Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
28. mars 2011 Nr. 22
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti, sum seinast broytt við kunngerð nr. 103 frá 27. mai 2025
1) Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1 Ískoyti til ergoterapiveiting frá privatstarvandi ergoterapeuti kann verða veitt persónum, yngri…
Ískoyti til ergoterapiveiting frá privatstarvandi ergoterapeuti kann verða veitt persónum, yngri enn 18 ár, sum hava likamligt ella sálarligt brek ella varandi sjúku, ið hava við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum.
§ 2 2) Ískoyti verður bert veitt til neyðuga og heilsuliga væl grundaða veiting eftir ávísing frá…
2) Ískoyti verður bert veitt til neyðuga og heilsuliga væl grundaða veiting eftir ávísing frá lækna, sum starvast á Heilsumiðstøð, ella serlækna í pædiatri, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.
§ 3 Ískoyti til gjald fyri ergoterapiveitingar kann verða veitt sum einstaklingaveiting,…
Ískoyti til gjald fyri ergoterapiveitingar kann verða veitt sum einstaklingaveiting, tveypersónaveiting ella bólkaveiting.
§ 4 Ergoterapeutisk veiting skal verða veitt samsvarandi treytunum, sum eru ásettar í sáttmála millum…
Ergoterapeutisk veiting skal verða veitt samsvarandi treytunum, sum eru ásettar í sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2010
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2010. Heilsumálaráðið, 28. mars 2011 John Johannessen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 28 frá 4. apríl 2016. 2) Broytt við kunngerð nr. 103 frá 27. mai 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.