Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. mai 2025 Nr. 103
Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti
(Setanarviðurskifti hjá kommunulæknum nágreinað)
§ 1 Í kunngerð nr. 22 frá 28. mars 2011 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi…
Í kunngerð nr. 22 frá 28. mars 2011 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 4. apríl 2016, verður § 2 orðað soleiðis: “§ 2. Ískoyti verður bert veitt til neyðuga og heilsuliga væl grundaða veiting eftir ávísing frá lækna, sum starvast á Heilsumiðstøð, ella serlækna í pædiatri, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025. Heilsumálaráðið, 27. mai 2025 Súsanna Bertholdsen (sign.) landsstýriskvinna / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.