Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. januar 2000 Nr. 2

Kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 76 frá 2. juli 2007

Kapittul 1 Breidd

Kapittul 2 Longd

Kapittul 3 Hædd

Kapittul 4 Ástrýst

Kapittul 5 Heildarvekt

Kapittul 6 Altjóða ferðsla

Kapittul 7 Umsókn

Kapittul 8 Undantaksloyvi

Kapittul 9 Revsing

Kapittul 10 Gildiskoma

1) Við heimild í §§ 37, 38, 58, stk. 3 og § 58a, stk. 7 í ferðslulógini, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, við seinni broytingum, verður ásett:

Kapittul 1

Breidd

Kapittul 1 Breidd

Akfar má hvørki við farmi ella uttan vera breiðari enn 2,55 m, smb. tó § 2. Stk. 2. 1) Breiddin á skrásetingarskyldugum viðfestisakfari til bil má ikki fara upp um breiddina á dragandi akfarinum við meira enn 0,35 m í hvørjari síðu 1) 0,1 m, um viðfestisakfarið er breiðari enn 2,3 m. 2) 0,3 m, um viðfestisakfarið er breiðari enn 2,1 m, men ikki breiðari enn 2,3 m. Stk. 3. Koyring við akfari, sum er soleiðis háttað, at tað kann vera í flutningsstøðu ella arbeiðsstøðu, soleiðis at lutir, ið stinga til viks, kunnu takast av ella leggjast saman, má bert fara fram við hesum lutum í flutningsstøðu. Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 3 eru ikki galdandi í sambandi við: 1) koyring tvørtur um veg ella líknandi, har vegurin bert verður nýttur í minni mun, 2) koyring á vegi, sum fer fram sum partur av arbeiðinum. Stk. 5.2) Viðfest akfar til motorsúkklu má ikki vera breiðari enn 1,00 m.

Fyri koyring við leysum hoyggi, hálmi ella tílíkum og við amboðum til búnaðar- ella vegarbeiði kann breiddin fara upp um 2,55 m. Tó kann hon bert fara upp um 3,3 m, um koyringin er millum bø og búnaðarbygning, millum ognir, sum í felag eiga amboðið, ella millum amboðsstøð og viðskiftafólk. Ásetingarnar í § 1, stk. 3 og 4 eru eisini galdandi í sambandi við flutning sambært 1. og 2. pkt. Stk. 2. Løgreglan kann seta forboð fyri koyring sambært stk. 1, um serligar umstøður eru. Stk. 3. Akfar, sum hevur bygnað til kølieftirlitsskipan, kann vera upp til 2,6 m breitt. Ásetingarnar í § 1, stk. 2 eru eisini galdandi fyri tey í 1. pkt. nevndu akfør. Stk. 4. Við bygnað til kølieftirlitsskipan er at skilja fastur ella leysur bygnaður, sum serliga er ætlaður til flutning av vøru, ið krevur kølieftirlit, og sum hevur síðuveggir, ið við bjálving eru í minsta lagi 45 mm tjúkkir.

Bilur ella vognrað, har dragandi akfarið er bilur, skal kunna venda innan fyri vendisirkul, við ytra radius uppá 12,5 m og innara radius uppá 5,3 m.

Breiddin á akfari ella farmi verður mátað eftir tí, sum stingur longst til viks, við teimum undantøkum, ið eru tilskilaðar í stakfyriskipanunum, jbr. § 10, stk. 1, 2. pkt. í lógini.

Verður koyrt við breiðum akfari ella farmi á smølum vegi, skal serstakt varsemi og fyrilit havast fyri ferðsluni yvirhøvur. Tílíkt breitt akfar skal halda so langt til høgru sum gjørligt, og steðga um neyðugt til tess at lata annað akfar sleppa fram við. Stk. 2. Verður koyrt við amboði, sum er breiðari enn 2,55 m, smb. § 2, skal tann síðan á amboðnum, sum er nærri vegmiðjuni, hava týðuligt merki, sum stingur upp í 1 metra hædd, um so er, at hesin parturin á amboðnum er minni enn 1 m høgur.

Løgreglan kann loyva frávik frá regluni um størstu breidd, tá viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, tá koyrt verður. Stk. 2. Loyvi kann gevast sum einnýtisloyvi ella sum loyvi fyri eitt avmarkað tíðarskeið upp til eitt ár. Løgreglan kann áseta neyvari treytir við loyvinum. Kapittul 2 Longd

Kapittul 2 Longd

Motordrivið akfar skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 12 m, smb. tó § 8. Stk. 2. Viðfestivognur skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 12 m. Stk. 3. 2) Viðfest akfar til motorsúkklu skal ikki vera longri enn 2,50 m.

Bussur, hvørs longd er í mesta lagi 12 m, kann hava skíkassa, um so er, at skíkassin hægst stingur 0,9 m aftur um afturkantin og í hvørjari síðu er minst 0,1 m smalri enn bussurin. Stk. 2. Bussur kann tó vera longri enn 12 m, men ikki longri enn 13,7 m, um so er, at hann lýkur krøvini um vendisirkul og síðuútsving á afturkanti, sum eru galdandi fyri liðbussar smb. stakfyriskipanir grein 4.01.200 (1) og (2).

Vognrað, sum er sett saman av bili og leguvogni, skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 16,5 m, liðbussur tó 18 m. Stk. 2. Á leguvogni skal frástøðan millum høvuðsboltaásin og afturkant á leguvogni ikki vera størri enn 12 m, og vatnrætta frástøðan (radius) millum høvuðsboltaásin og eitt tilvildarligt punkt á framkanti leguvognsins ikki vera størri enn 2,04 m. Mátini eru galdandi bæði við farmi og uttan, smb. tó stk. 3. Stk. 3. El-verk kunnu á bili við leguvogni lata flyta leidningsmastrar, sum eru so langar, at vognraðið við farmi verður upp til 22 m langt. Um longdin øll fer upp um 20 m, skal við føraranum vera annað fólk, sum á tvørligum støðum skal hjálpa honum og ávara onnur ferðandi. Stk. 4. Bilur við leguvogni útgjørdur við síðulyftara, og sum ikki lýkur krøvini um størstu longd, verður góðkendur av Bileftirlitinum og skrásettur til akstur við í mesta lagi 40 fóts ISO-bingjum at koyra eftir frammanundan ásettum farleiðum, ið eru góðkendar av vegamyndugleikanum og løgregluni.

Vognrað, sum er sett saman av lastbili og viðfestivogni, skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 18,75 m. Stk. 2. Størsta frástøðan mátað javnt við longdarásin á vognraðnum frá framkanti á lastini aftan fyri førarahúsið til afturkant á viðfestivogninum skal ikki vera longri enn 16,4 m. Stk. 3. Størsta frástøðan mátað javnt við longdarásin á vognraðnum frá framkanti á lastini aftanfyri førarahúsið til afturkant á viðfestivogninum minus frástøðuna millum afturkantin á bilinum og framkantin á viðfestivogninum skal ikki vera longri enn 15,65 m. Stk. 4. Frástøðan millum aftasta ásin á bilinum og fremsta ásin á viðfestivogninum skal ikki vera styttri enn 3 m. Stk. 5. El-verk kunnu á bili við viðfestum vogni lata flyta leidningamastrar, sum eru so langar, at vognraðið við farmi verður upp til 22 m langt. § 9, stk. 3, 2. pkt. er eisini galdandi í slíkum førum.

Vognrað, sum er sett saman av motordrivnum akfari og viðfestum vogni ella viðfestum amboði, við undantak av lastbili við viðfestivogni, skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 18,5 m.

Longdin á akfari ella vognraði verður mátað eftir tí sum stingur longst fram og aftur, á samankoplaðum akførum við koplingini á tambi, undantikið tí, ið er tilskilað í stakfyriskipanunum. Stk. 2. Frástøðan frá afturkanti á dragandi bili til framkant á viðfestum vogni ella skrásetingarskyldugum viðfestum amboði má ikki vera størri enn 2 m.

Løgreglan kann loyva frávik frá reglunum um størstu longd, tá viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, tá koyrt verður. Stk. 2. Loyvi kann gevast sum einnýtisloyvi ella sum loyvi fyri eitt avmarkað tíðarskeið upp til eitt ár. Løgreglan kann áseta neyvari treytir við loyvinum. Kapittul 3 Hædd

Kapittul 3 Hædd

Akfar má hvørki við farmi ella uttan vera hægri enn 4 m. Stk. 2. Hóast hæddin á akfarinum lýkur treytirnar í stk. 1, hevur førarin sambært § 37, stk. 2 í ferðslulógini skyldu til at vissa seg um, at farandi er uttan vanda ella bága, tá ið koyrt verður í tunnlum, undir brúm og leidningum og líknandi støðum.

Hæddin verður mátað beint upp og niður, av sløttum upp í ovast á vogni ella roka, undantikið tí, ið er tilskilað í stakfyriskipanunum.

Løgreglan kann í samráði við avvarandi vegamyndugleika loyva frávik frá reglunum um størstu hædd, tá ið flutningurin ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, tá ið koyrt verður. Stk. 2. Loyvi kann gevast sum einnýtisloyvi ella sum loyvi fyri eitt avmarkað tíðarskeið upp til eitt ár. Løgreglan kann áseta neyvari treytir við loyvinum. Kapittul 4 Ástrýst

Kapittul 4 Ástrýst

Motordrivið akfar við hjólum, sum hava luftgummiringar, má hvørki við farmi ella uttan koyra á almennum vegi, um so er, at alt trýstið niður á vegin frá hjólunum á einum ási (ástrýstið) er størri enn 10.000 kg. Stk. 2. Tveir ásar, sum eru longri enn 1 m, men styttri enn 2 m hvør frá øðrum, mugu ikki tilsamans hava størri ástrýst enn 16.000 kg. Hvørgin av tveimum ásum, sum eru styttri enn 1,3 m hvør frá øðrum, má hava størri ástrýst enn 8.000 kg. Stk. 3. Eingin av trimum ásum, sum er minni enn 2 m frá næsta ási, má hava størri ástrýst enn 8.000 kg. Um frástøðan millum tveir av hesum ásum er styttri enn 1,3 m, má ástrýstið tilsamans ikki vera størri enn 22.000 kg. Stk. 4. Tá ástrýstið verður roknað út, verða ásar, sum eru nærri hvørjum øðrum enn 1 m at rokna sum ein ásur. Stk. 5. 1) Fyri motordrivið akfar við 4 ella fleiri ásum, har tveir teir fremstu ásarnir eru stýrandi og hava eina sínámillum frástøðu upp á í mesta lagi 2,5 m, og har frástøðan millum fremsta og aftasta ás er 5,0 m ella meira, og frástøðan millum fyrsta og næsta ás er minni enn frástøðan millum næsta og triðja ás, kann loyvda heildarvektin vera upp til 32.000 kg. Fyri hesi akfør við bogie við tveimum ásum, kann loyvda ástrýsið í ásbólkinum tó vera upp til 19.000 kg tilsamans, um sínámillum fjarstøðan millum ásarnar er minni enn 2,0 m, men í minsta lagi 1,3 m, og ásarnir eru settir upp við tvíhjólum og – fjaðring, sum fer væl við vegunum, sum lýst í § 38, stk. 5, ella – loyvda ástrýstið á hvønn einstaka ás ikki fer upp um 9.500 kg.

Viðfestivognur, sum verður drigin av motordrivnum akfari, og sum hevur hjól við luftgummiringum, má hvørki við farmi ella uttan koyra á almennum vegi, um so er, at alt trýstið niður á vegin frá hjólunum á einum ási (ástrýstið) er størri enn 10.000 kg. Stk. 2. Á viðfestivogni má størsta samlaða ástrýstið í ásbólki við 2 ásum ikki vera størri enn: 1) 18.000 kg, um frástøðan millum ásarnar er styttri enn 1,8 m, men minst 1,3 m, 2) 16.000 kg, um nevnda frástøða er styttri enn 1,3 m, men minst 1 m, og 3) 11.000 kg, um nevnda frástøða er styttri enn 1 m. Stk. 3. Á viðfestivogni má størsta samlaða ástrýstið í ásbólki við 3 ásum ikki vera størri enn 24.000 kg. Ástrýstið má tó ikki vera størri enn: 1) 22.000 kg, um frástøðan millum 2 av 3 ásum er styttri enn 1,3 m, men minst 1 m, 2) 21.000 kg, um nevnda frástøða er styttri enn 1 m. Stk. 4. Tá ástrýst verður roknað í øðrum bólkum enn teir í stk. 2 og 3 nevndu, verða ásar, hvørs innanhýsis frástøða er styttri enn 1 m, roknaðir sum ein ásur.

Leguvognur má ikki hava størri ástrýst tilsamans enn 24.000 kg. Verður leguvognur drigin av bili, við loyvdari heildarvekt omanfyri 3.500 kg, má alt ástrýst leguvognsins tó ikki fara upp um 1,5 ferðir loyvdu heildarvektina á bilinum, sum dregur. Stk. 2. Á leguvognsraði við 5 ella fleiri ásum, skal frástøðan millum aftasta ás á bilinum og fremsta ás á leguvogninum vera í minsta lagi 2,5 m. Tó skal frástøðan vera í minsta lagi 3 m, um leguvognurin hevur 3 ásar, har innanhýsis frástøðan millum 2 av hesum ásum er minni enn 1,1 m. Stk. 3. Á leguvognsraði, hvørs veruliga heildarvekt fer upp um 44.000 kg, skal frástøðan millum aftasta ás á bilinum og fremsta ás á leguvogninum vera í minsta lagi 4 m.

Akfar, sum hevur slættar ringar (valsir), má hvørki við farmi ella uttan koyra á almennum vegi, um so er, at trýstið er størri enn 10 kg pr. mm breidd á viðberaflatanum millum hjól og veg. Stk. 2. Hava ringarnir minni ytri tvørmát enn 500 mm, verður loyvda trýstið niðursett í mun til lutfallið millum veruliga ringtvørmátið og eitt ringtvørmát uppá 500 mm.

Á akfari, sum heilt ella lutvíst koyrir á beltum ella líknandi, má trýstið á eina rullu ikki fara upp um 1.500 kg. Stk. 2. Er breiddin á beltinum minni enn 350 mm, verður loyvda trýstið niðursett í mun til lutfallið millum veruligu breiddina og eina breidd uppá 350 mm.

Skrásett ella góðkent akfar má ongantíð fermast til størri ástrýst, enn tað er skrásett ella góðkent til.

Løgreglan kann í samráði við avvarandi vegamyndugleika loyva frávík frá reglunum um mest loyvda ástrýst, um so er, at viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, meðan flutningurin fer fram.

Løgreglan kann eisini í samráði við teir í § 23 nevndu myndugleikar loyva bjargingarfeløgum og líknandi at víkja frá reglunum um mest loyvda ástrýst, tá skadd akfør verða beind av vegnum. Kapittul 5 Heildarvekt

Kapittul 5 Heildarvekt

1) Akfar við hjólum við luftgummiringum má hvørki við farmi ella uttan koyra á almennum vegi, um so er, at veruliga heildarvektin fer upp um samløguna av teimum ástrýstum, sum akfarið hevur loyvi til, smb. tó 2 og stk. 3. Stk. 2. Veruliga heildarvektin má ikki fara upp um: 1) 18.000 kg á motordrivnum akfari við 2 ásum 2) 24.000 kg á motordrivnum akfari við 3 ásum 3) 29.500 kg á motordrivnum akfari við 4 ella fleiri ásum, tó 32.000 kg, har tveir teir fremstu ásarnir eru stýrandi og hava eina sínámillum frástøðu upp á í mesta lagi 2,5 m, har frástøðan frá fremsta til aftasta ás á akfarinum í minsta lagi er 5 m, og har frástøðan millum fyrsta og næsta ás er minni enn frástøðan millum næsta og triðja ás 4) 24.000 kg á viðfestivogni og viðfestisamboði við 3 ella fleiri ásum 5) 48.000 kg á vognaraði, ið er bilur við skrásetingarskyldugum viðfestisakfari 6) 44.000 kg á øðrum vognraði. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri leguvognar. Fyri slík akfør eru bert reglurnar um ástrýst og reglurnar um heildarvekt á vognraði galdandi. Stk. 4. Tá heildarvekt verður roknað, verða 2 ásar, hvørs innanhýsis frástøða er styttri enn 1 m roknaðir sum ein ásur.

3) Fyri viðfestisakfar, sum verður drigið av bili við loyvdari heildarvekt, sum ikki er størri enn 3.500 kg, má loyvda heildarvektin, fyri leguvogn og viðfestisakfar við stívum dragiarmi tó samlaða loyvda ástrýstið, ikki vera størri enn: 1) loyvdu heildarvektina á dragandi bilinum, um viðfestivognurin er útgjørdur við økubremsu, og 2) 50% av tænastuvektini á dragandi bilinum, um viðfestivognurin ikki er útgjørdur við økubremsu. Stk. 2. Á viðfestivogni, sum er útgjørdur við økubremsu og verður drigin av lendisfarandi bili, er hægst loyvda heildarvektin smb. stk. 1, nr. 1, tó 1,5 ferðir loyvdu heildarvektina á dragandi bilinum. Loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum, fyri leguvogn og viðfestisakfar við stívum dragiarmi tó samlaða ástrýstið, má ikki fara upp um 3.500 kg. Stk. 3. Fyri viðfestivognar, húsvognar og onnur skrásetingarskyldug viðfestisamboð, sum eru góðkend og verða nýtt til óskoðaða samankopling, eru tær í stk. 1 og 2, 1. pkt. nevndu avmarkingar galdandi fyri veruligu heildarvektina. Stk. 4. 2) Á viðfestum akfari til motorsúkklu má heildarvektin ikki fara upp um 150 kg.

Á viðfestivogni ella skrásettum viðfestum amboði, sum verður drigið av bili við loyvdari heildarvekt, ið er omanfyri 3.500 kg, má loyvda heildarvektin, fyri leguvognar og viðfestisakfar við stívum dragiarmi tó samlaða loyvda ástrýstið, ikki fara upp um 1,5 ferðir loyvdu heildarvektina á bilinum. Stk. 2. Í minsta lagi 20% av loyvdu heildarvektini á øllum vognraðnum skal liggja á drívhjólunum á bilinum.

Av loyvdu heildarvektini á vognraði, sum er sett saman av bili við leguvogni, skal í minsta lagi 20% liggja á drívhjólunum á bilinum.

Í vognraði, sum verður drigið av skrásetingarskyldugum traktori, skulu í minsta lagi 20% av veruligu heildarvektini á vognraðnum liggja á drívhjólunum á traktorinum. Stk. 2. Av veruligu heildarvektini á vognraðnum skulu har afturat í minsta lagi 50% liggja á teimum hjólunum, sum bremsa. Hesi hjól skulu antin vera á traktorinum, traktorinum og tí fyrsta viðfesta akfarinum, ella traktorinum og báðum viðfestu akførunum. Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri vognrað við ikki skrásettum viðfestum amboðum.

Um traktorur, sum ikki hevur skrásetingarskyldu, verður nýttur at draga viðfestar vognar, má øll veruliga heildarvektin á viðfestu vognunum ikki fara upp um 3 ferðir veruligu heildarvektina á traktorinum, um so er, at eingin av viðfestu vognunum hevur bremsur. Stk. 2. Hevur viðfestur vognur 2 hjól, verður tann parturin av vektini á viðfesta vogninum, sum liggur á traktorinum, roknaður upp í vektina á traktorinum.

Viðfestivognur til motoramboð má ikki hava størri veruliga heildarvekt enn 2 ferðir veruligu heildarvektina á motoramboðnum, sum dregur, um so er, at viðfesti vognurin ikki hevur nóg góða bremsu, sum er sjálvvirkandi ella sum kann passast, meðan koyrt verður.

1) Í vognraði við ikki skrásetingarskyldigum viðfestiamboði, har dragandi akfarið er ein bilur við loyvdari heildarvekt uppá meira enn 3.500 kg, kann vektin á viðfestiamboðnum – fyri viðfestiamboð við stívum dragiarmi samlaða ástrýstið – ikki fara upp um veruligu heildarvektina á dragandi akfarinum, um ikki viðfestiamboðið hevur økubremsu.

Akfar, sum hevur slættar ringar (valsar), má hvørki við farmi ella uttan koyra á almennum vegi, um so er, at veruliga heildarvektin á akfarinum ella vognraðnum fer upp um 15.000 kg við ískoyti uppá 250 kg fyri hvørjar heilar 0,2 m frástøðan millum fyrsta og síðsta ás á akfarinum ella vognraðnum er størri enn 2,5 m.

Á akfari, sum heilt ella lutvíst koyrir á beltum ella líknandi, má vektin ikki fara upp um 4.000 kg pr. m frástøðu millum fyrstu og aftastu rullu, og heildarvektin má ikki fara upp um 16.000 kg.

Akfar, sum er skrásett ella góðkent, má annars ongantíð vera fermt við størri vekt enn tað er skrásett ella góðkent til at bera.

Løgreglan kann í samráði við avvarandi vegamyndugleika loyva frávík frá reglunum um størstu loyvdu heildarvekt, um so er, at viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, meðan koyrt verður.

Løgreglan kann eisini í samráði við teir í § 36 nevndu myndugleikar loyva bjargingarfeløgum og líknandi at víkja frá reglunum um størst loyvdu heildarvekt, tá ið skadd akfør verða beind av vegnum. Kapittul 6 Altjóða ferðsla

Kapittul 6 Altjóða ferðsla

Á bili við hjólum, sum hava luftgummiringar, má drívástrýstið hvørki við farmi ella uttan fara upp um 11.500 kg í altjóða ferðslu. Stk. 2. Á bili í altjóða ferðslu má samlaða ástrýstið í ásbólki við 2 ásum ikki fara upp um: 1) 19.000 kg, um frástøðan millum ásarnar er styttri enn 2 m, men minst 1,3 m og drívásurin hevur tvíhjól og a) fjaðring, sum fer væl við vegnum ella b) veruliga ástrýstið á einstøkum ási ikki fer upp um 9.500 kg. 2) 18.000 kg um nevnda frástøða er styttri enn 2 m, men minst 1,3 m og ásbólkurin ikki lýkur krøvini annars í nr. 1, 3) 16.000 kg um nevnda frástøða er styttri enn 1,3 m, men minst 1 m, og 4) 11.500 kg, um nevnda frástøða er undir 1 m. Stk. 3. Á 3-ásaðum bili í altjóða ferðslu, má veruliga heildarvektin ikki fara upp um 25.000 kg, tó 26.000 kg, um drívásurin hevur tvíhjól, og 1) fjaðring, sum fer væl við vegnum ella 2) veruliga ástrýstið á einstøkum ási ikki fer upp um 9.500 kg. Stk. 4. Í vognraði, har dragandi akfarið er umfatað av ásetingunum í stk. 1-3 og hevur eitt veruligt ástrýst, sum fer upp um 10.000 kg ella veruliga ástrýstið í einum ásbólki við 2 ásum fer upp um 16.000 kg, má veruliga heildarvektin ikki fara upp um 40.000 kg, tó 44.000 kg fyri 3-ásaðum lastbili við leguvogni við 40-fóts ISO-bingju. Stk. 5. Við fjaðring, sum fer væl við vegnum, sum nevnt í stk. 2 og 3, er at skilja luftfjaðrar ella líknandi, sum tilskilað í stakfyriskipanum fyri akfør 8.03.020 (2) og 3.01.020. Kapittul 7 Umsókn

Kapittul 7 Umsókn

Umsókn um flutningsloyvi skal vera skrivlig. Kapittul 8 Undantaksloyvi

Kapittul 8 Undantaksloyvi

Landsstýrismaðurin kann í serligum føri veita undantaksloyvi frá ásetingunum í kapittul 1-5. Kapittul 9 Revsing

Kapittul 9 Revsing

Brot á §§ 1-3, § 5, § 6, stk. 1, 2. pkt., § 7, § 8, stk. 1 og 2, § 9, stk. 1-3, § 10, § 11, § 12, stk. 2, § 13, stk. 1, 2. pkt., § 14, stk. 1, § 16, stk. 1, 2. pkt., § 17, stk. 1-3, § 18, stk. 1-3, §§ 19-22, § 23, 2. pkt., § 25, stk. 1 og 2, §§ 26-28, § 29, stk. 1 og 2, § 30, stk. 1, §§ 31-35, § 36, 2. pkt., og § 38 verður sektað við bót. Stk. 2. Brot á treytirnar fyri loyvi sambært §§ 6, 13, 16, 23, 24, 36 og 37 verður sambært ferðslulógini § 58, stk. 1, nr. 2 sektað við bót. Stk. 3. 1) Fyri brot á § 25, § 27, stk. 1, § 32, stk. 1, § 34 og § 35 verður ásett ein herd bót, tá koyrt er við akfari við einari loyvdari heildarvekt upp á yvir 3.500 kg. Stk. 4. 1) Fyri brot á reglurnar í kapittul 4, 5 og 6 og brot á treytirnar fyri undantaksloyvi sambært § 40, kann sambært ferðslulógini § 58, stk. 4 áleggjast eigaranum ella brúkaranum av akfarinum sektarábyrgd, hóast lógarbrotið framt av viðkomandi ikki var tilætlað ella varð framt av ósketni. Kapittul 10 Gildiskoma

Kapittul 10 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 17 frá 9. mars 1979 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst, við seinni broytingum. Vinnumálastýrið, 20. januar 2000 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arni Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 76 frá 2. juli 2007, har § 2 ljóðar soleiðis : “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2007.” 2) Broytt við kunngerð nr. 83 frá 23. mai 2005. 3) Broytt við kunngerð nr. 33 frá 16. mars 2001.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙