Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
10. juni 1996 Nr. 94
Kunngerð um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar
Við himild í § 9, stk 1, nr. 1 og § 9, stk 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett :
§ 1 Ásetta fiskidagatalið fyri teir í lógini nevndu bólkar 2, 3, 4 A, 4 B og 4 D galdandi fyri…
Ásetta fiskidagatalið fyri teir í lógini nevndu bólkar 2, 3, 4 A, 4 B og 4 D galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleiðini, kann býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum í fiskidøgum 1:3. Stk. 2. Fiskifør, sum hava býtt fiskidagar um frá innaru til ytru fiskidagaleið, kunnu tó bert veiða upp til 25% av kongafiski og 15% av svartkalva hvønn túr sær.
§ 2 Eigari/skipari av fiskifari, ið ynskir at býta um fiskidagar frá innaru til ytru fiskidagaleið,…
Eigari/skipari av fiskifari, ið ynskir at býta um fiskidagar frá innaru til ytru fiskidagaleið, skal boða Fiskiveiðieftirlitinum frá hesum. Skiparin skal 6 tímar áðrenn farið verður at fiska av umbýttu døgunum, boðað eftirlitinum frá hesum. Boðar skiparin ikki rættstundis frá, verða fiskidagarnir roknaðir av teimum upprunaliga ásettu døgunum. Somuleiðis skal skiparin 6 tímar áðrenn farið verður at fiska aftur á innaru fiskidagaleið, boðað eftirlitinum frá hesum.
§ 3 Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir lógini
Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir lógini.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.