa neyðugar upplýsingar frá TAKS um innflutning og framleiðslu. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um upplýsingar, sum tørvur er á til at áseta og krevja inn pant og rakstrargjald, sum innflytarar og framleiðarar skulu lata pantumsitaranum, og hvussu upplýsingarnar skulu latast. Stk. 3. Fær pantumsitarin fleiri íløt inn, enn pant og rakstrargjald eru rindað fyri, kann pantumsitarin krevja írestandi peningin frá innflytaranum ella framleiðaranum, sum íløtini eru skrásett hjá, sbr. § 7, stk. 2.” 3. Í § 4 verða sum stk. 5-7 sett: “Stk. 5. Rinda innflytarar ella framleiðarar ikki pantið og rakstrargjaldið innan freistina ásetta av landsstýrisfólkinum sambært stk. 1, 2. pkt., verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Stk. 6. Pant, rakstrargjald, skuldskrivað renta og innheintingarkostnaður, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum, tó er § 7, stk. 1, í lov for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m. ikki galdandi. Stk. 7. TAKS fær heimild at innheinta skuld og innheintingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í skattalógini.” 4. Í § 5, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3, 1. pkt. og § 6, stk. 1 verður “móttøkur” broytt til: “góðkendar móttøkur”. 5. § 7, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Landstýrisfólkið ásetur reglur fyri skrásetingina og kann gera undantøk frá skrásetingarskylduni sambært 1. pkt.” 6. § 13 verður strikað og í staðin verður sett: “§ 13. Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann geva ásetingunum í hesi løgtingslóg ymiska gildiskomu. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær § 12, stk. 4 og § 14 fara úr gildi. Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn, lidnar leskidrykkir o.a. fer úr gildi.” 7. § 14, stk. 1-3 verða orðað soleiðis: “Við gildiskomu av § 14 sambært § 13 stk. 1, skulu innflytarar og framleiðarar fyri íløt, fevnd av kunngerð um íløt, úrdráttir og pant, gjalda IRF pantupphæddirnar sambært nevndu kunngerð umframt 0,50 kr. í rakstrargjaldi fyri hvørt ílatið. Skyldan at gjalda pant og rakstrargjald er ikki galdandi fyri íløt, sum ferðafólk hava í viðførinum. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, undir hvørjum umstøðum gjaldskyldan sambært stk. 1 tekur seg upp, og nær gjøldini falla til gjaldingar. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um upplýsingar, sum tørvur er á til at skráseta íløt og áseta og krevja inn pant og rakstrargjald, sum innflytarar og framleiðarar skulu lata IRF, og hvussu upplýsingarnar skulu latast. Stk. 3. Rinda innflytarar ella framleiðarar ikki pantið og rakstrargjaldið innan freistina ásetta av landsstýrisfólkinum sambært stk. 2, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 8. § 14, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Gevur ein framleiðari ella innflytari IRF boð sambært stk. 5 um at rinda pant fyri fleiri íløt, enn pant og rakstrargjald eru goldin fyri sambært stk. 1 og 2, krevur IRF írestandi pantupphæddina inn við rokning frá innflytaranum ella framleiðaranum.” 9. § 14, stk. 9, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Áðrenn IRF kann bera umsøkjarum pant og rakstrargjald aftur sambært stk. 8, skulu umsøkjararnir útvega IRF skjalprógv fyri, at útflutningurin ella provianteringin er farin fram eftir, at § 14 er komin í gildi.” 10. Í § 14 verða sum stk. 10-12 sett: “Stk. 10. Til nýtslu í sambandi við at áseta og krevja inn pant og rakstrargjald sambært stk. 1 og 2, kann IRF sjálvvirkandi ella á annan hátt fáa neyðugar upplýsingar frá TAKS um innflutning og framleiðslu. Stk. 11. Pant, rakstrargjald, skuldskrivað renta og innheintingarkostnaður, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum, tó er § 7, stk. 1, í lov for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m. ikki galdandi. Stk. 12. TAKS fær heimild at innheinta skuld og innheintingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í skattalógini.”
§ 2 Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann geva…
Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann geva ásetingunum í hesi løgtingslóg ymiska gildiskomu, tó kemur § 1, nr. 6, í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd. Í Tinganesi, 11. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 70/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.