Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. desember 2012 Nr. 135

Kunngerð um rætt til veitingar frá Heilsutrygd fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2023

1) Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:

§ 1 Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi…

Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanlands, men sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans, hava í sambandi við brádliga íkomna sjúku ella skaða ella versnandi varandi sjúku rætt til hesar veitingar eftir heilsutrygdarlógini: 1) viðgerð hjá kommunulækna sambært § 3, stk. 1, 2) endurgjald fyri ferðing sambært § 5, stk. 1, 3) veitingar sambært § 8, stk. 1 og 2, 4) stuðul til gjald fyri hjálparráð sambært § 10, og 5) tilskot til keyp av heilivági sambært kap. 3 í lógini. Stk. 2. Persónar, sum eru fevndir av stk. 1, hava somuleiðis rætt til veiting í sambandi við árligt eftirlit hjá tannlækna. Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Grønlandi ella Danmark, og sum fyribils uppihalda sær í Føroyum. Stk. 4. Persónar úr øðrum londum, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, hava rætt til veitingar eftir heilsutrygdarlógini í tann mun, hetta er ásett í millumtjóða sáttmála við hesi lond.

§ 2 Veitingar sambært § 1, stk. 1 verða latnar eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri fólk, sum…

Veitingar sambært § 1, stk. 1 verða latnar eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri fólk, sum eru búsitandi í Føroyum.

§ 3 Rætturin til veitingar sambært § 1, stk. 1 er galdandi fyri tað tíðarskeið, sum viðkomandi eftir…

Rætturin til veitingar sambært § 1, stk. 1 er galdandi fyri tað tíðarskeið, sum viðkomandi eftir ætlan skuldi uppihalda sær fyribils í Føroyum. Stk. 2. Rætturin til veitingar sambært § 1, stk. 3 er ikki galdandi longur, enn tá íkomna støðan loyvir, at tað er ráðiligt hjá viðkomandi at ferðast aftur til Grønlands ella Danmarkar. Veitingar eiga kortini ikki at verða sýttar, um tað eftir umstøðunum ikki verður mett at vera rímiligt at vísa viðkomandi til viðgerð í Danmark ella Grønlandi. Stk. 3. Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi fyri fólk, sum eru í Føroyum í lestrar- ella útbúgvingarørindum.

§ 4 2) Avgerðir tiknar sambært hesari kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur…

2) Avgerðir tiknar sambært hesari kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 5 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 17. desember 2012 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Jóanis Erik Køtlum (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 25 frá 4. apríl 2016. 2) Broytt við kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2023.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙