Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. apríl 1997 Nr. 34

Kunngerð um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins

Við heimild í § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7 . mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn við seinni broytingum, verður fyrisett:

§ 1 Stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin skal umsita fæ eftirlønargrunsins soleiðis, at tað…

Stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin skal umsita fæ eftirlønargrunsins soleiðis, at tað verður til størst møguligt gagn fyri eftirlønarskipanina. Tá peningurin verður innsettur, skal tað miðast ímóti at fáa trygd fyri, at realvirðið av peninginum verður varðveitt, somuleiðis sum roynt verður at fáa best møguliga rentu.

§ 2 Eftirlønargrunnurin kann gera íløgur av ymiskum slagi hjá íløgumótpørtum, sum eru í ávísum…

Eftirlønargrunnurin kann gera íløgur av ymiskum slagi hjá íløgumótpørtum, sum eru í ávísum londum, men við serligum varni í ávísum virkisøkjum innanfyri ávísar avmarkingar. Avmarkingarnar verða sum prosentpartur av samlaðu fíggjarognum eftirlønargrunsins sum víst í skjali til hesa kunngerð. Stk. 2. Beinleiðis útlán kann ikki gerast, fyrrenn lánið til ALS er niðurgoldið munandi. Stk. 3. Fíggjarognirnar skulu verða innsettar soleiðis, at ein ávísur partur er gjaldførur uttan stórvegis miss. Stýrið ger reglur um hetta. Stk. 4. Stýrið ger av, um grunnurin skal gera íløgur í fremmant gjaldoyra. Stýrið skal tó frammanundan hava gjørt reglur um gjaldoyraváða.

§ 3 Landsbankin er høvuðsbankasamband eftirlønargrunnsins. Grunnurin kann gera avtalu við Landsbankan…

Landsbankin er høvuðsbankasamband eftirlønargrunnsins. Grunnurin kann gera avtalu við Landsbankan um røkt av fænum eftir reglunum frammanfyri og eftir ásetingum frá stýrinum. Stýrið ger serligar reglur um íløgur í íløgurpartafeløg.

§ 4 Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins · innanhýsis
Áður galdandi · 18. desember 2015

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙