Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
28. desember 2020 Nr. 219
Kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða
Við heimild í § 25, stk. 7 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Orsakir
§ 1 Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku kann veitast í hesum førum
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku kann veitast í hesum førum: 1) tá tað vegna likamligt ella sálarligt brek ella varandi sjúku er neyðugt at ansa barni í heiminum, ella at vera hjá barni í ávíst tíðarskeið í sambandi við viðgerð, 2) tá persónur undir fólkapensjónsaldri, sum ynskir at doyggja heima, verður ansaður av persóni, sum ein hevur eitt serligt og tætt tilknýti til, ella 3) tá persónur undir fólkapensjónsaldri við seinheilaskaða, sum vegna vantandi pláss á bústaði sambært §§ 45 ella 46, verður ansaður í heiminum av persóni, sum ein hevur eitt serligt og tætt tilknýti til. Børn
§ 2 Við varandi sjúku sbrt. § 1, nr. 1 er at skilja sjúka, ið væntast at vara í fleiri ár
Við varandi sjúku sbrt. § 1, nr. 1 er at skilja sjúka, ið væntast at vara í fleiri ár. Stk. 2. Við brek og sjúku sbrt. § 1, nr. 1 er at skilja brek og sjúka, ið hevur við sær munandi avleiðingar fyri barnið í gerandisdegnum. Stk. 3. Við at uppihalda barni í heiminum sbrt. § 1, nr. 1 er at skilja, at barnið skal búgva hjá uppihaldaranum og ikki hava uppihald uttanfyri heimið við viðvirkan frá tí almenna. Stk. 4. Persónur sbrt. § 1, nr. 1 fevnir eisini um foreldur, ið ikki býr saman við barninum, og um aðrar persónar, ið viðvirka til uppihald av barninum.
§ 3 Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 2 verður veitt, tá frávera frá arbeiði í styttri…
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 2 verður veitt, tá frávera frá arbeiði í styttri ella longri tíðarskeið er ein neyðug avleiðing av at uppihalda barni við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku heima. Stk. 2. Endurgjaldið sbrt. stk. 1 er treytað av, at ein avleiðing av sjúkuni ella brekinum er, at tað er neyðugt og besta loysnin, at tað er uppihaldarin, sum er um og ansar barninum heima orsakað av: 1) likamligum veikleika ella mongu sjúkuherðindum hjá barninum, ið hava við sær stóran tørv á støðugari røkt og umsjón, 2) at barnið ikki dugir at kenna avleiðingarnar av egnum gerðum, ið hevur við sær, at vandi kann vera fyri, at barnið sjálvt ella onnur koma til skaða, og stórur tørvur tí er á støðugari umsjón og hjáveru, 3) at barnið svevur sera illa og lítið, og tørvur tí er á títtum tilsýni og hjálp alla náttina, 4) at barnið skal til nógvar kanningar og viðgerðir, og tørvur tí ofta er á at kunna fylgja barninum til sjúkrahús ella annað viðgerðarstað, 5) at sjúkan hjá barninum er skiftandi við atliti at styrki, pínu og herðindum, og tað tí støðugt má metast um, hvørt barnið kann vera í skúla, dagtilboði ella stuðulsfyriskipan, 6) at niðursett immunverja ella stórur sjúkuvandi hava við sær, at barnið ikki kann vera í skúla, dagtilboði ella í aðrari ansing uttanfyri heimið, ella 7) øðrum líknandi umstøðum. Stk. 3. Um nøktandi tilboð eftir løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt ella stuðul eftir § 39 í løgtingslógini kann ávísast barninum, er treytin sambært stk. 1 ikki lokin. Stk. 4. Frágreiðing frá viðkomandi serlækna skal fyriliggja í mun til meting eftir stk. 1-3.
§ 4 Almannaverkið tekur avgerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku út frá eini heildarmeting av…
Almannaverkið tekur avgerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku út frá eini heildarmeting av støðuni hjá barninum og familjuni. Í málsviðgerðini tekur Almannaverkið atlit til: 1) at forðast skal fyri, at brekið ella varandi sjúkan hjá barninum versnar ella fær aðrar og meiri álvarsligar fylgjur, og 2) at familjan fær eina so vanliga tilveru sum møguligt, hóast likamliga og sálarliga brekið ella varandi sjúkuna hjá barninum. Doyggjandi ella seinheilaskaði
§ 5 Við doyggjandi er at skilja, at tann ansaði skal vera røktarkrevjandi og ikki fáa lekjandi…
Við doyggjandi er at skilja, at tann ansaði skal vera røktarkrevjandi og ikki fáa lekjandi viðgerð. Livitíðin væntast at vara í mesta lagi nakrar mánaðir. Støðan hjá tí doyggjandi skal ikki gera tað neyðugt við uppihaldi á sjúkrahúsi ella røktarbústaði. Stk. 2. Ansing av seinheilaskaddum í heiminum er orsakað av vantandi bústaði sambært §§ 45 ella 46 í løgtingslógini. Stk. 3. Røktartørvurin til doyggjandi og seinheilaskadd skal samsvara við eitt fulltíðarstarv, og ansarin skal sostatt ikki hava aðrar arbeiðsinntøkur. Læknaváttan skal fyriliggja um røktartørvin. Stk. 4. Ansingin skal fara fram í heiminum hjá tí sjúka ella í heiminum hjá ansaranum. Hóast at ansingin skal fara fram í heiminum og hóast ásetingina í stk. 1 kann endurgjald fyri mista inntøku veitast, tá persónur uppiheldur sær fyribils á sjúkrahúsi í upp til 7 dagar í senn. Stk. 5. Tann, sum verður ansaður, skal samtykkja at ansingin fer fram í heiminum. Endurgjald
§ 6 Endurgjald sbrt. § 1 verður veitt við støði í inntøkugrundarlagnum sbrt. § 7. Endurgjald og…
Endurgjald sbrt. § 1 verður veitt við støði í inntøkugrundarlagnum sbrt. § 7. Endurgjald og inntøka, sum viðkomandi møguliga framhaldandi hevur, kann í mesta lagi vera kr. 25.000 um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald sbrt. løgtingslóg um eftirløn. Stk. 2. Mest møguliga upphædd sbrt. stk. 1 verður javnað sbrt. løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar. Stk. 3. Útreiðslur til barnaansing og frítíðarskúla, sum viðkomandi sparir, tí barnið verður ansað í heiminum, verða frároknaðar í endurgjaldinum sbrt. stk. 1. Stk. 4. Endurgjaldið verður útgoldið mánaðarliga. Stk. 5. Innvunnin frítíðarløn verður mótroknað í endurgjaldinum fyri apríl mánað. Stk. 6. Móttekur persónur aðra veiting, verður endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku lækkað við somu upphædd, og munur veittur sambært hesi kunngerð. Stk. 7. Fær móttakari av endurgjaldi sbrt. § 1, nr. 1 aðra inntøku enn hana, sum liggur til grund fyri ásetingini verður hendan mótroknað. Verður henda arbeiðsinntøkan støðug, skal endurgjaldið takast upp av nýggjum. Inntøkugrundarlag
§ 7 Inntøkugrundarlagið er væntaða mista arbeiðsinntøkan umframt frítíðarløn sbrt. váttan frá…
Inntøkugrundarlagið er væntaða mista arbeiðsinntøkan umframt frítíðarløn sbrt. váttan frá arbeiðsgevara um setanarviðurskiftini. Stk. 2. Grundarlagið, sum endurgjaldið verður roknað eftir, er móttikna miðal mánaðarliga A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Inntøka, sum kemur í staðin fyri løn, so sum útgjald frá ALS, gjald úr barsilsskipanini ella dagpening vegna sjúku, er javnsett við arbeiðsinntøku. Stk. 3. Í teimum førum har teir seinastu 12 mánaðirnir ikki eru eitt umboðandi tíðarskeið, kann eitt styttri og betri umboðandi tíðarskeið nýtast, samanber stk. 2, 2. pkt. Stk. 4. Í teimum førum har miðal mánaðarliga arbeiðsinntøkan seinastu 12 mánaðirnar hevur verið lægri enn árið frammanundan, og orsøkin til lægru arbeiðsinntøkuna er sjúkan ella brekið hjá tí ansaða, kann inntøkugrundarlagið ásetast við støði í inntøku í árinum frammanundan. Stk. 5. Í teimum førum har móttakarin enn ikki er komin á arbeiðsmarknaðin, verður inntøkugrundarlagið ásett við grundarlag í tí inntøku, sum viðkomandi undir vanligum umstøðum hevði havt. Stk. 6. Í teimum førum har móttakarin er lesandi og seinastu 12 mánaðirnar ikki hevur havt arbeiðsinntøku av týdningi, kann inntøkugrundarlagið ásetast við støði í inntøku áðrenn seinastu 12 mánaðirnar. Stk. 7. Fyri sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava A-inntøku, verður inntøkan seinasta álíknaða inntøkuárið nýtt sum grundarlag. Er henda inntøka ikki eitt umboðandi inntøkugrundarlag, verður skrásetta metta B-inntøkan í verandi ári nýtt sum grundarlag. Í teimum førum, tá inntøka sbrt. 1. og 2. punktum ikki er umboðandi inntøkugrundarlag, kann støði verða tikið í tøku inntøkuni higartil sambært seinasta roknskapi ella í møguligari útreiðslu til avloysara. Kærumyndugleiki
§ 8 Avgerðir sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum…
Avgerðir sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Gildiskoma
§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 94 frá 24.…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 94 frá 24. juni 2009 um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Almannamálaráðið, 28. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.