Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. mars 2025 Nr. 29

Kunngerð um stuðul til dupult húsarhald

Við heimild í § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 93 um ferðastuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 144 frá 20. desember 2024, og § 2, stk. 3 og 4 og § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald verður ásett:

§ 1 Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast,…

Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

§ 2 Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar

Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar: 1) Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin. 2) Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag. 3) Innlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir § 2 í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur. Stk. 2. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Stuðulsskeiðini eru frá 1. januar til 30. juni og frá 1. juli 31. til desember.

§ 3 Stuðul til dupult húsarhald er treytaður av, at útleigarin váttar, at tær av umsøkjaranum givnu…

Stuðul til dupult húsarhald er treytaður av, at útleigarin váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættar.

§ 4 Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri…

Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur ella útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til ferðaútreiðslur í størri mun enn ásett í § 2 í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og § 2 í løgtingslógini um stuðul til dupult húsarhald.

§ 5 Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuðul til…

Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald kunnu innan 4 vikur kærast til Føroya Kærustovn. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við. Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 30. september 2009 um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald. Fíggjarmálaráðið, 18. mars 2025 Ruth Vang (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
stuðul til dupult húsarhald · innanhýsis
Galdandi · 27. mars 2025

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙