Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. desember 2020 Nr. 194

Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág

Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:

§ 1 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 525 kr., verður einki tilskot veitt

Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 525 kr., verður einki tilskot veitt.

§ 2 Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 525 kr. ella størri, er tilskotið

Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 525 kr. ella størri, er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 525 kr. ella størri, men minni enn 1.049 kr., 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.049 kr. ella størri, men minni enn 2.099 kr., 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.099 kr. ella størri, men minni enn 5.564 kr., 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.564 kr. ella størri, og 5) 100% av tí partinum sum er 2.498 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyritíðarpensjónistum.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 5 frá 27.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 5 frá 27. januar 2020 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág. Heilsumálaráðið, 17. desember 2020 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág · innanhýsis
Áður galdandi · 31. mars 2022
Avtøkur
prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág · innanhýsis
Áður galdandi · 27. januar 2020

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙