Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. mars 1996 Nr. 20

Kunngerð um tolling av postsendingum

Við heimild í § 22, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Vørur, sum koma við posti, koma undir toll við vørurokning sum grundarlag. Um so er, at eingin…

Vørur, sum koma við posti, koma undir toll við vørurokning sum grundarlag. Um so er, at eingin vørurokning er, ella hon ikki er nóg gjølliga skrivað, og nøktandi vørurokning ikki kann útvegast, letur postverkið tollvaldinum sendingina at kanna innihaldið.

§ 2 Allar postsendingar skulu tollviðgerast sambært § 1. Brævsendingar, sum ikki verða mettar at…

Allar postsendingar skulu tollviðgerast sambært § 1. Brævsendingar, sum ikki verða mettar at innihalda tollskyldugar vørur, ella vørur, sum eru bannaðar at innflyta, hevur postverkið tó heimild at útflýggja beinleiðis til móttakaran uttan um tollvaldið. Tollvaldið letur postverkinum neyðuga vegleiðing, viðvíkjandi hvørjar sendingar eru tollskyldugar ella bannaðar at flyta inn.

§ 3 Tollvaldið hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera kanningar av sendingum, ið koma í…

Tollvaldið hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera kanningar av sendingum, ið koma í postinum. Eisini er tollvaldinum heimilað at vera við og kanna, hvussu sundurskiljingin av brævsendingum sambært § 2 fer fram.

§ 4 Postverkið hevur skyldu til at geva tollvaldinum allar tørvandi upplýsingar í samband við…

Postverkið hevur skyldu til at geva tollvaldinum allar tørvandi upplýsingar í samband við útrokning av tollinum og vera til handa, tá ið eftirkanning fer fram.

§ 5 Tær postsendingar, ið ikki eru loystar inn áðrenn nærri ásetta tíðarfreist, verða av postverkinum…

Tær postsendingar, ið ikki eru loystar inn áðrenn nærri ásetta tíðarfreist, verða av postverkinum sendar aftur til sendaran.

§ 6 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi § 25 og §…

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi § 25 og § 33 í kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958 við seinni broytingum um uppkrevjing av gjøldum v.m.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
tolling av postsendingum · innanhýsis
Galdandi · 6. februar 2009

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙