Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. mars 2004 Nr. 3

Kunngerð um samsýning til fosturforeldur

Við heimild í § 18 stk. 4 í lov for Færøerne om børneforsorg, sbr. lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 12. mars 2002, verður ásett:

§ 1 Fosturforeldur fáa eina samsýning, sum er eitt fast gjald um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn

Fosturforeldur fáa eina samsýning, sum er eitt fast gjald um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn. Stk. 2. Eisini verður rindað eitt fast gjald um samdøgrið fyri vistarhald og klæði, umframt ein ávís upphædd til lummapening um vikuna. Stk. 3. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum. Stk. 4. Upphæddirnar eru ásettar í hjáhefta skjali. Stk. 5. Landsstýrismaðurin javnar upphæddirnar eina ferð um árið. Stk. 6. Í førum har barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru upphæddirnar fyri samsýning, lummapening og stovnan og útbúnað í Danmark galdandi.

§ 2 Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar…

Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir ásettu samsýningina sambært § 1, stk. 1. Stk. 2. Um talan er um eitt barn, sum er óvanliga trupult, og sum tessvegna krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu hesi samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningina sambært § 1, stk. 1. Stk. 3. Um talan er um eitt pinkubarn undir 1 ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningina sambært § 1, stk. 1. Stk. 4. Samsýning sambært hesi grein kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal meting gerast, har mett verður, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk.2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 79 frá 9. septembur 2002 um samsýning til fosturforeldur. Almanna- og heilsumálaráðið, 3. mars 2004 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.) SKJAL Gjald til fosturforeldur: Kr. um samdøgrið Samsýning pr. barn 96,00 Vistarhald og klæði: 1. - 2. Barnið í somu fosturfamilju: Børn undir 10 ár 127,00 Børn 10 ár og eldri 134,00 Fleiri enn 2 børn í somu fosturfamilju: 118,00 Lummapeningur: Kr. um vikuna 3-10 ár 19,00 11-13 ár 45,00 14-15 ár 91,00 16 ár og eldri 182,00 Stovnan og útbúnaður: 6.650,00

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙