Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. juni 2026 Nr. 58
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2026
(Fiskiskapur eftir kalva)
§ 1 Í kunngerð nr. 230 frá 30. desember 2025 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir…
Í kunngerð nr. 230 frá 30. desember 2025 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2026, sum broytt við kunngerð nr. 31 frá 1. apríl 2026, verður aftan á § 9 í kapittul 5 sett “Kalvi
§ 9 a Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska í mesta lagi 200 tons av kalva, Atlantic…
Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska í mesta lagi 200 tons av kalva, Atlantic halibut, Hippoglossus hippoglossus, í NAFO-skipanarøkinum. Veiðast skal við línu. Stk. 2. Heildarkvotan sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av toski á Flemish Cap ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður sum felagskvota. Stk. 3. Fiskiskapur eftir kalva sambært stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Stk. 4. Tá heildarkvotan sambært stk. 1 er uppfiskað, kann hjáveiðan av kalva í fiskiskapi eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, í mesta lagi vera 5% av samlaðu toskaveiðuni umborð og landaðu toskaveiðuni.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 1. juni 2026 Bárður á Steig Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.