Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
18. desember 2015 Nr. 145
Kunngerð um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins
Við heimild í § 5. stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 28. apríl 1992 og løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2012, verður ásett:
§ 1 Stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin skal umsita fæ eftirlønargrunsins soleiðis, at tað…
Stýrið fyri arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin skal umsita fæ eftirlønargrunsins soleiðis, at tað verður til størst møguligt gagn fyri eftirlønarskipanina. Endamálið við íløgurøktini er at útvega grunninum so gott avkast sum gjørligt við tí váða, sum stýrið metir vera ráðiligan, og sum er innanfyri íløgukarmarnar í skjali 1.
§ 2 Váðin verður avmarkaður við at áseta hámark sum prosentpart av samlaðu ognunum fyri hvønn…
Váðin verður avmarkaður við at áseta hámark sum prosentpart av samlaðu ognunum fyri hvønn aktivklassa. Hámarkini eru ásett í skjali 1. Stk. 2. Íløgurøktin skal leggjast soleiðis til rættis, at grunnurin altíð hevur gjaldføri tøkt til útgjaldingar. Í íløgurøktini skal atlit somuleiðis takast at rentuváða, kreditváða, gjaldoyraváða, partabrævaváða og mótpartsváða. Stýrið ger nærri reglur um avmarking av váða.
§ 3 Grunnurin kann gera avtalu við Fígging Landsins um at røkja fæið eftir reglunum frammanfyri og…
Grunnurin kann gera avtalu við Fígging Landsins um at røkja fæið eftir reglunum frammanfyri og eftir ásetingum frá stýrinum.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 34 frá 16. apríl 1997 um røkt av fæi arbeiðsmarknaðareftirlønargrunsins. Fíggjarmálaráðið, 18. desember 2015 Kristina Háfoss (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Magnussen (sign.) Skjal 1 Íløgukarmar hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum Karmar fyri aktiv-klassa Hámark Hámark fyri einstakan mótpart 1 Grundøki og bygningar 0-10 2 Onnur dóttirfeløg 0 3 Kapitalpartar (partabrøv) 0-40 2 Listaði partabrøv 0-40 Ólistaði partabrøv 0-10 4 Lánsbrøv 0-100 4.1 Ríkislánsbrøv 0-100 4.2 Realkredittlánsbrøv 0-100 4.3 Indekslánsbrøv 0-10 4.4 Kreditlánsbrøv, investment grade 0-15 4.5 Kreditlánsbrøv, lægri enn investment grade 0-25 4.6 Onnur lánsbrøv 0-10 5 Lán við trygd í fastari ogn 0-15 5 Lán til infrakervi 0-5 6 Onnur fíggjarlig aktiv 0-100 Peningastovnskontur 0-100 Lán til almennar myndugleikar 0-5 Lán til almenn feløg og grunnar 0-5 Hedge fondar, infrakervi og aðrar alternativar íløgur 0-10 5 7 Avleidd fíggjarlig amboð (derivat: optiónir, futures, swap) Ja Sí: Til 7 Hámarkini eru roknað sum prosentpartur av samlaðu ognum grunsins. Virðisbrøvini verða flokkað í bólkar sambært reglunum hjá Fíggjareftirlitinum. Íløgur kunnu gerast í samansetingar av aktivum, um loyvi er at gera íløgur í undirliggjandi aktivini, til dømis íløgufeløg, SPV (special purpose vehicle), CMO (collateralized mortgage obligation) ella ETF (exchange traded funds). Um íløga verður gjørd í íløgufeløg við investment grade lánsbrøvum, skulu minst 85% av lánsbrøvunum hava investment grade rating. Til 3 Partafeløg og íløgufeløg við partabrøvum. Fyri partabrøv (bólk 3) er ein avmarking á 2% sett fyri hvønn einstakan mótpart. Henda avmarking er galdandi fyri beinleiðis íløgu í eitt partabræv og ikki fyri íløgur gjørdar gjøgnum íløgufeløg. Til 4.2 Donsk realkredittlánsbrøv og samsvarandi fastognarlán (covered bonds) í eurolondum. Til 4.5 Hárentu virkislánsbrøv og menningarlandalánsbrøv eru í hesum bólki. Til 4.6 Onnur lánsbrøv eru lánsbrøv, sum ikki kunnu flokkast í bólkarnar 4.1-4.5. Til 6 Peningastovnar. Hámarkið er sett so høgt, tí bólkurin umfatar depotkonti hjá íløgurøktarunum, sum tíðum umleggja frá nøkrum virðisbrøvum til onnur. Í hesum bólki eru tær alternativu íløgurnar, sum ikki kunnu bólkast í øðrum bólkum. Bólkurin hedge fondar, infrakervi og aðrar alternativar íløgur kunnu innihalda produkt, sum heilt ella partvís eru derivat. Til 7 Derivat kunnu nýtast til bólkarnar 3 og 4, um derivatini eru avleidd av partabrøvum ella lánsbrøvum, og hava somu ella líknandi váðaeginleikar sum hesi virðisbrøv. Í bólki 4 kunnu íløgur gerast í partabrævaindekserað lánsbrøv. Somuleiðis kunnu íløgur verða gjørdar í produkt sum heilt ella partvíst eru derivat, innanfyri karmin fyri bólk 6, hedge fondar, infrakervi og aðrar alternativar íløgur. Um onnur sløg av derivatum verða keypt, skal hetta leggjast fyri stýrið, fyrstu ferð eitt nýtt slag av derivatum verður nýtt.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.