Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
24. juni 2009 Nr. 94
Kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 18. januar 2013
Við heimild í § 17, stk. 4 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 8. mai 2003 og seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 25. mai 2009, verður ásett:
Persónsskari
§ 1 Persónur, sum í heiminum uppiheldur einum barni við likamligum ella sálarligum breki ella sjúku,…
Persónur, sum í heiminum uppiheldur einum barni við likamligum ella sálarligum breki ella sjúku, kann fáa endurgjald fyri fullan ella partvísan miss av arbeiðsinntøku. Stk. 2. Við sjúku sbrt. stk. 1 er at skilja varandi sjúka, ið væntast at vara í fleiri ár. Stk. 3. Við brek og sjúku sbrt. stk. 1 er at skilja brek og sjúka, ið hevur við sær munandi avleiðingar fyri barnið í gerandisdegnum. Stk. 4. Við í heiminum at uppihalda barni sbrt. stk. 1 er at skilja, at barnið skal búgva hjá uppihaldaranum og ikki hava uppihald uttanfyri heimið við viðvirkan frá tí almenna. Stk. 5. Persónur sbrt. stk. 1 fevnir eisini um foreldur, ið ikki býr saman við barninum, og um aðrar persónar, ið viðvirka til uppihald av barninum. Treytir
§ 2 Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 1 verður veitt, tá frávera frá arbeiði í styttri…
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 1 verður veitt, tá frávera frá arbeiði í styttri ella longri tíðarskeið er ein neyðug avleiðing av at uppihalda einum barni við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku heima. Stk. 2. Endurgjaldið sbrt. stk. 1 er treytað av, at ein avleiðing av sjúkuni ella brekinum er, at tað er neyðugt og besta loysnin, at tað er uppihaldarin, sum er um og ansar barninum heima orsakað av: 1) likamligum veikleika ella mongu sjúkuherðindum hjá barninum, ið hava við sær stóran tørv á støðugari røkt og umsjón, 2) at barnið ikki dugir at kenna avleiðingarnar av egnum gerðum, ið hevur við sær, at vandi kann vera fyri, at barnið sjálvt ella onnur koma til skaða, og stórur tørvur tí er á støðugari umsjón og hjáveru, 3) at barnið svevur sera illa og lítið, og tørvur tí er á títtum tilsýni og hjálp alla náttina, 4) at barnið skal til nógvar kanningar og viðgerðir, og tørvur tí ofta er á at kunna fylgja barninum til sjúkrahús ella annað viðgerðarstað, 5) at sjúkan hjá barninum er skiftandi við atliti at styrki, pínu og herðindum, og tað tí støðugt má metast um, hvørt barnið kann vera í skúla, dagtilboði ella stuðulsfyriskipan, 6) at niðursett immunverja ella stórur sjúkuvandi hava við sær, at barnið ikki kann vera í skúla, dagtilboði ella í aðrari ansing uttanfyri heimið, ella 7) øðrum líknandi umstøðum. Stk. 3. Um nøktandi tilboð eftir lóg um dagstovnar og dagrøkt ella stuðul eftir § 32 c í forsorgarlógini kann ávísast barninum, er treytin sambært stk. 1 ikki lokin. Stk. 4. Frágreiðing frá viðkomandi serlækna skal fyriliggja í mun til meting eftir stk. 1-3.
§ 3 Endurgjald fyri mista inntøku sbrt. § 1 verður játtað fyri í mesta lagi eitt ár í senn
Endurgjald fyri mista inntøku sbrt. § 1 verður játtað fyri í mesta lagi eitt ár í senn. Stk. 2. Um broyting hendir í einum játtanarskeiði, ið hevur við sær, at treytirnar fyri at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku ikki longur eru loknar, kann endurgjaldið halda fram í upp til 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, at broytingin hendi. Endurgjald
§ 4 Endurgjald sbrt. § 1 verður veitt við støði í inntøkugrundarlagnum sbrt. § 5. Inntøkugrundarlagið…
Endurgjald sbrt. § 1 verður veitt við støði í inntøkugrundarlagnum sbrt. § 5. Inntøkugrundarlagið kann tó í mesta lagi vera kr. 25.000 um mánaðin, íroknað frítíðarløn og møguliga arbeiðsinntøku, sum viðkomandi framhaldandi hevur. Stk. 2. 1) Tað verður ikki veitt endurgjald fyri møguligum arbeiðsgevaraparti av eftirlønargjaldi. Stk. 3. 1) Útreiðslur, sum viðkomandi sparir í sambandi við, at viðkomandi ikki longur arbeiðir, verða frároknaðar í endurgjaldinum sbrt. stk. 1. Stk. 4. 1) Endurgjaldið verður frároknað frítíðarløn, sum verður útgoldin 1. mai. Frítíðarlønin er munurin millum endurgjald sbrt. stk. 1 og endurgjald sbrt. stk. 1 býtt við 1,12. Stk. 5. 1) Endurgjaldið verður útgoldið mánaðarliga. Stk. 6. 1) Innvunnin frítíðarløn verður mótroknað í endurgjaldinum í mai og juni mánaða. Stk. 7. 1) Fær móttakarin aðra inntøku enn hana, sum liggur til grund fyri ásetingini verður hendan mótroknað. Verður henda arbeiðsinntøkan støðug, skal endurgjaldið takast upp av nýggjum. Inntøkugrundarlag
§ 5 Inntøkugrundarlagið er væntaða mista arbeiðsinntøkan íroknað frítíðarløn sbrt. váttan frá…
Inntøkugrundarlagið er væntaða mista arbeiðsinntøkan íroknað frítíðarløn sbrt. váttan frá arbeiðsgevara um setanarviðurskiftini. Stk. 2. Grundarlagið, sum endurgjaldið verður roknað eftir, er móttikna miðal mánaðarliga A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Stk. 3. Í teimum førum har teir seinastu 12 mánaðirnir ikki eru eitt umboðandi tíðarskeið, kann eitt styttri og betri umboðandi tíðarskeið nýtast. Stk. 4. Í teimum førum har móttakarin enn ikki er komin á arbeiðsmarknaðin, verður inntøkugrundarlagið ásett við grundarlag í tí inntøku, sum viðkomandi undir vanligum umstøðum hevði havt. Stk. 5. Í teimum førum, har arbeiðsinntøkan heilt ella partvíst verður útgoldin sum ein skattafrí løn, verður hon umroknað til bruttoløn og nýtt sum inntøkugrundarlag, og síðani verður endurgjaldið útroknað sambært § 4, stk. 2. Stk. 6. Fyri sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava A-inntøku, verður inntøkan seinasta álíknaða inntøkuárið nýtt sum grundarlag. Er henda inntøka ikki eitt umboðandi inntøkugrundarlag, verður skrásetta metta B-inntøkan í verandi ári nýtt sum grundarlag. Í teimum førum, tá inntøka sbrt. 1. og 2. punktum ikki er umboðandi inntøkugrundarlag, kann støði verða tikið í tøku inntøkuni higartil sambært seinasta roknskapi ella í møguligari útreiðslu til avloysara. Umsiting
§ 6 1) Almannaverkið tekur avgerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku út frá eini heildarmeting…
1) Almannaverkið tekur avgerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku út frá eini heildarmeting av støðuni hjá barninum og familjuni. Í málsviðgerðini tekur Almannaverkið atlit til: 1) at forðast skal fyri, at brekið ella varandi sjúkan hjá barninum versnar ella fær aðrar og meiri álvarsligar fylgjur, og 2) at familjan fær eina so vanliga tilveru sum møguligt, hóast likamliga og sálarliga brekið ella varandi sjúkuna hjá barninum. Kærumyndugleiki
§ 7 Avgerðir sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4…
Avgerðir sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Gildiskoma
§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2009
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2009. Almannamálaráðið, tann 24. juni 2009 Rósa Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 2 frá 18. januar 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. januar 2013.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.