Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

30. september 2009 Nr. 131

Kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald, sum seinast broytt við kunngerð nr. 103 frá 13. juni 2022

Við heimild í § 4, stk. 3 og § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur og § 2, stk. 3 og 4, § 4, stk. 3 og § 7, stk. 4 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald verður ásett:

§ 1 Sambært § 4, stk. 1 og 2 í lógunum verður stuðul bert veittur eftir umsókn. Serligt umsóknarblað…

Sambært § 4, stk. 1 og 2 í lógunum verður stuðul bert veittur eftir umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.

§ 2 Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar

Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar: 1) Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin. 2) Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag. 3) Innlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur. Stk. 2. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Stuðulsskeiðini eru frá 1. januar 30. juni og 1. juli 31. desember.

§ 3 1) Stuðul til dupult húsarhald er treytaður av, at útleigarin váttar, at tær av umsøkjaranum…

1) Stuðul til dupult húsarhald er treytaður av, at útleigarin váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættar.

§ 4 Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri…

Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur ella útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til ferðaútreiðslur í størri mun enn ásett í § 2 í lóg um stuðul til ferðaútreiðslur og stuðul til dupult húsarhald í størri mun enn ásett í § 2.

§ 5 2) Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuðul til…

2) Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald kunnu innan 4 vikur kærast til Føroya Kærustovn. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við. Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 132 frá 27. desember 2006 um stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald. Fíggjarmálaráðið, 30. september 2009 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 107 frá 2. desember 2014. 2) Broytt við kunngerð nr. 103 frá 13. juni 2022.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
stuðul til dupult húsarhald · innanhýsis
Áður galdandi · 18. mars 2025
Avtøkur
stuðul til ferðaútreiðslur og útreiðslur til dupult húsarhald · innanhýsis
Áður galdandi · 27. desember 2006
Broytingar
broyting í kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald · innanhýsis
Áður galdandi · 13. juni 2022
Broytingar
broyting í kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald · innanhýsis
Áður galdandi · 2. desember 2014
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙