Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. februar 2009 Nr. 11

Kunngerð um tolling av postsendingum

Við heimild í § 22, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Vørur, sum koma við posti, koma undir toll við vørurokning sum grundarlag. Um so er, at eingin…

Vørur, sum koma við posti, koma undir toll við vørurokning sum grundarlag. Um so er, at eingin vørurokning er, ella hon ikki er nóg gjølliga skrivað, og nøktandi vørurokning ikki kann útvegast, letur postverkið tollvaldinum sendingina at kanna innihaldið.

§ 2 Allar postsendingar skulu tollviðgerast sambært § 1. Postsendingar, sum ikki verða mettar at…

Allar postsendingar skulu tollviðgerast sambært § 1. Postsendingar, sum ikki verða mettar at innihalda tollskyldugar vørur, ella vørur, sum eru bannaðar at innflyta, hevur postverkið tó heimild at útflýggja beinleiðis til móttakaran uttan um tollvaldið. Tollvaldið letur postverkinum neyðuga vegleiðing, viðvíkjandi hvørjar sendingar eru tollskyldugar ella bannaðar at flyta inn.

§ 3 Tollvaldið hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera kanningar av sendingum, ið koma í…

Tollvaldið hevur til eina og hvørja tíð rætt til at gera kanningar av sendingum, ið koma í postinum. Eisini er tollvaldinum heimilað at vera við og kanna, hvussu sundurskiljingin av brævsendingum sambært § 2 fer fram.

§ 4 Postverkið hevur skyldu til at geva tollvaldinum allar tørvandi upplýsingar í samband við…

Postverkið hevur skyldu til at geva tollvaldinum allar tørvandi upplýsingar í samband við útrokning av tollinum og vera til handa, tá ið eftirkanning fer fram.

§ 5 Tær postsendingar, ið ikki eru loystar inn áðrenn nærri ásetta tíðarfreist, verða av postverkinum…

Tær postsendingar, ið ikki eru loystar inn áðrenn nærri ásetta tíðarfreist, verða av postverkinum sendar aftur til sendaran.

§ 6 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 7. mars 1996. Fíggjarmálaráðið, 6. februar 2009 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 219 frá 22. desember 2025 · innanhýsis
Galdandi · 23. desember 1991
Avtøkur
tolling av postsendingum · innanhýsis
Áður galdandi · 7. mars 1996

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙