Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
12. januar 2011 Nr. 2
Kunngerð um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar, sum broytt við kunngerð nr. 133 frá 26. september 2011
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 1, § 9, stk. 2, § 29, stk. 3 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1 1) Ásetta fiskidagatalið fyri teir í lógini nevndu bólkar 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T galdandi fyri…
1) Ásetta fiskidagatalið fyri teir í lógini nevndu bólkar 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, kann býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum í fiskidøgum 1:3.
§ 2 Skipari á fiskifari, sum flytur millum innaru og ytru fiskidagaleið, ella sum flytur millum ytru…
Skipari á fiskifari, sum flytur millum innaru og ytru fiskidagaleið, ella sum flytur millum ytru og innaru fiskidagaleið, skal boða Fiskiveiðieftirlitinum frá hesum á telefon (+298) 316913.
§ 3 Brot á § 2 verða revsað við bót
Brot á § 2 verða revsað við bót.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 94 frá 10. juni 1996 um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar. Fiskimálaráðið, 12. januar 2011 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 133 frá 26. september 2011.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.