Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
31. mars 2022 Nr. 38
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 543 kr., verður einki tilskot veitt
Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 543 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 543 kr. ella størri, er tilskotið
Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 543 kr. ella størri, er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 543 kr. ella størri, men minni enn 1.086 kr., 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.086 kr. ella størri, men minni enn 2.172 kr., 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.172 kr. ella størri, men minni enn 5.759 kr., 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.759 kr. ella størri, og 5) 100% av tí partinum sum er 2.585 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár, og hjá fyritíðarpensjónistum.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 194 frá 17. desember 2020 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág. Heilsumálaráðið, 31. mars 2022 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.