Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. desember 1993 Nr. 204

Kunngerð um gjøld fyri vinnurekandi grunnar

Kapittul 1

Kapittul 2 Ársavgjald v.m.

Kapittul 3 Ígildissetan

Við heimild í § 60, stk. 2 í fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um vinnurekandi grunnar hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

Avgjøld fyri fráboðanir

Kapittul 1 Avgjøld fyri fráboðanir

Fyri fráboðan av vinnurekandi grunnum verður goldið avgjald til Skráseting Føroya. Avgjaldið er 1.700 kr. Kapittul 2 Ársavgjald v.m.

Kapittul 2 Ársavgjald v.m.

Vinnurekandi grunnar skulu gjalda ársavgjald uppá 900 kr. og ískoyti, ið er ½ 0/00 av stovnsfænum, tó í mesta lagi 25.000 kr. Ársavgjaldið verður goldið fyri heilt álmanakkaár hvørja ferð. Ársavgjaldið verður roknað grundað á eginkapitalin sambært ársroknskapinum fyri seinasta roknskaparár. Ársavgjaldið verður rundað niður til nærmastu fullu krónuupphædd. Stk. 2. Ársavgjaldið fellur til gjaldingar 6 mánaðir aftaná at roknskaparárið er úti. Er ársavgjaldið ikki goldið skrásetingini í seinasta lagi 1 mánað aftaná, at tað er fallið til gjaldingar, verður ískoytisavgjald uppá 600 kr. at gjalda fyri hvønn byrjaðan mánað aftaná forfalsdagin.

Útreiðslur, ið standast av umsitingini av vinnurekandi grunnum, eru íroknaðar teimum í § 2 nevndu avgjøldum. Kapittul 3 Ígildissetan

Kapittul 3 Ígildissetan

Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld fyri vinnurekandi grunnar · innanhýsis
Áður galdandi · 18. november 2008

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙