Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2024 Nr. 40

Løgtingslóg um pantskipan fyri íløt, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 11. apríl 2025

Allýsingar

§ 1 Í hesi løgtingslógini skulu hesi hugtøkini skiljast soleiðis

Í hesi løgtingslógini skulu hesi hugtøkini skiljast soleiðis: 1) Framleiðari: Ein, sum í Føroyum letur vøru fevnda av pantskipanini sambært løgtingslógini í ílat fevnt av pantskipanini sambært løgtingslógini til sølu ella avhendingar. 2) Góðkend móttøka: Móttøka fyri íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini, sum er góðkend við heimild í § 8, stk. 1, og sum ikki er sølustað ella staðsett á einum sølustað. 3) Innflytari: Ein, sum flytur inn vøru fevnda av pantskipanini sambært løgtingslógini í ílati fevndum av pantskipanini sambært løgtingslógini. 4) Pantumsitari: Tann, sum landsstýrisfólkið við heimild í § 3, stk. 1, hevur litið til at umsita og reka pantskipanina. 5) Rakstrargjald: Gjald, sum verður lagt á øll innflutt og framleidd íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini, til at rinda fyri allar útreiðslur, sum pantumsitarin hevur av pantskipanini, t.d. til íløgur, viðlíkahald, umsiting, rakstur, leigu av leysafæ og fastogn, flutning, kunningarátøk og grannskoðan. 6) Sølustað: Stað, har íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini við vøru fevndari av pantskipanini sambært løgtingslógini verða seld brúkarum. Íløt, pant og rakstrargjald

§ 2 Landsstýrisfólkið ásetur reglur um pantskipan fyri íløt úr metali, plasti og glasi

Landsstýrisfólkið ásetur reglur um pantskipan fyri íløt úr metali, plasti og glasi. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur, hvørji íløt til hvat innihald pantskipanin skal fevna um. Stk. 3. Pantið á íløtum fevndum av pantskipanini sambært løgtingslógini er: 1) kr. 2,00 á íløtum, sum rúma 0,5 litrum ella minni, og 2) kr. 4,00 á íløtum, sum rúma meira enn 0,5 litrum. Stk. 4. Innflytarar og framleiðarar skulu gjalda pant fyri íløt, sum eru fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini. Stk. 5. Innflytarar og framleiðarar skulu gjalda rakstrargjald fyri íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, hvussu rakstrargjaldið verður ásett. Pantumsitari

§ 3 Landsstýrisfólkið kann gera avtalu við ein pantumsitara um, at hesin skal umsita og reka…

Landsstýrisfólkið kann gera avtalu við ein pantumsitara um, at hesin skal umsita og reka pantskipanina. Pantumsitarin kann vera ein almennur myndugleiki, ein kommunalur felagsskapur ella eitt privat felag ella felagsskapur, sum ikki miðar eftir vinningi. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, at rakstrargjald og onnur inntøka kunnu nýtast til stuðul til frama fyri pantskipanina. Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um skylduna hjá pantumsitaranum at handfara íløt. Stk. 4. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, hvussu pantumsitarin rindar pant, og at pantumsitarin kann seta treytir fyri at rinda pant. Stk. 5. Landsstýrisfólkið ásetur, at pantumsitarin skal gera ársroknskap fyri pantskipanina. Stk. 6. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um nevnd, mannað við umboðum fyri framleiðarar, innflytarar og sølustøð, sum skal ráðgeva pantumsitaranum í sambandi við rakstur og íløgur. Gjald og afturbering av panti og rakstrargjaldi

§ 4 Innflytarar og framleiðarar skulu gjalda TAKS pantið sambært § 2, stk. 3, og rakstrargjaldið…

Innflytarar og framleiðarar skulu gjalda TAKS pantið sambært § 2, stk. 3, og rakstrargjaldið sambært § 2, stk. 5, sambært reglunum í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Stk. 2. TAKS rindar pantumsitaranum peningin, sum kravdur er inn sambært stk. 1. Stk. 3. Fær pantumsitarin fleiri íløt inn, enn pant og rakstrargjald eru rindað fyri sambært stk. 2, kann pantumsitarin krevja írestandi peningin frá innflytaranum ella framleiðaranum, sum íløtini eru skrásett hjá, sbr. § 7, stk. 2. Stk. 4. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um at bera innflytaranum og framleiðaranum pant og rakstrargjald aftur í sambandi við proviantering, tollfría sølu og útflutning. Móttøkuskylda, upplatingartíðir og skylda at rinda pant

§ 5 Sølustøð og góðkendar móttøkur hava skyldu at taka ímóti øllum íløtum fevndum av pantskipanini…

Sølustøð og góðkendar móttøkur hava skyldu at taka ímóti øllum íløtum fevndum av pantskipanini sambært løgtingslógini. Landsstýrisfólkið ásetur undantøk frá móttøkuskylduni sambært 1. pkt. Stk. 2. Sølustøð og móttøkur hava skyldu at rinda viðskiftafólki pantið sambært § 2, stk. 3, fyri íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini, sum eru skrásett sambært § 7, stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur undantøk frá skylduni sambært 1. pkt. fyri íløt, sum fløskuautomatir ikki fáa handfarið og lisið, ella sum appir ella skannarar ikki fáa lisið. Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur fyri, hvussu nógvar tímar um vikuna móttøkur og sølustøð skulu taka ímóti íløtum, hvussu kunnast skal um pantið á íløtunum, hvussu pantið skal gjaldast út o.tíl. Handfaring av íløtum

§ 6 Sølustøð, móttøkur, framleiðarar, innflytarar og onnur, sum taka ímóti ella savna íløt, hava…

Sølustøð, móttøkur, framleiðarar, innflytarar og onnur, sum taka ímóti ella savna íløt, hava skyldu at handfara íløt at lata pantumsitaranum í samsvari við tær reglur, sum pantumsitarin ásetur í reglugerð, og sum landsstýrisfólkið hevur góðkent. Stk. 2. Pantumsitarin kann krevja gjald fyri tilfar til at handfara íløt. Gjaldið skal samsvara við kostnaðin av tilfarinum og góðkennast av landsstýrisfólkinum. Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, at gjaldið sambært stk. 2 verður afturrindað, tá ið tilfarið til at handfara íløtini er fingið pantumsitaranum aftur. Stk. 4. Landsstýrisfólkið ásetur reglur fyri útflutning og innflutning av brúktum íløtum fevndum av pantskipanini sambært løgtingslógini. Skráseting hjá pantumsitaranum

§ 7 Sølustøð við móttøkuskyldu sambært § 5, góðkendar móttøkur, innflytarar og framleiðarar hava…

Sølustøð við móttøkuskyldu sambært § 5, góðkendar móttøkur, innflytarar og framleiðarar hava skyldu at skráseta seg hjá pantumsitaranum. Landstýrisfólkið ásetur reglur fyri skrásetingina. Stk. 2. Framleiðarar og innflytarar hava skyldu at skráseta íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini hjá pantumsitaranum, áðrenn íløtini verða seld ella á annan hátt avhend. Landstýrisfólkið ásetur reglur fyri skrásetingina og kann gera undantøk frá skrásetingarskylduni sambært 1. pkt. Góðkendar móttøkur

§ 8 Landsstýrisfólkið ásetur reglur um góðkendar móttøkur, og hvussu hesar verða góðkendar

Landsstýrisfólkið ásetur reglur um góðkendar móttøkur, og hvussu hesar verða góðkendar. Stk. 2. Pantumsitarin kann í reglugerð góðkendari av landsstýrisfólkinum áseta reglur um staðseting, atkomuviðurskiftir hølisviðurskiftir og tøknilig krøv fyri góðkendar móttøkur sambært stk. 1. Samstarv um móttøku av íløtum

§ 9 Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, at sølustøð kunnu samstarva við onnur sølustøð og góðkendar…

Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, at sølustøð kunnu samstarva við onnur sølustøð og góðkendar móttøkur um felags móttøku av íløtum fevndum av pantskipanini sambært løgtingslógini. Stk. 2. Pantumsitarin kann í reglugerð góðkendari av landsstýrisfólkinum áseta reglur um staðseting, atkomuviðurskiftir, hølisviðurskiftir og tøknilig krøv fyri sølustøð, sum taka ímóti í einum samstarvi sambært stk. 1. Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur reglur um, hvussu samstarv sambært stk. 1 og sølustøð sambært stk. 2 verða góðkend. Stk. 4. Landsstýrisfólkið býtir landið, kommunur og býir upp í samstarvsøkir, sum samstarv sambært stk. 1 skal haldast innan fyri, og áseta reglur fyri loyvi at víkja frá samstarvsøkinum. Eftirlit

§ 10 Framleiðarar og innflytarar hava skyldu at lata landsstýrisfólkinum ella øðrum myndugleika, sum…

Framleiðarar og innflytarar hava skyldu at lata landsstýrisfólkinum ella øðrum myndugleika, sum landsstýrisfólkið letur eftirlitsmyndugleikan, allar upplýsingar, sum tørvur er á til at hava eftirlit við pantinnkrevjing og rakstrargjaldi. Kæra

§ 11 Landsstýrisfólkið kann áseta, at avgerðir sambært løgtingslógini kunnu kærast til Føroya Kærustovn

Landsstýrisfólkið kann áseta, at avgerðir sambært løgtingslógini kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Revsing

§ 12 Brot á § 2, stk. 4 og 5, § 5, stk. 1 og 2, § 7, stk. 2, 1. pkt. og § 10 verða revsað við sekt

Brot á § 2, stk. 4 og 5, § 5, stk. 1 og 2, § 7, stk. 2, 1. pkt. og § 10 verða revsað við sekt. Stk. 2. Í reglum ásettum við heimild í løgtingslógini kann verða ásett, at brot á reglurnar ella treytir ásettar sambært reglunum verða revsað við sekt. Stk. 3. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini. Stk. 4. Brot á § 14, stk. 1 og 2, verður revsað við sekt. Gildiskoma, skiftisáseting o.a.

§ 13 1) Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann geva…

1) Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann geva ásetingunum í hesi løgtingslóg ymiska gildiskomu. Stk. 2. 1) Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær § 12, stk. 4 og § 14 fara úr gildi. Stk. 3. 1) Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn, lidnar leskidrykkir o.a. fer úr gildi. Skiftisskipan

§ 14 Frá 1. juni 2025 skulu innflytarar og framleiðarar fyri íløt fevnd av kunngerð um íløt til øl,…

Frá 1. juni 2025 skulu innflytarar og framleiðarar fyri íløt fevnd av kunngerð um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir gjalda TAKS pantupphæddirnar sambært nevndu kunngerð umframt 0,50 kr. í rakstrargjaldi fyri hvørt ílatið. Stk. 2. Innflytarar og framleiðarar skulu gjalda TAKS pantið og rakstrargjaldið sambært stk. 1 sambært reglunum í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi og lata TAKS tær upplýsingar, sum verða kravdar fyri at áseta og krevja inn pantvirðið og rakstrargjaldið sambært stk. 1. Stk. 3. TAKS rindar IRF pantið og rakstrargjaldið, sum innkravd eru sambært stk. 2, og letur IRF upplýsingarnar, sum skrásettar eru sambært stk. 2. Stk. 4. IRF rindar sølustøðum og øðrum, sum hava latið framleiðarum ella innflytarum íløt, pantið fyri íløt fevnd av stk. 1, sbr. stk. 5. Stk. 5. Innflytarar og framleiðarar geva IRF boð um, hvussu nógv íløt við hvørjum pantvirði talan er um, og hvørjum pantið sambært stk. 4 skal rindast. Stk. 6. Gevur ein framleiðari ella innflytari IRF boð sambært stk. 5 um at rinda pant fyri fleiri íløt, enn pant og rakstrargjald eru goldin fyri sambært stk. 3, krevur IRF írestandi pantupphæddina inn við rokning. Stk. 7. IRF rindar innflytarum og framleiðarum rakstrargjaldið sambært stk. 1 aftur fyri hvørt ílat, sum rindað er fyri sambært stk. 4. Stk. 8. Innflytarar og framleiðarar kunnu søkja IRF um at fáa pant og rakstrargjald afturborið í sambandi við útflutning av íløtum við innihaldi fevndum av kunngerð um íløt, úrdráttir og pant ella í sambandi við proviantering av nevndu íløtum til tollfría og avgjaldsfría nýtslu og sølu. Stk. 9. Áðrenn IRF kann bera umsøkjarum pant og rakstrargjald aftur sambært stk. 8, skulu umsøkjararnir útvega IRF skjalprógv fyri, at útflutningurin ella provianteringin er farin fram 1. juni 2025 ella seinni. Valdar ivi, ger Umhvørvisstovan av, um skjalprógvini eru nøktandi. Í Tinganesi, 16. mai 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 91/2023 1) Broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 11. apríl 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, og kann geva ásetingunum í hesi løgtingslóg ymiska gildiskomu, tó kemur § 1, nr. 6, í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt · innanhýsis
Í koming · 21. mai 2026
Broytingar
broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt · innanhýsis
Í koming · 11. apríl 2025
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙