Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. desember 2020 Nr. 200

Kunngerð um broyting í kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur

(Broytt heimildaráseting, broytt tilvísing o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 13 frá 12. februar 2013 um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur verða gjørdar…

Í kunngerð nr. 13 frá 12. februar 2013 um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, og § 15, stk. 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verður ásett:” 2. § 1, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “Stuðul verður veittur til persón, sum fær veiting sbrt. § 12, stk. 1, § 13 a, stk. 1 og § 14, stk. 1, nr. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 og § 13, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum vegna týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar, má hava bústað av ávísum slagi og harvið hevur høgar bústaðarútreiðslur. Stk. 2. Stuðul verður veittur til persón, sum fær veiting sbrt. § 12, stk. 1 og § 13 a, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum hevur fleiri enn 2 børn at uppihalda og høgar bústaðarútreiðslur.” 3. § 1, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Stuðul verður veittur sum ískoytisupphædd til veiting sbrt. § 12, stk. 1, § 13 a, stk. 1 og § 14, stk. 1, nr. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 og § 13, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.” 4. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Upphæddir sambært § 3 verða javnaðar sbrt. kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021. Almannamálaráðið, 16. desember 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.) landsstýrismaður / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙