Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. juni 1995 Nr. 104

Kunngerð um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja

Við heimild í §§ 7 og 8 í lóg nr. 621 frá 22. desember 1976 um “Færøernes Sygehusvæsen” við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutnings- ella ferðaendurgjald eftir reglum í hesi…

Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutnings- ella ferðaendurgjald eftir reglum í hesi kunngerð til persónar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært sjúkrahúslógini. Stk. 2. Flutnings- ella ferðaendurgjald verður veitt í samband við flutning millum bústað ella uppihaldsstað og viðgerðarstaðið. Stk. 3. Flutningur skal fara fram við tí eftir umstøðunum bíligasta, fullgóða flutningsfari.

§ 2 Flutningur við sjúkrabili ella øðrum flutningsfari verður veittur persónum, har støðan ger…

Flutningur við sjúkrabili ella øðrum flutningsfari verður veittur persónum, har støðan ger flutning neyðugan. Stk. 2. Val av flutningsfari skal gerast í samráð við sjúkrahúsverkið.

§ 3 Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri útreiðslur størri enn 800 kr. í einum…

Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri útreiðslur størri enn 800 kr. í einum kallendaraári. Stk. 2. Endurgjald verður veitt fyri ferðing við almennum flutningsfari ella samsvarandi upphædd.

§ 4 Heimild er at veita sjúklingum undir 18 ár endurgjald fyri fylgjara eftir § 3

Heimild er at veita sjúklingum undir 18 ár endurgjald fyri fylgjara eftir § 3.

§ 5 Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrið innan 4 vikur aftaná, at…

Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrið innan 4 vikur aftaná, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

§ 6 Henda kunngerð fær gildi 1. juli 1995

Henda kunngerð fær gildi 1. juli 1995.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja · innanhýsis
Galdandi · 21. mars 2002

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙