Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. september 2002 Nr. 79

Kunngerð um samsýning til fosturforeldur, sum broytt við kunngerð nr. 18 frá 20. februar 2003

Við heimild í § 18, stk. 4 í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 12. mars 2002, verður ásett:

§ 1 Fosturforeldur fáa eina samsýning, sum er eitt fast gjald um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn

Fosturforeldur fáa eina samsýning, sum er eitt fast gjald um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn. Stk. 2. Eisini verður rindað eitt fast gjald um samdøgrið fyri vistarhald og klæði, umframt ein ávís upphædd til lummapening um vikuna. Stk. 3. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrunum, tá ið barnið verður latið teimum. Stk. 4. Upphæddirnar eru ásettar í hjáhefta skjali. Stk. 5. Landsstýrismaðurin javnar upphæddirnar eina ferð um árið.

§ 2 1) Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar…

1) Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir ásettu samsýningina sambært § 1, stk. 1. Stk. 2. Um talan er um eitt barn, sum er óvanliga trupult og sum tessvegna krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu hesi samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningina sambært § 1, stk. 1. Stk. 3. 1) Um talan er um eitt pinkubarn undir 1 ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningina sambært § 1, stk. 1. Stk. 4. Samsýning sambært hesi grein kann veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal meting gerast, har mett verður, um tiltakið virkar eftir ætlan og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.

§ 3 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Trivnaðarmálaráðið, 9. september 2002 Páll á Reynatúgvu (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.) SKJAL Gjald til fosturforeldur kr. um samdøgrið Samsýning pr. barn 94,00 kr. Vistarhald og klæði: 1.- 2. barnið í somu fosturfamilju: Børn undir 10 ár 124,00 kr. Børn 10 ár og eldri 131,00 kr. Fleiri enn 2 børn í somu fosturfamilju: 116,00 kr. Kr. um vikuna: Lummapeningur: 3-10 ár 19,00 kr. 11-13 ár 44,00 kr. 14-15 ár 89,00 kr. 16 ár og eldri 178,00 kr. Stovnan og útbúnaður: 6.500,00 kr. í mesta lagi 1) Broytt við kunngerð nr. 18 frá 20. februar 2003.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
samsýning til fosturforeldur · innanhýsis
Áður galdandi · 3. mars 2004
Broytingar
broyting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur · innanhýsis
Áður galdandi · 20. februar 2003

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙