Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. mai 2005 Nr. 83
Kunngerð um broyting í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum
§ 1 Í kunngerð nr. 2 frá 20. januar 2000 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, sum…
Í kunngerð nr. 2 frá 20. januar 2000 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 16. mars 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Viðfest akfar til motorsúkklu má ikki vera breiðari enn 1,00 m.” 2) Í § 7 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Viðfest akfar til motorsúkklu skal ikki vera longri enn 2,50 m.” 3) Í § 26 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Á viðfestum akfari til motorsúkklu má heildarvektin ikki fara upp um 150 kg.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 23. mai 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.