Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. november 2008 Nr. 97
Kunngerð um gjøld fyri vinnurekandi grunnar
Kapittul 1 Avgjøld fyri fráboðanir
Kapittul 2 Ársavgjald v.m.
Kapittul 3 Ígildissetan
Við heimild í § 60, stk. 5 í fyriskipan nr. 1113 frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um vinnurekandi grunnar hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Avgjøld fyri fráboðanir
Kapittul 1 Avgjøld fyri fráboðanir
Fyri fráboðan av vinnurekandi grunnum verður goldið avgjald til Skráseting Føroya. Avgjaldið er 1.700 kr. Kapittul 2 Ársavgjald v.m.
Kapittul 2 Ársavgjald v.m.
Vinnurekandi grunnar skulu gjalda ársavgjald uppá 900 kr. og ískoyti, ið er ½ ‰ av stovnsfænum, tó í mesta lagi 25.000 kr. Ársavgjaldið verður goldið fyri heilt álmanakkaár hvørja ferð. Ársavgjaldið verður roknað grundað á eginkapitalin sambært ársroknskapinum fyri seinasta roknskaparár. Ársavgjaldið verður rundað niður til nærmastu fullu krónuupphædd. Stk. 2. Ársavgjaldið fellur til gjaldingar 6 mánaðir aftaná, at roknskaparárið er úti. Er ársavgjaldið ikki goldið skrásetingini í seinasta lagi 1 mánað aftaná, at tað er fallið til gjaldingar, verður ískoytisgjald uppá 600 kr. at gjalda fyri hvønn byrjaðan mánað aftaná forfalsdagin.
Útreiðslur, ið standast av umsiting av vinnurekandi grunnum, eru íroknaðar teimum í § 2 nevndu avgjøldum. Kapittul 3 Ígildissetan
Kapittul 3 Ígildissetan
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 204 frá 28. desember 1994 um gjøld fyri vinnurekandi grunnar. Vinnumálaráðið, 18. november 2008 Jóhan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.