Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. mars 2002 Nr. 24
Kunngerð um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja
Við heimild í §§ 7 og 8 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya hevur landsstýrið ásett:
§ 1 Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutnings- ella ferðaendurgjald eftir reglum í hesi…
Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutnings- ella ferðaendurgjald eftir reglum í hesi kunngerð til persónar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært sjúkrahúslógini. Stk. 2. Flutnings- ella ferðaendurgjald verður veitt í samband við flutning millum bústað ella uppihaldsstað og viðgerðarstaðið. Stk. 3. Flutningur skal fara fram við tí eftir umstøðunum bíligasta, fullgóða flutningsfari.
§ 2 Flutningur við sjúkrabili ella øðrum flutningsfari verður veittur persónum, har støðan ger…
Flutningur við sjúkrabili ella øðrum flutningsfari verður veittur persónum, har støðan ger flutning neyðugan. Stk. 2. Val av flutningsfari skal gerast í samráð við sjúkrahúsverkið.
§ 3 Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri útreiðslur størri enn 800 kr. í einum…
Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri útreiðslur størri enn 800 kr. í einum kallendaraári. Stk. 2. Endurgjald verður veitt fyri ferðing við almennum flutningsfari ella samsvarandi upphædd.
§ 4 Heimild er at veita sjúklingum undir 18 ár endurgjald fyri fylgjara eftir § 3
Heimild er at veita sjúklingum undir 18 ár endurgjald fyri fylgjara eftir § 3.
§ 5 Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrisstýrismannin innan 4 vikur…
Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrisstýrismannin innan 4 vikur aftaná, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálastýrið, 21.mars 2002 Sámal Petur í Grund (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.