Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. februar 2013 Nr. 13
Kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur, sum broytt við kunngerð 200 frá 16. desember 2020
1) Við heimild í § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, og § 15, stk. 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verður ásett:
§ 1 1) Stuðul verður veittur til persón, sum fær veiting sbrt. § 12, stk. 1, § 13 a, stk. 1 og § 14,…
1) Stuðul verður veittur til persón, sum fær veiting sbrt. § 12, stk. 1, § 13 a, stk. 1 og § 14, stk. 1, nr. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 og § 13, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum vegna týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar, má hava bústað av ávísum slagi og harvið hevur høgar bústaðarútreiðslur. Stk. 2. 1) Stuðul verður veittur til persón, sum fær veiting sbrt. § 12, stk. 1 og § 13 a, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum hevur fleiri enn 2 børn at uppihalda og høgar bústaðarútreiðslur. Stk. 3. Stuðul sbrt. stk. 2 verður bert veittur, um børnini eru skrásett í landsfólkayvirlitinum við sama bústaði sum forsyrgjarin, ið søkir vegna høgar bústaðarútreiðslur. Stk. 4. Stuðul sbrt. stk. 2 kann bert verða veittur í avmarkað tíðarskeið ella í einum fyriskipanartíðarskeiði. Stk. 5. 1) Stuðul verður veittur sum ískoytisupphædd til veiting sbrt. § 12, stk. 1, § 13 a, stk. 1 og § 14, stk. 1, nr. 1 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og § 12, stk. 1 og § 13, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
§ 2 Fyri leigubústað verður bústaðarútreiðslan roknað sum húsaleiga og útreiðslur til ljós og hita…
Fyri leigubústað verður bústaðarútreiðslan roknað sum húsaleiga og útreiðslur til ljós og hita tilsamans. Stk. 2. Fyri lutaíbúð verður bústaðaútreiðsla roknað sum útreiðslur til ljós og hita og útreiðslur av láninum frádrigið rentustuðul og avdrátt. Grundarlagið eru útreiðslurnar seinastu 3 mánaðirnar deilt við 3. Stk. 3. Fyri eigarabústað verður bústaðarútreiðsla roknað sum útreiðslur til ljós og hita og útreiðslur av láninum frádrigið rentustuðul og avdrátt. Grundarlagið eru útreiðslurnar seinastu 3 mánaðirnar deilt við 3.
§ 3 Stuðul kann verða veittur, tá bústaðarútreiðslan
Stuðul kann verða veittur, tá bústaðarútreiðslan: 1) hjá stakum uppihaldara, ið hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis fleiri enn 2 børnum, er hægri enn kr. 6.500 um mánaðin. Er uppihaldarin sambúgvandi, verður stuðul veittur, um bústaðarútreiðslan sbrt. § 5 er hægri enn kr. 4.000 um mánaðin. 2) hjá stakum persóni, ið er 25 ár og eldri og hevur djúptøknar sálarligar trupulleikar, samansettar (kompleksar) sosialar trupulleikar ella kropsligt brek, er hægri enn kr. 4.000 um mánaðin. Er persónurin sambúgvandi, verður stuðul veittur, um bústaðarútreiðslan sbrt. § 5 er hægri enn kr. 2.500 um mánaðin. 3) hjá persóni, ið er yngri enn 25, sum ikki býr hjá foreldrunum og hevur djúptøknar sálarligar trupulleikar, samansettar (kompleksar) sosialar trupulleikar ella kropsligt brek, er hægri enn kr. 2.500 um mánaðin. Er persónurin sambúgvandi, verður stuðul veittur um bústaðarútreiðslan sbrt. § 5 er hægri enn kr. 2.500 um mánaðin. 4) hjá stakum uppihaldara, ið hevur djúptøknar sálarligar trupulleikar, samansettar (kompleksar) sosialar trupulleikar ella kropsligt brek og hevur forsyrgjaraskyldu at barni, sum sambært landsfólkayvirlitinum býr hjá honum, er hægri enn kr. 6.500 um mánaðin. Er persónurin sambúgvandi, verður stuðul veittur, um bústaðarútreiðslan sbrt. § 5 er hægri enn kr. 4.000 um mánaðin.
§ 4 Ískoytisupphæddin er 80% av bústaðarútreiðslunum hægri enn mánaðarliga upphæddin sbrt. § 3, nr. 1…
Ískoytisupphæddin er 80% av bústaðarútreiðslunum hægri enn mánaðarliga upphæddin sbrt. § 3, nr. 1 og 4. Ískoytið verður tó í mesta lagi veitt til húsaleigu upp til kr. 8.500 um mánaðin. Stk. 2. Ískoytisupphæddin er 80% av bústaðarútreiðslunum hægri enn mánaðarliga upphæddin sbrt. § 3, nr. 2. Ískoytið verður tó í mesta lagi veitt til húsaleigu upp til kr. 6.250 um mánaðin. Stk. 3. Ískoytisupphæddin er 90% av bústaðarútreiðslunum hægri enn mánaðarliga upphæddin sbrt. § 3, nr. 3. Ískoytið verður tó í mesta lagi veitt til húsaleigu upp til kr. 6.250 um mánaðin.
§ 5 Tá persónur er sambúgvandi, verður helvtin av bústaðarútreiðsluni nýtt í útrokningini av…
Tá persónur er sambúgvandi, verður helvtin av bústaðarútreiðsluni nýtt í útrokningini av bústaðarútreiðslunum hjá viðkomandi.
(Strikað).
§ 7 Um persónur økir um bústaðarútreiðslur sínar við at flyta til annan dýrari bústað uttan rímiliga…
Um persónur økir um bústaðarútreiðslur sínar við at flyta til annan dýrari bústað uttan rímiliga orsøk, verða bert upprunaligu bústaðarútreiðslurnar tiknar við í útrokningini av ískoytisupphæddini.
§ 8 1) Upphæddir sambært § 3 verða javnaðar sbrt. kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum
1) Upphæddir sambært § 3 verða javnaðar sbrt. kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum. Stk. 2. Ískoytisupphæddin verður veitt sum ein skattafrí veiting.
§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri veitingar…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri veitingar veittar frá og við 1. januar 2013. Stk. 2. § 6 fer úr gildi 1. juli 2013. Almannamálaráðið, 12. februar 2013 Annika Olsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.) 1) Broytt við løgtingslóg nr. 200 frá 16. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.