Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
30. desember 2025 Nr. 230
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2026, sum seinast broytt við kunngerð nr. 58 frá 1. juni 2026
Kapittul 1 Virkisøki og allýsingar
Kapittul 1 a Fiskiskapur eftir toski
Kapittul 2 Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski
Kapittul 3 Fiskiskapur eftir felagskvotum fyri NAFO-sáttmálapartar
Kapittul 4 Fiskiskapur eftir rækjum
Kapittul 5 Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum
Kapittul 6 Hjáveiða, reiðskapur, minstamát o.a.
Kapittul 7 Eygleiðari
Kapittul 8 Fráboðanir
Kapittul 9 Eftirlitsfólk
Kapittul 10 Lastarrúm, lastarplanur, framleiðsludagbók og merking av pakningi
Kapittul 11 Revsireglur og gildistíð
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 1-4, 6-8 og 10 og stk. 3, § 41, stk. 2, § 56, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
Kapittul 1 Virkisøki og allýsingar
Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski o.ø. í NAFO-skipanarøkinum í 2026. Allýsingar
Í hesi kunngerð merkir: 1) NAFO: Northwest Atlantic Fisheries Organization, Fiskiveiðifelagsskapurin fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. 2) NAFO-skipanarøkið: Tann parturin av sáttmálaøkinum hjá NAFO, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondunum, norðan fyri 35°N og vestan fyri linju drigin eftir longdarstignum 42°V til knattstøðuna 59°N, 42°V og víðari eftir longdarstignum 44°V til strond Grønlands. 3) NAFO Conservation and Enforcement Measures, NAFO CEM: Reglur galdandi fyri fiskiskap í NAFO-skipanarøkinum, samtyktar av NAFO-sáttmálapørtum. Tøkar á heimasíðuni hjá NAFO, www.nafo.int. 4) NAFO-undirøki og NAFO-deildarøki: Sundurbýting av NAFO-skipanarøkinum við tali frá 1 til 6 og bókstavi. Kort av hesum er í NAFO CEM. Kapittul 1 a 1) Fiskiskapur eftir toski Heildarkvotur og býti av kvotunum
Kapittul 1 a 1)
1) Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu frá 1. apríl til og við 31. desember 2026 fiska í mesta lagi 3.433 tons av toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap. Stk. 2. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu fram til 15. apríl 2026 fiska í mesta lagi 80,80 tons av toski í NAFO-deildarøki 3L. Stk. 4. Heildarkvotan sambært stk. 3 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota. Fiskiloyvi
1) Fiskiskapur eftir toski í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
1) Tá fiskað verður eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, skal skiparin taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt á toski eftir leiðbeining frá Havstovuni. Kapittul 2 Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski Heildarkvotur og býti av kvotunum
Kapittul 2 Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski
Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska í mesta lagi 187,6 tons av svartkalva í NAFO-deildarøki 3LMNO og 69 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap. Stk. 2. Heildarkvoturnar sambært stk. 1 verða latnar teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av hesum fiskasløgum í NAFO-skipanarøkinum ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Fiskiloyvi
Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Kapittul 3 Fiskiskapur eftir felagskvotum fyri NAFO-sáttmálapartar Aðrar NAFO-kvotur
Kapittul 3 Fiskiskapur eftir felagskvotum fyri NAFO-sáttmálapartar
Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska av kvotum, ásettar sum felagskvotur fyri NAFO-sáttmálapartar: 1) 36 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3LN, 2) 40 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3O, 3) 121,4 tons av yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO-deildarøki 3LNO, 4) 14,6 tons av lállu, witch flounder, Glyptocephalus cynoglossus, í NAFO-deildarøki 3NO, 5) 59 tons av hvítum lýsingi, white hake, Urophycis tenuis, í NAFO-deildarøki 3NO, 6) 258 tons av skøtu, skates, Rajidae, í NAFO-deildarøki 3LNO, og 7) 794 tons av høgguslokki, squid, Illex, í NAFO-undirøki 3 og 4. Stk. 2. Fiskiskapur eftir kvotum sambært stk. 1 verður skipaður við felags árskvotu. Fiskiloyvi
Fiskiskapur eftir kvotum sambært § 5, stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Treytir um landing
Hóast ásetingina í § 41, stk. 1 í løgtingslógini kann øll veiða sambært § 5, stk. 1 verða landað og avreidd uttanlands. Stk. 2. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn. Kapittul 4 Fiskiskapur eftir rækjum
Kapittul 4 Fiskiskapur eftir rækjum
Føroysk skip kunnu ikki fara til fiskiskap eftir rækjum í NAFO-skipanarøkinum í 2026. Kapittul 5 Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum Hákelling
Kapittul 5 Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum
Beinleiðis veiða eftir hákelling, Greenland shark, Somniosus microcephalus, er bannað. Stk. 2. Hjáveiða av hákelling, Greenland shark, Somniosus microcephalus, í veiði eftir øðrum fiskasløgum, skal beinanvegin sleppast út aftur livandi. Kalvi 2)
2) Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska í mesta lagi 200 tons av kalva, Atlantic halibut, Hippoglossus hippoglossus, í NAFO-skipanarøkinum. Veiðast skal við línu. Stk. 2. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota. Stk. 3. Fiskiskapur eftir kalva sambært stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Stk. 4. Tá heildarkvotan sambært stk. 1 er uppfiskað, kann hjáveiðan av kalva í fiskiskapi eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, í mesta lagi vera 5% av samlaðu toskaveiðuni umborð og landaðu toskaveiðuni. Kapittul 6 Hjáveiða, reiðskapur, minstamát o.a. Hjáveiða
Kapittul 6 Hjáveiða, reiðskapur, minstamát o.a.
Í beinleiðis veiði eftir kongafiski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, kann hjáveiðan av toski í mesta lagi vera 1% av samlaðu veiðuni umborð og landaðu veiðuni.
Hjáveiðan av toski í NAFO-deildarøki 3L og 3M, kongafiski í NAFO-deildarøki 3LN ella lállu í NAFO-deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 2. Hjáveiðan av toski í NAFO-deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.000 kg ella í mesta lagi 4% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 3. Hjáveiðan av øðrum fiskasløgum ásett í Annex I.A í NAFO CEM, undantikin rættindi ásett í kapittul 2 í hesi kunngerð, í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 2.500 kg ella í mesta lagi 10% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 4. Hjáveiðan av fiskasløgum, ið eru undir veiðibanni ásett í Annex I.A í NAFO CEM, ella av rættindum ásett í kapittul 3 í hesi kunngerð, tá kvotan er uppfiskað í veiði eftir øðrum fiskasløgum, kann í mesta lagi vera 1.250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 5. Hjáveiðan av amerikanskari reyðsprøku, American plaice, Hippoglossoides platessoides, í fiskiskapi eftir yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO-deildarøki 3LNO kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu veiðuni umborð. Stk. 6. Er hjáveiðan í einum háli ella setu meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni. Stk. 7. Tá skipið kemur inn aftur í deildarøkið 60 tímar seinni, sambært stk. 6, kann skipið royndarhála ella draga í mesta lagi 3 tímar. Er hjáveiðan í royndarhálinum ella setuni meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni. Meskavídd í troli
Í botnfiskiveiði er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 130 mm. Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski við uppsjóvartroli er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 90 mm. Stk. 3. Í beinleiðis veiði eftir høgguslokki er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 60 mm. Stk. 4. Í beinleiðis veiði eftir skøtu er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 280 mm í posanum og 220 mm í øðrum pørtum av trolinum. Stk. 5. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir stk. 1-4, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi. Skiljirist
Tá roynt verður við troli eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 55 mm millum rimarnar. Merking av fiskireiðskapi
Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar, rúsur, gørn o.a., skulu vera merktar við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari. Minstamát
Fiskur, ið ikki stendur mát sambært skjali 1 til hesa kunngerð, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur. Veiða av undirmálsfiski er ikki loyvd, og er talið av undirmálsfiski í einum háli meiri enn 10% í tali, skal fiskifarið flyta 5 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Hávafjaðrar
Tað er ikki loyvt at skera burtur hávafjaðrar ella hava umborð, umskipa og landa hávafjaðrar. Kapittul 7 Eygleiðari
Kapittul 7 Eygleiðari
Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu hava eygleiðara frá Vørn umborð. Vørn kann loyva, at eygleiðari bert er umborð 25% av tíðini, fiskifarið er í NAFO-skipanarøkinum. Vørn kann áleggja skipinum at sigla í havn ella á ávísa posisjón at taka ímóti ella seta av eygleiðara. Stk. 2. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara frá Vørn umborð. Stk. 3. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Kapittul 8 Fráboðanir
Kapittul 8 Fráboðanir
Fiskifar, sum fiskar í NAFO-skipanarøkinum, skal senda Vørn elektroniskar fráboðanir sambært skjali 2: 1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO-skipanarøkið. 2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. 3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO-skipanarøkinum. Stk. 2. Vørn kann áleggja skipunum at senda fráboðanir oftari enn ásett í stk. 1. Kapittul 9 Eftirlitsfólk
Kapittul 9 Eftirlitsfólk
Sambært § 56, stk. 2, 1. pkt. í løgtingslógini hava eftirlitsfólk frá NAFO-sáttmálapørtum rætt at fremja eftirlit umborð á fiskiførum, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum. Eftirlitsfólk skulu hava samleikaprógv, sum er útflýggjað av NAFO. Stk. 2. Skiparin skal síggja til, at NAFO- eftirlitsfólk kunnu fremja eftirlit sambært grein 35 í NAFO CEM. Stk. 3. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra. Kapittul 10 Lastarrúm, lastarplanur, framleiðsludagbók og merking av pakningi Lastarrúm
Kapittul 10 Lastarrúm, lastarplanur, framleiðsludagbók og merking av pakningi
Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum, skulu hava umborð tekningar yvir lastarrúm, sum eru góðkendar av Sjóvinnustýrinum ella klassingarfelag. Góðkenningin skal endurnýggjast annað hvørt ár. Lastarplanur
Skiparin skal føra lastarplan, sum vísir, hvar hvørt fiskaslag og vøruslag er í lastarrúminum uppgivið í nøgd, kg. Stk. 2. Lastarplanurin skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC. Stk. 3. Lastarplanurin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað. Stk. 4. Øll veiða, fiskað í NAFO-skipanarøkinum, skal stúgvast burtur frá veiði fiskað aðrastaðni. Framleiðsludagbók
Skiparin skal føra framleiðsludagbók, har fiskaslag og vøruslag er skrásett, uppgivið í nøgd, kg, og í hvørjum NAFO-deildarøki veiðan er fiskað. Stk. 2. Framleiðslan av hvørjum fiskaslagi skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC. Stk. 3. Fyri hvørt vøruslag skal skrásetast, hvør umrokningarfaktorur er nýttur at rokna um til runda vekt. Stk. 4. Framleiðsludagbókin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað. Merking av pakningi
Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum, skulu merkja allan pakning við fiskavøru við: 1) navn á fiskifari, 2) fiskaslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex I.C í NAFO CEM, 3) fyri rækjur, veiðidagfesting, 4) NAFO-deildarøki, og 5) vøruslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex II.K í NAFO CEM. Stk. 2. Í hvørjum pakningi, eskju, við fiskavøru skal bert vera: 1) eitt vøruslag, 2) eitt NAFO-deildarøki, 3) fyri rækjur, ein veiðidagfesting, og 4) eitt fiskaslag. Kapittul 11 Revsireglur og gildistíð Revsing
Kapittul 11 Revsireglur og gildistíð
1) Brot á § 2 c, § 7, stk. 2, §§ 9-14, § 15, 2. pkt., § 16, § 17, stk. 1, 1. pkt., § 18, § 19, stk. 2 og 3 og §§ 20-23 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært § 17, stk. 1, 3. pkt., ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 17. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð o.a.
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027. Stk. 2. Loyvt er at fiska høgguslokk sambært kapitli 3 frá 1. juli til og við 31. desember 2026. Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025 Eirikur í Jákupsstovu (sign.) landsstýrismaður / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Minstamát Minstamát á fiski Mátini eru forklongd fyri tosk og totallongd fyri hini sløgini. Fyri avhøvdaðan og flaktan/klovnan tosk er mátið 25 cm fyri saltfisk, sum ikki er íligin. Kruvdur og sløgdur við ella uttan skræðu Feskur ella ísaður, frystur ella saltaður Fiskaslag Rundur Avhøvdaður Avhøvdaður og uttan stert Avhøvdaður og flaktur/klovin Toskur 41/43* cm 27 cm 22 cm 27/25 cm Svartkalvi 30 cm - - - Amerikansk reyðsprøka 25 cm 19 cm 15 cm - Yellowtail flounder 25 cm 19 cm 15 cm - *toskur í NAFO-deildarøki 3L Skjal 2 Fráboðanir til Vørn Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO-skipanarøkið (vestur um 42°V) Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiðiøki RA NAFO deildarøki, hvagar skipið fer til fiskiskap Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt Eygleiðari umborð OO Eygleiðari umborð – “Yes” ella “No” 2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC. Útblak: – seta felt inn í veiðifráboðan: Útblak – RJ - Veiða, útblakað síðan seinastu veiðifráboðan (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Útblakað veiða skal uppgevast í rundari vekt. Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum NAFO Sáttmálapartur IR FRO - NAFO Sáttmálapartur Føroyar Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA NAFO deildarøki, har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt Leigusáttmáli við NAFO Sáttmálapart CH NAFO Sáttmálapartur, um skipið er útleigað øðrum Fiskidagar DF Tal av fiskidøgum síðan seinastu veiðifráboðan (CAT) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) 3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO-skipanarøkinum (eystur um 42°V) Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiðiøki RA NAFO deildarøki, hvaðan skipið kemur av fiskiskapi Veiða CA Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt Fiskidagar DF Tal av fiskidøgum síðan túrurin hjá skipinum byrjaði í NAFO skipanarøkinum Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) 1) Broytt við kunngerð nr. 31 frá 1. apríl 2026. 2) Broytt við kunngerð nr. 58 frá 1. juni 2026.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.