Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
4. apríl 2016 Nr. 25
Kunngerð um broyting í kunngerð um rætt til veitingar frá Heilsutrygd fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum
(Broyttur inngangur)
§ 1 Í kunngerð nr. 135 frá 17. desember 2012 um rætt til veitingar frá Heilsutrygd fyri persónar, sum…
Í kunngerð nr. 135 frá 17. desember 2012 um rætt til veitingar frá Heilsutrygd fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, verður inngangurin orðaður soleiðis: “Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsu- og innlendismálaráðið, 4. apríl 2016 Sirið Stenberg (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.